Skip to main content

Posts

Andlátini tryggja ikki framtíðina

Birgir sløkkir sjónvarp undir kønari leiðslu á brandskeiði í Havn, mynd Gundur Mortensen. Niðriundir: en røst fra graven, gomul útvarpslurt hjá Tema Radio í Havn, mynd Birgir Kruse Tíðindagrein, Jan Lamhauge, Dimmalætting 31. januar 2008: Eitt alment kringvarp er ein tann týdningarmiklasti mentanarberin í einum samfelagi og ein fortreyt fyri modernaða vitanarsamfelagnum. Men um føroyska almenna kringvarpið – KvF - í núverandi skapi hevur nakað grundarlag, er nógv meira ivasamt. Gamli stovnurin hevur ikki megnað at endurnýggja seg, kappingin á miðlamarknaðinm er nógv harðnað, og hartil líðir stovnurin harðliga undir vánarligari politiskari leiðslu. - Munurin, almenna útvarpið í dag hevur, er andlátini, sigur Birgir Kruse við einum smíli. - Hetta er sjálvandi mín lummafilosofi, men um tað ikki var fyri andlátini, dugi eg ikki heilt at síggja, hví fólk skuldu skift frá tíðindunum á Rás 2 kl. 12.00 yvir á tíðindini á ÚF kl. 12.20. Talan er um næstan somu tíðindi, sigur Birgir Kruse. Komand

Who wants yesterday’s papers?

Birgir Kruse við “Sticky Fingers” hjá Rolling Stones í hondini. Tænarin tók myndina á samnevndu matstovuni hjá bassleikaranum Bill Wyman í London. Úr: Formæli “Fjølmiðlar” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008): Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í fjølmiðlunum er tíðarbundið. Rolling Stones spurdu í 1966: “Who wants yesterday’s papers?” og skundaðu sær longu í sama sangi at svara: “Nobody in the world!” Hyggja vit nærri at hesum einfalda sangi, sum var hin fyrsti, Mick Jagger yrkti, so varnast vit nakað, ið var alment viðkomandi tá, eins og nú. Tað er staðfestingin av, at vit liva í einum støðugt skiftandi heimi: “I’m living a life of constant change/Every day means a turn of the page.” Hetta eru korini, fjølmiðlarnir liva undir, og hetta eru korini, vit sum brúkarar mugu læra okkum, skulu vit skilja miðlarnar. Hvør dagur er eitt nýskrivað blað. Og dagin eftir blaða vit upp á eina nýggja síðu. Uttan at fáa Sticky Fingers ella feittutar pedagogfingrar, sum eg plagi at kalla tað, tá tilfarið ver

Tagnarmeldurin

Úr: “Hvør av øðrum liva má” bls. 23 í “Fjølmiðlar” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008): Týska Elisabeth Noelle-Neumann (f.1916) setti í sjeytiárunum fram ástøði um tagnarmeldurin í miðlunum. Ástøði lýsti hon í bókini “Die Schweigespirale” í 1980. Hvørt vikuskifti hevur Sosialurin ein teig, ið kallast ”Klumman”. Ein klumma er ein fastur teigur, har kend fólk skriva um ávís evni. Dimmalætting hevur teigin ”Hinvegin”. Hin 18. juni er yvirskriftin í hesum teigi: ”Eg arbeiði eisini”. Blaðfólkið ilskast inn á føroyingin, ið ikki er so tíðindafróður. Klumman byrjar soleiðis: Vit føroyingar eru eitt løgið fólkaslag. Vit vilja fegin hava umtalu, tá hon er góð, men er hon minni góð, skal eingin siga nakað. Tá gerast vit ofta varin, afturlatin og onkuntíð beinleiðis tvør (…) Tað er jú eisini tað, eg og mínir starvsfelagar á øðum miðlum gera. Okkara uppgáva er bara at gera tíðindir til føroyingar, úti og heima, og málið er at hava so fjølboytt tíðindi sum møguligt. Tí ringja vit onkuntíð til fólk úti u

John Sigurd pakkar bøkur til Google

Tíðindaskriv Føroya Skúlabókagrunnur 24. januar 2008: Um dagarnar eru send 538 pund av bókum til Sunnyvale í Kalifornia. Tá móttakarin, Google Book Search, pakkar upp, eru 904 ymsar føroyskar skúlabøkur at finna í teim 18 bókakassunum, sum klaksvíkingurin John Sigurd hevur pakkað á Bókamiðsøluni á Sandvíkarhjalla. Tað er Google Book Search, ið hevur heintað bøkurnar í Føroyum og síðani fer at lesa tær inn, so tær síggjast í einum lesieggjandi søluátaki á netinum.Á henda hátt gerst allur heimurin møguligur kundi hjá Føroya stórsta bókaforlagi, Føroya Skúlabókagrunni. Minst 20% av hvørjari bók sæst. Tó verða øll leitorðini virkin, tá leitað verður á Google. Knýtt at øllum bókum er leinkja til Bókamiðsøluna, ið selur bøkurnar. Harafturat er møguleiki at síggja um eitt bókasavn í nánd har tú býrt hevur viðkomandi bók í útláni ella á lesistovu. Tað kann verða hent, um tú lesir føroyskt ella norðurlendskt mál og vilt lána ella keypa bókina ”An introduction to Modern Faroese”, ella um tú vilt

Skúlabókagrunnurin á Google

Tíðindagrein, Dimmalætting 23. januar 2008: Nú skulu føroyskir skúlanæmingar og onnur finna kvalifiseraðan tekst, tá tey sláa orð upp á Google. Hetta er høvuðsendamálið, nú bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni verða at finna á Google Book Search. Smáar túsund bøkur, sum skulu skannast hjá Google Book Search, verða í løtuni pakkaðar og sendar av landinum. Hetta er liður í samstarvi, sum byrjaði í Frankfurt í 2006, tá fundur var við leiðsluna í Google Book Search. Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, bleiv samstarvsfólk hjá Føroya Skúlabókagrunni í samstarvi við ein norðmann, sum samskipar samstarvsavtalur fyri Google Book Search. Treyt er, at í minsta lagi 20 prosent av hvørjari bók skulu síggjast á netinum, men tekstirnir kunnu hvørki printaast ella margfaldast. Øll leitiorð í bókini eru at finna á Google. Tað vil við øðrum orðum siga, at tá leitað verður eftir onkrum orði í einari av bókunum, verður víst á viðkomandi bók, forlag og so framvegis. Eisini ber til at keypa bøkurn

Førir børn í reinan heiðinskap

Tíðindagrein, Sosialurin 6. desember 2007: Filmurin Gylta Kumpassin , sum verður frumsýndur í Føroyum í morgin, verður lagdur undir at verða ein grov manipulatión av børnum og ungum. - Hetta minnir mest um heilavask, og børnini verða leidd aftur í reinan heiðinskap, sigur kunningarleiðarin hjá katólsku kirkjuni í Danmark. Føroyskur serfrøðingur í talgildum samskifti heldur, at børn hava góð filtur til at hyggja eftir filmum og at spæla telduspøl, sum kunnu tykjast ógvuslig. Tað eru ikki smávegis ákærur, sum í hesum døgum regna niður yvir stórfilmin The Golden Compass, ið verður frumsýndur kring allan heimin í morgin. Teologar uttanlands hølva filmin av, tí hann skal verða manipulerandi og hava til endamáls at undirgrava kristindómin við stórslignum undirhaldi, sum børnini og tey ungu eru verjuleys ímóti. Ein av teimum, sum finnist harðliga at filminum, er Iben Tranholm, teologur og kunningarleiðari hjá katólsku kirkjuni í Danmark. - Gylta Kumpassin er ein filmur í eini røð av filmum,

At leggja seg opnan

Ummæli, Sosialurin 23. november 2007: “ Sangir eru eitt slag av samrøðu, ið setir tankar í gongd um okkum sjálvi,” sigur Uni Arge í samrøðu við Sosialin, nú fyrsta fløga hansara við tólv popp- og fólkasangum kemur út. “Tá man ger sovorið úr egnum barmi, leggur mann seg opnan og verður sárbærur. Men tað gerð tað bæði ræðandi og spennnandi, at vága eitt petti av sær sjálvum.” Uni hevur eina góða og klára sangrødd, ið ótilgjørd andar av nærveru. Tað er mín fyrsta kensla tá eg hoyri Mitt í sjónum, sum er fyrsta fløguútgávan hjá Una Arge. Sjálvur hevur hann gjørt allar tólv sangirnar, bæði orð og løg. Og hetta er ein sangfløga burturav. Sangir í tí vanliga týdninginum, vit kenna úr Grønu sangbók. Beint fram og uttan nakran háva. Fragd fyri oyrað Fyrsti sangur súkklar avstað, sum var hetta ein Grand Prix kapping, har Uni er dygst í hølunum á Søren Poppe og teimum í Rollo & King. Eitt bland av frískum country og føroyskum spælimanstónleiki á hásumri. Fylgispælið er fangandi og hvør smálu

62 Norður

Fjølmiðlaumrøða 62 Norður, Útvarp Føroya 22. november. 2007: Fleiri av okkara miðlum hava fylt runt í ár: Dimma 130, Sosialurin 80, Útvarpið 50 og Sjónvarpið hálvt so gamalt. Eg fari at hefta meg við henda yngsta miðilinum og dømi um brúkarasjónarmið í Degi & Viku. Vit bakka eina viku. Søgan um bústovnin í Børkugøtu í Havn er ”uppfunnin” í Degi & Viku, sum reisir málið um eini niðurslitin og vandamikil hús. Arbeiðsfólk, brúkaraumboð og evsti myndugleikin verða tikin við. Í næsta parti skriva Javni og foreldur kæru til Brunaumsjónina. Fríggjakvøldið veit redaksjónin at siga at nú verður bústovnurin umvældur. Tí sama seinrapart hevur landstyrismaðurin funnið eina millión. Í einum landi uttan brúkaravernd, er Dagur & Vika besta umboð, vit hava. At reisa eitt mál, fylgja tí og loysa tað, er ynskistøðan hjá einum miðili, ið tekur tankan um fjórða statsvaldið í álvara. Samstundis sum hetta skapar rótfesti í fólkinum, er hetta gott myndavarp, har myndirnar eru sigandi og víðka um