Skip to main content

Posts

ChatGPT verður lítið brúkt í skúla

Talgildisbúgving er evnið, nú Nám skipar fyri árliga Læraradegnum í Norðurlandahúsinum.  Undan degnum, sum 7.-9. novembur savnar allar fólkaskúlalærarar í Føroyum, hevur Undirvísingarstýrið, har Andreas Simonsen, sum sæst omanfyri, er verkætlanarleiðari, gjørt kanning av í hvønn mun lærarar brúka chatGPT, Bing, Bard og líknandi kjattbottar í undirvísingini, ella at fyrireika seg og næmingarnar til undirvísingina. 484 lærarar hava svarað sekstan spurningum í kanningini , sum staðfestir, at bert trý prosent av lærarunum brúka chatGPT ella líknandi kjattmenni í undirvísingini.   Her kann øll kanningin lesast:

Tilgjørt vit

Menniskjað hevur altíð verið hugtikið av maskinum og er tað enn. Onkuntíð hava vit verið bangin fyri maskinum, tí tær kundu gera okkum arbeiðsleys og taka ræðið á øllum. Í fyrstuni dugdu bara prestar at lesa í hondskrivaðum bókum. So kom prentkynstrið og gav okkum prentaðar bøkur á okkara egna máli. Í 1865 fór ein av kendastu høvundum, Jules Verne, at skriva um mánaferðir. Fólk undraðust, tí tað høvdu tey ikki lisið um fyrr. Eftir seinna Verðaldarbardaga vóru fólk bangin fyri, hvussu milliónir av fólki kundu ganga í takt og gera tað, sum tey vistu, var skeivt. Akkurát sum at happa í skúlagarðinum. Kanska var tað tí, at George Orwell akkurát tá skrivaði framtíðarsøguna 1984. Í søguni er tað ein óður einaræðisharri, sum sær og bestemmar alt, sum fer fram millum fólk. Men so kemur ein onnur maskina inn í søgukynstrið. Tað er teldan.  Ein søga um eina stóra teldu verður í 1968 gjørd til film um eina ferð langt út í rúmdina.  Heitið á filminum er ”2001: A Space Odyssey” og umborð er ein tel

Mistela og íblásturin, hon gav á Eiði

Elizabeth Taylor, Mistela (1856-1932)   Ein dag í juni 1895 leggur DFDS skipið Laura at í Føroyum. Ferðamannaskipið skal til Íslands og umborð er 39 ára gamla amerikanska Elizabeth Taylor. Hon er ein traveling lady, sum skrivar til bløð í New York og Boston.  Nú fer hon til Íslands at skriva um æður.  Hon hevur ferðast víða. Hevur verið á listaskúla í New York og í París. Hevur fiskað laks í Alaska, og ferðast eftir stóru áunum í Kanada. Í 1890 var hon fyrstu ferð í Evropa, og vitjaði í Onglandi, Skotlandi, Noregi, Fraklandi, Montenegro og Italia.  Tá Elizabeth hendan junidag í 1895 stendur á dekkinum á Lauru, er mjørki. Bráddliga koma Føroyar úr tí hulda. Tað er okkurt sjáldsamt, ið hugtekur hana, og hon veit, at her fer hon at vitja aftur.  Fimm ferðir kemur Elizabeth aftur til Føroya. Hon er tilsamans tíggju ár í Føroyum, mest á Eiði, í Miðvági og á Viðareiði. Tá hon er á Eiði, gistir hon hjá Caroline Amalie og Jens Jørgen Kruse, ið eru foreldur at Niels Kruse. Hann er fimtan ár yng

Jólaborðhaldini nærkast

- Borðreið teg borð, vórðu boðini og heitið á einum av fleiri enn tveyhundrað ævintýrum, sum týsku brøðurnir Grimm savnaðu í 1800-talinum. Eins og hini bleiv hetta ævintýr kent um allan heim, á portugisiskum Mesinha põe-te og á upprunatýskum Tischchen deck dich . Tað stundar til mortansmessu.  - Í kvøld hava vit sommelier Emil Gamrath á vitjan, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hotel Hilton Garden Inn, meðan hann førir okkum til borðs, her flestu kokkar, eisini frá Koks í Grønlandi, eru savnaðir at smakka portvín úr Portugal. Emil, sum ofta hevur verið í Føroyum, er umboð fyri Theis Vine, og hevur serliga lagt seg eftir portvíni og víni annars, hvítum og reyðum, frá Niepoort Vinhos har norðuri í Porto og haðani inn í portugisiska Dourodalin. Vit hyggja í matskránna í Hallartúni, sum er heitið á matstovuni, og afturvið tosinum um brisling á Skálafjørðinum freistast vit til fyrst at velja spanskar ansjósir frá Ortiz við cherrytomatum og myntu.  Afturvið serverar Ellie, sum er úr Filipsoygg

Náttúran er okkara heim

Í hondini hevur Høgni Hoydal, landstýrismaður við ferðavinnumálum, bóklingin Heim , sum Visit Faroe Islands legði fram í Norðurlandahúsinum í dag.  Landstýrismaðurin helt eina góða og vælskipaða røðu fyri fulsettum sali, har eg beinanvegin hefti meg við, at hugtakið hagi , sum í stríðsmálinum gongd í haga , snildisliga varð skift út við tað meira harmoniska náttúru , sum í gongd í náttúru . - Heim og náttúra eru nýggj lyklaorð í eini ferðavinnustrategi fram ímóti 2030. Inspiratiónskeldan er yrkjarin Gary Snyder, sigur Guðrið Højgaard, stjóri, og endurgevur aldrandi amerikanska yrkjaran, ið sigur, at ”náttúran er ikki eitt stað at vitja, hon er heim”. Tað er í savninum The Practice of the Wild (1990), at Snyder, sum í dag er 93, sigur “Nature is not a place to visit. It is home.” - Hetta var kjarnan í mongu samrøðunum um ferðavinnu vit hava havt, og tí er hetta eisini grundhugsanin, sum er stýrandi fyri framtíðarætlan okkara, segði Guðrið, ið samstundis gjørdi vart við, at nøgdsemið h

Í havanum hjá Lennon

Er tað nakar í Liverpool, ið hevur ein hava á høvdinum, so er tað Salah. Men nú hevur hýruvognsførarin Owen, sum eisini er samfelagsreyður fótbóltsfjeppari, koyrt okkum í havatúnið hjá Lennon og teimum, sum tað síðsta av teim fýra. Lennon er krúnan á høvdinum. Hús fyri hús hevur hann ein gimmick, sum er at fáa okkum at gera tað sama, sum sæst á eini søguligari mynd við úrvalda beatilinum, tá hann búði her. Í hesum føri at halla aftur á portrið, við vinstra beini nonsjalant yvir tað høgra. Meðan eg hyggi yvir á bláa National trust skeltið, sum bæði váttar og staðfestir, at her búði John Lennon, gongur upp fyri mær, at stuttabuksurnar lógu eftir.   Í rigoristiska bretska stættarsamfelagnum leggur sjaførurin dentin á stætt, korð og familjuviðurskifti, og eisini eina persónliga meting av, hvønn beatil, honum dámar best í einum jøvnum dialogi við okkum fýra, sum sita aftanfyri. Og so hvørja LP okkum dámar best. Og her dugir hann hegnisliga væl at skjóta inn í millum, at hann eigur mest slit