Føroysk lýsingavinna er ótrúlig. Og tá hugsi eg ikki tann patetiska tanka, sum ofta er frammi, at eingin annar enn vit gera føroyskar lýsingar. Tað er ein bílig umbering at traðka á altjóða pallin við onkrum jánkasligum, sum tú veitst ikki tolir miskunarleysa pallljósið. Men so er ikki her. Hetta er stevfast sannførandi. Í mínum filmiska heila geri eg eina beina kopling frá Ernst í leiklutinum sum dekadentur operasangari í Føroyum í dag til italska satirufilmin La grande bouffet , sum Marco Ferreri (1928-1997) gjørdi í 1973. Tey í ikki minna dekadenta Filmsfelagnum savnaðust um filmin hjá Paula í Sjónleikarhúsinum eini tíggju ár seinni ella so. Gamaní er átuvombin hjá Ernst ikki so víðfarin sum hjá italsku ríkmonnunum, sum á søguliga filminum gjørdu av at eta seg av verðini, meðan vit hoyra hundar og horur geva barkaljóð frá sær uttan fyri fokus í søguni. So djúpfallin er milda nýsatiran úr Miklagarði ikki. Saman við Bónus og Mylnuni hevur Miklagarður fingið samst