Skip to main content

Korona autentisitetur


At vera á røttum stað í røttu tíð, tað er uppskriftin til alt gott. Ikki minst eina góða mynd. Sama krossandi frásøgn er fortreytin fyri eini sólarmyrking, ið er so sjáldsom, at hon ikki hevur rakt okkum síðani 1954. Og so aftur nú, 20. mars klokkan 09:41 í 2015.

At brúka hesar krossandi farleiðir, hana hjá mánanum, sum kemur fyri sólina, so vit einki síggja eina evarska løtu, til eitt listaverk, er av meta-slagnum. Eitt jarðbundið listaverk undir einum kosmiskum listaverki.

At tað fyrra er livandi og ikki viðgjørt, meðan kosmisku kreftirnar rulla seg út og draga fyri øllum, tað er stórt. Heilt stórt. Tí samstundis nemur tú við basal kjarnuvirði, sum í øllum einfeldi verða monumental og skakandi sterk, tí bráddliga kasta tey langan skugga og fáa sól og mána at spæla við.

At so heitið er Deyðir varðar ger upplivingina stóra í tí evarska lítla, sum er okkum tillutað. Klippleysa náttúrupptøkan verður tíðarleys og ber brá av ævinleika hjá dómsbandabólkinum Hamferð. Upptøkan, sum ikki kann gerast umaftur, er eins lítarleys og spælið og sangurin úti á berajólum omanfyri Kvívík. Løtan er ektað, sum vóru vit í kirkju undir opnum himni, fyrst í upphavsins ljósi, so í niðurgangssorta og at enda uppafturstaðin í ljósi, meðan vindurin blæsir.


Við hesi upptøku skapar doom metal bólkurin Hamferð ein korona autentisitet, um nakað eitir so. Um einki eitir so, so uppfinna vit heitið til hetta sjáldsama høvið.

Teir, ið trúna fram undir myrkursins sól á bønum, eru Theodor Kapnas, Jón Aldará og John Áki Egholm. Sangurin var við á Evst fløguni hjá Hamferð, sum kom í 2013. Fyrsta útgávan, Vilst, sum var ein EP, kom í 2010.

- Eg haldi at hugskotið bleiv til í samskifti við tveir eclipse hunters, at gera nakað serligt, meðan fulla sólarmyrkingin var, sigur fotografurin Kenneth Jørgensen. - Hetta endaði so við, at mítt felag, Phenexus Productions, slapp at filma hesa live framførsluna av Deyðir Varðar. Kamera og filtur vóru ikki nakað serligt, og location bleiv valt, aftaná at Theodor og eg høvdu leitað eftir einum góðum stað, har man sá sólina í baksýni við einum flottum landslagi í forgrundini, sigur Kenneth.

Fleiri enn hundraðtúsund hava spælt sangin hjá Hamferð á YouTube.