At vera á røttum stað í røttu tíð, tað er uppskriftin til alt gott. Ikki minst eina góða mynd. Sama krossandi frásøgn er fortreytin fyri eini sólarmyrking, ið er so sjáldsom, at hon ikki hevur rakt okkum síðani 1954. Og so aftur nú, 20. mars klokkan 09:41 í 2015. At brúka hesar krossandi farleiðir, hana hjá mánanum, sum kemur fyri sólina, so vit einki síggja eina evarska løtu, til eitt listaverk, er av meta -slagnum. Eitt jarðbundið listaverk undir einum kosmiskum listaverki. At tað fyrra er livandi og ikki viðgjørt, meðan kosmisku kreftirnar rulla seg út og draga fyri øllum, tað er stórt. Heilt stórt. Tí samstundis nemur tú við basal kjarnuvirði, sum í øllum einfeldi verða monumental og skakandi sterk, tí bráddliga kasta tey langan skugga og fáa sól og mána at spæla við. At so heitið er Deyðir varðar ger upplivingina stóra í tí evarska lítla, sum er okkum tillutað. Klippleysa náttúrupptøkan verður tíðarleys og ber brá av ævinleika hjá dómsbandabólkinum Hamferð. Upptøkan, sum