Gamli býurin millum vágirnar, soleiðis verður býlingurin úti á Reyni og har um leiðir nevndur í tí mest forvitnisliga partinum av Tórshavnar býaratlasi , sum kom í 2007. Omanfyri síggjast húsini hjá Visit Faroe Islands, men sum eldri havnarfólk kalla hjá Wellejus, og uppaftur eldri kalla Gamla Kristnastova. Gulu húsini eru Landshandilin í upprunalitinum, so sum eg minnist hann, og húsini í brekkuni aftanfyri, sum ikki síggjast, men verða rópt Kristnastova, eru bygd í 1902, so hesi hvítu hús eiga at vera eldri. Men gjøgnum tíðina eru tey bygd um, sigur Birgar, serliga eftir at danski verkfrøðingurin Frithjof Wellejus kom til Føroya í 1919. Hann búi fyrst á Hotel Djurhuus, tað er núverandi Áarstova, fór at leggja el inn hjá føroyingum, og í 1935 keypti hann hesi húsini, og bygdi uppá, so sum vit hava kent tey í eitt mannaminni, við Hellesen battaríreklamu á sermerkta hvíta trappuskjøldrinum. Har gjørdu tey útvarpstól, og eg haldi, at Finnbogi, sum eg arbeiddi saman við í Útvarpinum á