Skip to main content

Posts

Gene Pitney úr tíðini

»If I only had time«, sang amerikanski Gene Pitney einaferðina. Mikudagin doyði hann, 65 ára gamal á konsertferð í Cardiff. Í 1989 hoyrdist hansara ekkó á Oyggjarvegnum Minnisgrein, Dimmalætting 6. apríl 2006: Amerikanski sangarin Gene Pitney, sum yrkti »Hello, Mary Lou« og »He’s a Rebel« og í 1963 sjálvur sang »24 hours from Tulsa«, doyði meðan hann var á konsertferð í Cardiff í Wales. Jene Levy, ið umboðar Pitney sigur, at 65 ára gamli sangarin við teirri snjallu røddini, varð funnin deyður mikumorgunun á hotellkamarinum í Cardiff, har hann kvøldið fyri hevði hildið konsert, ið BBC metti sum hansara alrabestu í áratíggju. Gene Pitney, sum hevur sungið nógvar kendar plátur og eisini skrivað sangir til onnur, var javnan á konsertferð. Bara í Bretlandi stóðu 23 konsertstøð á plakatini, nú hann doyði.James Kelly, ið stóð fyri konsertum Pitneys í Bretlandi, var saman við sangaranum týskvøldið. – Eg havi aldri sæð hann so væl fyri á palli áður, andbráður og sprækin. Við Reuter sigur Kelly,

Morgunbitar á vári

Viðtal, Dimmalætting apríl 2006: Meðan Kári Svensson arbeiðir við framsýning til Den Frie í Keypmannahavn 27. mai, hevur hann fingið tillutað hvíta veggin í Klingruni, tá Summarframsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum 7. juli. »Eg var í gongd við ein stóran málning, sum eg tí valdi at gera enn størri, so hann nú er 7 metrar langur. Inspiratiónin er upplivingar á Norðhavinum, tá morgunsólin brýtur fram úr skýnum og kvikar ternur og dølskar likkur skjóta seg eftir einum morgunbita, meðan vit kryvja,« sigur Kári Svensson, sum hevur ateliér á Velbastað Samrøða Birgir Kruse Við Hestfirði í brøttum bakborði, snúgvi eg inn undir Borgarháls á Velbastað. Í skýmingini, eitt kvink til vinstru, hómast Koltur, balstýrna oyggin, ið Ingálvur tamdi og setti á løriftið. Koyri fram við nýbygdu húsunum, har dreingirnir spæla bólt í innigyrdum túni, so hann ikki endar á streymasjógvi og hvørvir eins og Magnus á sinni. Miðskeiðs í røðini finni eg tey. Húsini hjá Kára Svensson, har hann í ovara enda hevu

Mál og myndir

Viðtal, Skúlablaðið apríl 2006: Tosað verður um tekst, mál og máliskur í móðurmálinum. Men rúmast myndir í móðurmálsundirvísingini? Við støði í nýggju bókini Les 1 hjá Føroya Skúlabókagrunni tosa vit við Kinnu Poulsen um móðurmyndir Myndlistin er ung Tekstasavnið Les 1 gongur nýggjar leiðir og nýtir myndir í móðurmálsundirvísingini. - Hugtakið móðurmynd er áhugavert at halda upp móti móðurmáli, sigur Kinna Poulsen, men ger vart við, at føroyska myndlistin er ung og røkkur ikki eins og kvæðini aftur í miðøld. - Myndlistin hevur heldur ikki fevnt allar føroyingar eins og tjóðskaparyrkingarnar, fá hava dyrkað hana, og hon hevur ikki á sama hátt sum kvæði, yrkingar og Kingo verið avgerandi fyri at mynda okkara samleika, sigur Kinna, ið fegnast um tann stóra áhugan sum í løtuni er fyri myndlistini. - Men hesin áhugin kemur eftir at okkara mentan er ávirkað av altjóðagerð, interneti, nógvum sjónvarpsrásum og er í einum syndrandi ráki, sum lagar seg eftir einstaklinginum, heldur enn almennar

Bilar í lendi og læru

Dimmalætting 31. mars 2006: Seks heimagjørdir lendisbilar hava í hesum døgum koyrt í Havnargøtum og heilt út á Glyvursnes. Tað eru næmingar á Tekniska Skúla í Havn, sum undir kønari leiðslu koyra, smíða og sveisa. – Teir hava verið toppmotiveraðir, sigur ein vælnøgdur skúlastjóri um næmingarnar. Motorlæra Í grótbrotinum á Glyvursnesi er innrás av larmandi tøkni. Millum sprongdu klettarnar ganga ungir næmingar av Tekniska Skúla í Havn klæddir sum rúmdarmenn, skrúva, snara og seta saman. Undir hjálmi gera teir tekin sínámillum, til ein peikar ótolin á klokkuna, fer burtur frá og tekur flaggið. Hetta er tað tekin, øll hava bíðað eftir. Teir renna til bilarnar, ið eru sum tiknur úr einum Mad Max-filmi. Leypa tveir og tveir í hvønn av teim seks heimagjørdu bilunum, sum Akstovan hevur góðkent við fyribils spjøldrum. Flaggberin Motorarnir rumla ótolnir meðan teir tólv lærlingarnir hyggja trøllabundnir upp á flaggið, ið enn lavar stillan í lotinum. Og so hendir tað. Við vandnum handalagi, sum

Buck Owens deyður

Kantrí: Leygardagin andaðist kantrísangarin Buck Owens, 76 ára gamal. Kantrístjørnan, ið eisini rak útvarps- og sjónvarpsstøðir, hevði 16 milliónir plátur í umfari og grundaði kantrí sum sjónvarpsevni. Fleiri enn tjúgu sangir gjørdust nummar eitt og í 1996 varð hann innlimaður í the Country Music Hall of Fame. Minnisgrein, Dimmalætting 27. mars 2006 Mynd: Buck Owens á palli í Crystal Palace í Bakersfield í juli 2003. "Such dark and lonely people" segði hann um føroyingar, sum við hetta høvi ynsktu ein sang. Buck hevði millumlent í Íslandi einaferðina. Hann helt, at veðrið og fjarstøðan til grannan ávirkaði sinnalagið hjá norðbúgvum. Umframt at syngja, spældi Buck Owens á ein elektriskan Fender Telecaster gittara, sum gjørdist ímyndin av the Bakersfield Sound, ið er eitt hvast aftursvar til sukursøta kantrítónleikin úr Nashville og í dag telur Dwight Yoakam sum fremsta forsprákara. »Samlibandstónleik, sum robottar gera, dámar mær ikki«, segði Owens og gjørdist ein hetja hjá fø

Listin er elitisk og ikki demokratisk

Viðtal, Dimmalætting mars 2006: - Listin er altíð fremst í einum samfelagi, eitt úttrykk og støðumet av okkara støðu, og missir listin hetta frælsið, so kann hon ikki longur verða nýskapandi, sigur Rannvá Kunoy. - Tað kann ikki vera líkarættur um, hvør sleppur við á hvørjar framsýningar, ella um hvør sýnir fram í Listaskálanum. Vit avgerða ikki hettar - listin ger tað Samrøða Birgir Kruse - Tað hevur altíð verið málningurin, ið hevur havt mín áhuga, tað er nakað heilt serligt at skapa eina aðra verð við dýpd og tonkum á einum tvídimensionalum flata, sigur Rannvá Kunoy, tá ið eg spyrji hana um hví, hon valdi myndlistina sum lívsleið. Einsamøll í London Listarlig miðstøð hjá Rannvá er stórbýurin London. - Hetta er ein miðdepil fyri list við størstu søvnum og gallaríum, ið skapa eitt umhvørvið, har listin altíð má máta seg við framsýningar á høgum støði. Sum føroyingur valdi eg tí at útbúgva meg her, ið bæði avbjóðingar og krøv eru hørð. Og so er tað kanska eisini ein feril av t

Rínur tað við?

Mynd: Martin Sirkovsky Dimmalætting februar 2006: FILMUR OG ÁVIRKAN Almenna meiningin er, at filmur ávirkar okkum, so vit mugu hava vernd og verju, dag og dagliga. Eins og í ferðsluni eru fleiri, ið vilja fremja eina filmiska null-hugsjón, so einki blóðdryppandi, harðrent, siðspillandi, ella bara annarleiðis, kann vísast á okkara leið. - Men rakar filmur okkum so meint og djúpt, sum almenna meiningin vil vera við? Vit lata stórbrúkarar siga teirra meining um ein bannaðan film, eins og vit taka pulsin á teim filmum, sum standa í fremstu røð at fáa gull á Oscarveitsluni sunnudagin Oscar Night Birgir Kruse Sunnudagin verða árligu Oscarvirðislønirnar handaðar. Fremstur við átta tilnevningum er filmurin ”Brokeback Mountain”, um samkyndar kúrekar og honum á baki er ”Capote”, um samkynda rithøvundan við sama navnið og ”Transamerica” er um ein transvestitt á ferð tvørtur um America. Festa filmarnir ikki í moralsku krúttunnuna, so fer ”Paradise Now” at gera tað. Hann krevur frígering av Pales

Myndir, skornar í minnið

Viðtal, Dimmalætting februar 2006: Sætta listafólki at fáa trý ára starvsløn frá Mentanargrunni landsins er Karstin Olgar Lamhauge, ella bara Oggi, sum er úr Søldarfirði, har hann hevur grafiskan verkstað. - Verkætlanin, eg fari undir, eru myndir úr lívrunnum tilfari, sum verða settar upp við mánaðarbyrjan og tiknar niður og burturbeindar við mánaðarlok. Eg vil undirstrika niðurbrótingina í náttúruni, men samstundis goyma tær upplivingar, vit bera innan í okkum, sigur Oggi, sum fer at avmynda verkini og geva tey út í bók við teksti. Samrøða Birgir Kruse Handan gomlu handilsgluggarnar, beint omanfyri gomlu oljutangarnar í Søldarfirði, hevur Oggi Lamhauge grafiskan verkstað. Handilshillar og skuffur við mjøli í leysari vekt, eru skiftar út við pressur og litir, spartlar og rullur. Her prentar Oggi og roynir støðugt nýggja tøkni og nýtt tilfar. Á bróstinum hanga royndirnar og tala teirra egna, greiða mál. Hann hevur nógv um at vera, fagurfrøðiligi listamaðurin, sum er útbúgvin í Íslandi