Skip to main content

Móðurmálsdagurin


25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs. Tá verður móðurmálsdagurin hildin. Nám heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti.

Umframt Nám eru hesi við til at fyrireika Móðurmálsdagin: Mentamálaráðið, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Norðurlandahúsið, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Landsbókasavnið.

Móðurmálsdagin verður ein Móðurmálsvirðisløn handa. Í ár verður hon handað fyri tað góða málið í lýsingum og handilsligum teksti. Virðislønin verður handað í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har Hammershaimb vaks upp. Móðurmálsdagin vera eisini fleiri stuttir fyrilestrar og framløgur undir heitinum føroyskt og talgildi heimurin, fyrrapartin á Landsbókasavninum og seinrapartin í Norðurlandahúsinum.

Her er skráin fyri móðurmálsdagin 25. mars 2015:

Á Landsbókasavninum, frá klokkan 10.00:

Verkætlanin Talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum verður alment tikin í nýtslu.

Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, bjóðar vælkomið.

Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, letur blaðsavnið upp fyri almenninginum á netinum.

Erling Kjærbo, verkætlanarleiðari, greiðir frá gongdini at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum og um, hvussu vit brúka blaðsavnið.

Hanus Kamban, rithøvundur, greiðir frá sínum royndum at brúka bløðini sum keldu.

Arnbjørn Dalsgarð, leiðari á Býarbókasavninum, sigur frá hendingum í føroysku blaðsøguni.


Í Norðurlandahúsinum, frá klokkan 13.00: Føroyskt og talgildi heimurin.

Kl. 13.00 Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, setir Móðurmálsdagin 2015.

Kl. 13.10 Halldóra Jónsdóttir: ISLEX - et vigtigt bidrag til det nordiske sprogsamarbejde.

Kl. 13.25 Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, letur upp føroyska partin av ISLEX.

Kl. 13.40 Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris S. Hansen, málfrøðingar á Føroyamálsdeildini: Nýbrot í føroyskari orðabókagerð.

Tónleikur: Angelika Nielsen, violin, og Anna Hüdepohl, akkordeon.    

Kl. 14.05 Karin Kass, leiðari á Sjóndeplinum: Føroysk teldutala.

STEÐGUR

Kl. 14.40 Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, teknmálstulkar: Føroysk teknmálsorðabók.

Tónleikur: Angelika Nielsen, violin, og Anna Hüdepohl, akkordeon.

Kl. 15.05 Jonhard Mikkelsen, stjóri, Forlagið Sprotin: Ókeypis orðabøkur til allan heimin.

Kl. 15.20 Landsbókasavnið, Søvn Landsins: Kunning um verkætlanina Talgild bløð.

Kl. 15.45 Endi og kunning um framhaldið um kvøldið.


Í Nýggjustovu, í Gongini 8, frá klokkan 19.00:

Móðurmálsdagurin 2015 heldur fram í Nýggjustovu, barnaheimi V. U. Hammershaimbs.

Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, handar Móðurmálsvirðislønina 2015.

Høgni Djurhuus, sum fekk móðurmálsvirðislønina í 2012, hugleiðir.        

Bólkurin Kvonn við Kristiani Blak, Sharon Weiss, Ívari Bærentsen og Angeliku Nielsen spælir tónleik eftir J. C. Svabo.                    

Niðanfyri sæst Høgni Djurhuus, útvarpsmaður, sum fekk Móðurmálsvirðislønina í 2012 fyri klummur í Útvarpinum og í Sosialinum.