Skip to main content

Posts

Føroyskar bøkur á Google

Árni Dahl, formaður í Skúlabókanevndini og Niels Petersen, ritstjóri í Føroya Skúlabókagrunni á heimsins stórstu bókamessu í Frankfurt. Á niðaru myndini er Jens Redmer, stjóri í Google Book Search (Myndir: Birgir Kruse) Føroya Skúlabókagrunnur er vorðin "partnari" hjá Google Book Search. Tað merkir, at Grunnurin kann gera føroyskar bøkur atkomuligar hjá øllum, ið hava teldu og netsamband. - Eins og tá vit prenta, verður tó einki givið út og lagt fyri almenningin, innan rættindini eru í lagi og full semja er um ætlanina, men nú er møguleikin her og restin er upp til okkum, sigur Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni. Leingi hevur verið fílst á, at føroyskir næmingar finna ikki heimligt tilfar tá teir leita á Google og netinum yvirhøvur. - Mítt meginstavnhald er, at allur føroyskur skúlaungdómur skal kunna finna sín egna heim og høvuðsheimildir viðvíkjandi umheiminum á góðum føroyskum máli á alnetinum, segði Árni Dahl, tá Jógvan á Lakjuni landstýrismaður hevð...

International Book Fair Frankfurt

Birgir á máttuni í Frankfurt 2006, har India er heiðursgestur (Mynd: Niels Petersen) Á hvørjum ári er bókamessa í Frankfurt. Messan, sum er í oktober, er heimsins stórsta. Her hittast bókahandlarar, forløg, høvundar, teknarar og prentarar. Sum ritsjóri á Føroya Skúlabókagrunni stóð mær í boði at luttaka í 2006. Tað var nýtt og spennandi. Sum starvsfelagin Niels Petersen plagar at siga: "Var tað ikki fyri Frankfurt, so hevði mangan verið møðisligt at arbeitt við skúlabókum!" Rætt hevur hann. Bókamessan í Frankfurt er ein íblástur av teim sjáldsamu. Kanska serliga hjá smáum forløgum.

Heimsókn frá Færeyjum

www.namsgagnastofnun.is 5. september 2006: Undanfarið hafa tveir ritstjórar frá Föroya Skúlabókagrunnur, þeir Birgir Kruse og Gundur Mortensen, verið í námsdvöl hjá Námsgagnastofnun til að kynna sér uppbyggingu og innihald námsefnisvefjar stofnunarinnar. Eftir skoðun á námsefnisvefjum sem á boðstólum eru á Norðurlöndunum töldu þeir að vefur Námsgagnastofnunar bæri af í þeim hópi og óskaði forstöðumaður stofnunarinnar, Helena Dam á Neystabø, þess vegna eftir því að fá að senda starfsmenn til að kynna sér vefinn betur. Ritstjórarnir dvöldu hjá Námsgagnastofnun í viku og áttu gott samstarf við starfsfólk, einkum þó Hildigunni Halldórsdóttur tölvunarfræðing, sem hefur í mörg ár borið hita og þunga af uppbyggingu vefjar Námsgagnastofnunar, nams.is. Föroya Skúlabókagrunnur, sem er systurstofnun Námsgagnastofnunar í Færeyjum, hefur fengið sérstaka aukafjárveitingu frá færeyska menntamálaráðuneytinu og samtökum sveitarfélaga til að byggja upp vef sinn og hefur stofnunin nú sótt um leyfi til að...

Going to the festival!

Føroyar á enskum: Í tráð við alheimsgerðina skulu føroysk børn læra enskt longu í 4. flokki. Undan ólavsøkuni hevur Una Poulsen lagt seinastu hond á skúlabók í enskum, sum tekur støði í heimligum viðurskiftum og knýtir samband við enska býin Poulton Viðtal, Dimmalætting 27. juli 2006 Á fyrsta sinni kunnu heimsins børn lesa um ólavsøku á enskum í eini føroyskari lærubók. Una Poulsen, lærari í Vestmanna skúla, hevur farna skúlaárið kýtt seg at skriva enskt lærubókatilfar, nú føroysk børn skulu læra enskt eitt ár fyrr, longu í fjórða flokki. Nú er fyrra enska bókin, sum tekur støði í føroyskum viðurskiftum, liðug. Seinna bókin, ið tekur støði í enskum viðurskiftum, kemur næsta ár og skal brúkast í fimta flokki. - Sum lærari í enskum havi eg stórliga saknað føroyskar undirvísingarmiðlar, ið menna førleikan hjá næmingunum at málbera seg á enskum um heimlig viðurskifti, tí tað er grundleggjandi í allari námsfrøði, at frálæran hevur sítt støði í umhvørvi næminganna, sigur Una Poulsen, ið hevu...

Til Havs við happing

Videolist: Millum óndskap og vakurleika, ger donsk listakvinna, ið gekk í Nonnuskúlanum, listarliga installatión um happing Viðtal, Dimmalætting 14. juli 2006 Hesa vikuna hevur eitt filmslið ferðast bygd úr bygd, at finna umstøður, til eina videoinstallatión um happing. - Heilt ítøkiligani snýr tað seg um eina einkulta scenu, eitt klipp, sum er ein panorering allan kringin runt, sigur Eva Koch við grønum bøi í baksýni. - Panoreringin byrjar úti á havinum, fer inn at strondini, so síggja vit nøkur hús og síðani børn, sum spæla og kasta við onkrum. Upptøkutólið fangar eitt barn, sum rennur burtur frá og vit síggja at tað er ein steinur, ið varð kastaður. Panoreringin heldur fram, framvið barninum og út yvir bakkan og endar har hon byrjaði, úti á opnum havi.Tað er David Geyti, ið hevur gjørt panoreringsútgerðina, sum myndamenninir Bjarni Rubeksen og Rúni Kjær brúka, meðan Pauli Magnussen fangar ljóðið í harðbalnu føroysku náttúruni. Guðrun Eysturlíð er framleiðari og tann, ið skal fáa alt...

Hús úr ljóði

Blaðgrein,Dimmalætting 30. juni 2006: BÚSTAÐARBYGGING Elsta eigarafelag í landinum er Tórsbyrgi. Tríati ár eru liðin síðani fyrstu fólkini fluttu inn í býlingin, har húsini eru ymisk í stødd, sniði og liti Tórsbyrgi telur, eins og bygdin Húsavík, 80 íbúgvar, sum í aldrinum 6 til 89 ár, búgva í 36 húsum. Hóast nýbygdur partur av Havnini, er Tórsbyrgi mest at líkna við eina rótfesta bygd, dygst við havið. Eisini her broytist talið og samansetingin av fólki. Tá tætt var millum børnini, búðu fleiri fólk í Tórsbyrgi. Nú eru tey floygd og nýggj leggjast til og seta nýggja dagsskrá. Tættbýli við útsýni Millum tey fyrstu at flyta inn í Tórsbyrgi í 1976 var Elin Súsanna Jacobsen, lektari í søgu. – Tað hóskar mær væl at búgva í tættbýli. Tórsbyrgi hevur tiltalað meg frá fyrsta degi, soleiðis sum húsini eru skipað. Tað at húsini eru ein eind, ger tað møguligt at skapa eitt rúm við serligum stemningi, umframt at tað leggur upp til felagsskap og samstarv í grannalagnum. Spurd um vansar, sigur Elin ...

Tórsbyrgi besta átak

Tíðindaskriv, Eigarafelagið í Tórsbyrgi 28. juni 2006: VIRÐISLØN Tiltakið Best røkta bygd var fyrstu ferð hildið í 1997. Skipað hevur verið fyri tiltakinum annað hvørt ár. Í mun til undanfarin ár varð tiltakið broytt í 2006, tó við gamla leistinum sum grundarsteini og við sama endamáli Í 2006 var fyri fyrstu ferð møguligt hjá metingarnevndini, at lata ein serprís fyri besta átak. Øll kunnu verða innstillaði til hendan prísin; bæði privat, feløg, stovnar, kommunur v.m. Tað góða, positiva og framskygda átakið innan náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning í lokalsamfelagnum og/ella burðardygga ferðavinnu skal verða avgerandi fyri hvør fær prísin. Metingarnevndin nevndi hesi viðurskifti, tá virðislønin Besta Átak fyrstu ferð varð latin: Hetta er ein serlig virðisløn, sum verður latin fyri eitt serstakt átak í Føroyum. Hon kann verða latin einstaklingum, felagsskapum, virkjum, stovnum, kommunum ella øðrum. Nógv uppskot vóru tikin fram í hesum sambandi, men hevur metingarnevndin valt...

Mentanin góð kor?

Lesarabræv, Dimmalætting 17. juni 2003: Í blaðgrein í Dimmu týsdagin 17. juni vil blaðmaðurin Heini Gaard verða við, at mentanin hevur góð kor í Føroyum. Alt er relativt og kann diskuterast, lukkutíð eisini mentanin. Men lesur tú greinina, fært tú ein varhuga av, at helst er pástandurin – og yvirskriftin – av allari leið. Samanumtikið hevur mentanin ikki góð kor í Føroyum. Og listin so slettis ikki. Men støðan er í batningi. Mentamálaráðharrin gav í talu greiða ábending um nýggja strategiska hugsan, tá umræður mentan her á landi. Upplýst varð eisini, at í Írlandi er listarlig starvsløn skattafrí. Tí har er eitt framúr gott samstarv millum list, lóggávu- og skattavald. Í Hetlandi er harafturat tætt samstarv millum vinnu og listarligt virksemi, altsamalt við oljupengum sum støði. Í Skotlandi á sama hátt. Her hava vit nógv at læra. Og blaðmaðurin blakar sjálvur lærdóms-eplið inn á mentanarliga vøllin. Tað er fótbólturin. Heini vil hava fótbóltin viðgjørdan í mentanarliga kjakinum. Tað er ...