Leygardagin verður Sjómannadagurin karmur um fyrstu kokkakappingina nakrantið í Føroyum. Talan er um kappingina Arctic Young Chef, sum NORA - Norrønt Atlantssamstarv - skipar fyri í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík og Føroya Sjómannadag. Kappingin byrjar kl 10.30 leygarmorgunin, tá ið fyrsti kokkurin fer til komfýrin og grýturnar. Fimm ungir kokkar eru við í kappingini, sum er partur av eini størri norðuratlantiskari kapping. Vinnararnir í Íslandi og Grønlandi eru klárir, og um hálvan september verður norski vinnarin funnin. Stóra finalan verður í Hørpu í Íslandi sum partur av altjóða arktisku ráðstevnuni Arctic Circle Assembly í oktober. Kappingin í Klaksvik er á kokkaskúlanum í Tekniska Skúla í Klaksvik. Við kappingini seta NORA og fyrireikararnir sjóneyku á norðuratlantiska og arktiska gastronomi. Dentur verður eisini lagdur á at brúka staðbundnar stuttfluttar rávørur, herundir summar, ið ikki verða so oftani brúktar. Luttakandi kokkar skulu eisini hugsa um, hvussu teir ...