Amerikanski fotovinurin, Bill Schwab úr Harbor Springs, Michigan, kom fyrstu ferð higar í 2011 við einum liði av amerikanskum fotografum. Við egnari útgerð arbeiða tey við lokalum myndaevnum, fototeknikki og skifta orð um úrslitið. Komin úr ymsum ættum, møtast tey fyrsta kvøldið á Irish Pub, sum sæst niðanfyri.
Gávuprentið, omanfyri, er av Patti Smith, sum Bill avmyndað í Detroit 1995. Gjøgnum árini hevur hann avmyndað nógvar amerikanskar rokkstjørnur.
Men eftir at hava ferðast nógv í Íslandi og arbeitt har við fotografum, varnaðist hann Føroyar fyri trettan árum síðan. Sum fotografur og ferðaleiðari hjá professionalum amerikanskum fotografum er hann hugtikin av Føroyum, ikki minst nú veðrið er so gott.
- We’ve been having a wonderful time so far, sigur Bill í góðveðrinum. Frá vinstru eru tey Travis Nunn, Jennifer Seitz, Baba Barnett, Steve Hanrahan, Irene Searles, Bill Schwab, Becky Logan og Kimberly Harmon. Veðrið er so gott, at ferðaleiðarin, Bill, er púra paff.
- So far, it’s been a bit out of character because it’s been so nice! It’s wonderful for me to see some of these places that I’ve never seen in such light. It never ceases to amaze me how beautiful this country is. I’ve been many times now and it never gets old. There is always something new to see. So much new tunnel development! I think I will miss some of the old roads. However, progress must happen and I’m sure for people here that it is making the quality of life much better. So much has changed in the 13 years that I have been coming here, but it’s good to see that it hasn’t been as rapid and unchecked as it was over the same period of years in Iceland, sigur Bill og vísur mær dronumynd, hann í dag hevur tikið yvir vegnum uppi á Oyggj og gjørt til nýggja profilmynd á Facebook.