Haldi ikki eg havi hoyrt ein so konkretan spurning frá tíðindavertinum í kvøld verið svaraðan við so óforpliktandi uttanumtosi, ið mest var um súkling og grannar og hearsay, túnatos, sum orðabókin sigur um roks. Tvey landstýrisfólk og ein vertur, sum gjørdi sítt besta, henda síðsta. Eitt av næstan øllum innsløgunum um heilsustøðuna í Føroyum, har eitt uppskot, í onkrum føri tað fakliga besta tilmælið, var at senda børn av landinum, tí so fingu tey eitt betri lív. Aftaná. Skilafólk øll somul, men eg veit ikki um eg skal gráta ella grína, av at hoyra tvey landstýrisfólk, púra laiv í studio, yppa øksl, sum dagsins poppsangur sigur, yppa yppa, sum einaferð var fólksliga uttanduramotivið niðri í Vágsbotni. Í ramasta álvara at møtast til at yppa øksl, og gera tað í felag sum eina andsøgn til ráðandi líkasæluna. Yppandi tankin hevur fylgt mær síðan, eg sá Arna yppa øksl, og nú varð hann aftur loystur upp at blása, yppandi tankin. Í meðan heimleysa studioprátið fer upp og niður eftir stólpum, stytti eg mær stundir at hyggja eftir beltispenni, ið er fremsti galliónsfigurur, ið skal síggjast við studioborðið, síðan turriklæði um hálsin, gamaní tað er kalt úti, glitrandi troyggjuna, brillurnar, klippið og hárlitingina. Síðst eg sá hetta úrval var tað í tollfría kataloginum hjá almenna flutningsfelagnum. Sig mær, merkir J í parentes at hetta er eitt ja til tað heila? Og so er tað fíggjarmálaráðharrin við meira hearsay. Fittar kvinnur allar samlar, men í hesi løtuni kenni eg meg so útskammaðan av organiseraðum politikarum og eini almennari redaktión, at alt vendist sær innan í mær. Er hetta ein áður óhoyrd útskamming, sum er byrjað í almenna geiranum? Geiranum, sum sendir børn av landinum? Geiranum, sum leggur gjald á grøna frukt, so ein agurk kostar dubult so nógv sum eitt king size karamell? Er útskammingin í føroyska samfelagnum sett í akcelererandi excel skema, so undirstættin sjálv skal fáa eitt aha upplivilsi av, fast taki tykkum, at her hoyri eg ikki heima, meðan yvirstættin kann halda fram í eini óforpliktandi yvirflóð av politiskari makt, har eingin talar at? Ella eri eg bara for nærtakin, yvirvektigur og erkvinsin? Ella skal eg bara skifta garderobuna út og yppa øksl? Nei, eg bara spyrji.