Skip to main content

Posts

Peilipunkt

Um vikuskiftið var eg á tekniskeiði hjá Jón Sonna Jensen á Háskúlanum, og einu løtuna leygarkavøldið gjørdi eg ein avstingara inn í Løkshøll at hoyra Bjørn Eidsvåg. Tvey góð peilipunkt, sum eg vil ráða øllum til, tekning og Eidsvåg, hevur tú høvið og møguleika at velja. At geva tilveruni perspektiv, ella endurfinna og sjeina upp tey peilipunkt, tú einaferð hevði, ella í minsta lagi helt teg hava. I gode venners lag, fyri at sitera Eidsvåg í Skyfri himmel, helst hin mest sosialt útfarandi og tí rámandi sangurin á allari konsertini, soleiðis sum eg fataði og upplivdi hana. Ja langt aftaná, lá hesin sangur á og elvdi til hugsunarsaman resonans. I gode venners lag. Konsertin er ein rammusøga um tað góða og tað illa. Bjørn byrjar við at siga søgnina um hin gamla cherokee indiánan, sum mettur av døgum fortelur abbasoninum um teir báðar úlvarnar, sum støðugt vilja vinna á okkara tilveru, annar við tí illa og hin við tí góða. Á pallinum eru frá vinstru Kjetil Steensnæs, gittar, Bjørn Holm, bas

ellivu

klokkan ringir í næsta rúmi hon harkar og vendir sær  ljósmotorar blaktra av vágni í skiftandi lotinum kranar á molanum ljóðið av vatni og gurgli her er upptikið  passi mær løgi um gongina undir brúsuna og nú ikki ein ond føgur líð á bygd mitt í havn eg dragi frá í kvøld er konsert tað ringir aftur í nummar tíggju 

Formaður í Moskva

Altjóða filmstevnan í Moskva, sum byrjaði fríggjadagin í farnu viku, er nú av, og bestu filmar eru kosnir. Stevnan varð fyrstu ferð hildin í 1935 við montasjumeistaranum, Sergej Eisenstein, sum formanni. Nú er filmsnevndarformaðurin íslendski Friðrik Þór Friðriksson, gamli vinurin hjá Filmsfelagnum.  Ein vágin gerð, at standa fremstur í Moskva, halda flestu. Í samrøðu við íslendska Síðdegisútvarpið, seinrapartsútvarpið, á rás tvey, sigur Friðrik, at hann skilir støðuna, men er forvitin, elskar film, og vil fáa innlit í, hvat filmsfólk, sum ikki eru uppií krígnum, gera, nú kríggið bleiv so drúgt. Hann sigur seg ikki gera film til ríkisstjórnir at síggja, men til áskoðarar, sum ganga í biograf og fakliga dyrka film.  - At isolera fólk frá mentalívinum er ikki rætt, serliga tá tað snýr seg um fólk, sum ikki beinleiðis eru við í krígnum. Russiskir filmar hava altíð verið frammalaga í søguni, so filmstevnan í Moskva, sum eg oftani havi vitjað við egnum filmum, hevur altíð verið hámett.  Fri

Føroyar í amerikanskari linsu

Amerikanski fotovinurin, Bill Schwab úr Harbor Springs, Michigan, kom fyrstu ferð higar í 2011 við einum liði av amerikanskum fotografum. Við egnari útgerð arbeiða tey við lokalum myndaevnum, fototeknikki og skifta orð um úrslitið. Komin úr ymsum ættum, møtast tey fyrsta kvøldið á Irish Pub, sum sæst niðanfyri.  Gávuprentið, omanfyri, er av Patti Smith, sum Bill avmyndað í Detroit 1995. Gjøgnum árini hevur hann avmyndað nógvar amerikanskar rokkstjørnur.  Men eftir at hava ferðast nógv í Íslandi og arbeitt har við fotografum, varnaðist hann Føroyar fyri trettan árum síðan. Sum fotografur og ferðaleiðari hjá professionalum amerikanskum fotografum er hann hugtikin av Føroyum, ikki minst nú veðrið er so gott. - We’ve been having a wonderful time so far, sigur Bill í góðveðrinum. Frá vinstru eru tey Travis Nunn, Jennifer Seitz, Baba Barnett, Steve Hanrahan, Irene Searles, Bill Schwab, Becky Logan og Kimberly Harmon. Veðrið er so gott, at ferðaleiðarin, Bill, er púra paff. - So far, it’s bee

Yppa yppa øksl

Haldi ikki eg havi hoyrt ein so konkretan spurning frá tíðindavertinum í kvøld verið svaraðan við so óforpliktandi uttanumtosi, ið mest var um súkling og grannar og hearsay, túnatos, sum orðabókin sigur um roks. Tvey landstýrisfólk og ein vertur, sum gjørdi sítt besta, henda síðsta. Eitt av næstan øllum innsløgunum um heilsustøðuna í Føroyum, har eitt uppskot, í onkrum føri tað fakliga besta tilmælið, var at senda børn av landinum, tí so fingu tey eitt betri lív. Aftaná. Skilafólk øll somul, men eg veit ikki um eg skal gráta ella grína, av at hoyra tvey landstýrisfólk, púra laiv í studio, yppa øksl, sum dagsins poppsangur sigur, yppa yppa, sum einaferð var fólksliga uttanduramotivið niðri í Vágsbotni. Í ramasta álvara at møtast til at yppa øksl, og gera tað í felag sum eina andsøgn til ráðandi líkasæluna. Yppandi tankin hevur fylgt mær síðan, eg sá Arna yppa øksl, og nú varð hann aftur loystur upp at blása, yppandi tankin. Í meðan heimleysa studioprátið fer upp og niður eftir stólpum,

Saksofonin savnar

Samstundis sum høvuðsstaðurin enn einaferð tykist skúgva tankan um eitt tjóðleikhús frá sær - meðan borgarstjórin, svangur av døgum, stillar upp aftur og lukkutíð tvíheldur um hugahúsið í Havn - var tað ein hending, sum hesa vikuna sannførdi meg um, at, hvat vit so kunnu finna uppá av reklamugimmicks og uttanumtosi, so hvílir listin á ongum øðrum enn herðunum á einstaklinginum.  Álitið hesa vikuna var Kristina Thede Johansen, nýútbúgvin saksofonleikari, sum í Høllini í Norðurlandahúsinum framførdi próvtøkuna, debutkonsertina SANSA Føroyar, ið impromtu fær meg at leingjast eftir meir enn tjúgu ára gomlu Listastevnuni, so gjøgnumførd og hugtakandi var konsertin. Ikki sørt ólík Sequentia, sum framførdi Edda hjá Benjamin Bagby, sum eg uttan at himprast aftur í kvøld fari at halda fram sum fremsta uppliving í fjøruti ár í Norðurlandahúsinum. Men henda uppliving í kvøld, SANSA Føroyar, legði seg beint upp at Sequentia. Serliga í byrjanini, tá Kristina einsamøll við saksofonini og øllum havsi

Tjóðleikhúsið: Tí, og bara tí, kann tað ikki liggja aðrastaðni enn í Havn

Eftir at havnameistarin í Havn, og nú eisini formaðurin í mentamálanevndini í høvuðsstaðnum, vilja flyta Tjóðleikhúsið á triðja sinni, Runavíkar kommuna í ramasta álvara vil hava pallin inn hagar, og Kringvarpið slær alt upp í glens fyri opnari mikronfon í tveir tímar í sendingini Skratsj , talar Føroya kendasti, virknasti og nógv mest virðislønti sjónleikari at.   - Hesin glantrileikurin, sum bara veksur og gerst heilt absurdur, um yrkisleiklistina og tjóðpallin, má viðmerkjast, sigur Olaf Johannessen, og vendir sær til Birkblog í dag.  - Bygdamentanin, og alt gott um hana, er um at køva alt, sum hevur við fría leiklist at gera. Tað er so týðiligt at hesir bygda- og landspolitikkarar fullkomiliga hava misskilt, hvat ein frí leiklist kann og skal. Somuleiðis hvat eitt Tjóðleikhús kann og skal.  - Eitt Tjóðleikhús er ikki eitt glæntrihús til representatiónir og konferansur, men eitt livandi stað, sum andar og livir í tíðini, og í tí umhvørvi, har tað er staðsett. Sum er opið at detta i

Yvirmett og undirfíggjað

Herfyri skuldi eg gera samrøðu við ein slóðara í føroyskum mentanararbeiði. Tá samrøðan var liðug, tosa vit um, hvussu leikur víðari fer. Hon skilir, at nú er alt í hondunum á tekniska eftirarbeiðnum, sum lítil og eingin fígging er til. Samrøðan skal til útlandið. Tá letur í henni: - Hetta er fyrsta eyðkennið fyri føroyskt mentanararbeiði. Stórliga yvirmett í politiskum røðum, og sjúkliga undirfíggjað, tá tað kemur til tey útinnandi. Vit útsýni yvir Havnina svølgdi eg kaffikoppin og mundi sett grønu keksina í hálsin, so paff bleiv eg av hesi beinraknu útsøgn. Í dag kom mær aftur til hugs tær yvirmettu talur, framsýningar og kanningar, sum hava verið gjørdar síðan 2015 um ein tjóðpall , ella tveir, har minst annar hevur elevator, í einum Tjóðleikhúsi í Havn. Og bókasavn skal vera í kjallaranum og kafé uppi á loftinum. Fyrst á Skálatrøð og so á Bursatanga, so lossingamenn kunnu aktiverast í politiskari palllist. Tað er besti tanki í øllum hesum átøkum, leiklistini í høvuðsstaðnum a