Skip to main content

Eingin Fólkaoscar



The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, sum hvørt ár skipar fyri Oscartiltakinum, kunnugjørdi í gjár, at eingin Oscarvirðisløn fer kortini at verða latin fyri popular film sum annars var ætlanin.

Ein orsøk er at uppskotið kom so seint, verður millum annað sagt. Men fyriskipararnir siga samstundis, at ætlanin er ikki slept.

Dawn Hudson, sum er Oscarstjóri, sigur, at “There has been a wide range of reactions to the introduction of a new award, and we recognize the need for further discussion with our members. We have made changes to the Oscars over the years, including this year, and we will continue to evolve while also respecting the incredible legacy of the last 90 years."

Tað var í august, at Oscarfyriskipararnir søgdu, at nú kom ein nýggj virðisløn, ið skuldi lofta fólksligu filmsmeiningini og verða kallað popular film.

Givið er, at svinnandi hyggjaratøl hjá Oscarmaskinuni hava ein avgerðandi leiklut. Oscarsendingin í ár hevði lægstu síggjaratøl nakrantíð, the lowest ever.

Oscarhandanin, sum enn er tann einstaka hendingin í filmsheiminum, sum skapar mestu umrøðu fyri film, serliga á fremmandamáli, tað er alt annað enn enskt, verður sunnudagin 24. februar í 2019.

Oscarmyndin er frá Gettysavninum.