Í hesum døgum eru harudagar í Áarstovu . Undir leiðslu av Jógvani Steingrím Rasmussen, matstovuleiðara, longst til vinstru, standa teir allir til tína tænastu við haru, sum er skotin í desembur, keypt frá Leif Høj í Leirvík, og tilgjørd eftir teim mest hugtakandi gastronomisku listum og sniðfundigheitum til føroyska góman, so tú verður púra paff, tá tú kemur til japansku leyk dashi súpanina í øðrum umfari. Gastronomisku harumeistararnir hjá Jógvani í køkinum í Áarstovu eru frá vinstru: Skander og Yassime, sum báðir eru úr Tunis, og so føroysku Eiler og Hørður, til høgru. Eftir at Jógvan hevur skonkt eitt glas av svalliga turrari Deutz sjampanju, kemur Anna frá Ukraina, við einum vermouth kokkteyl, sum byggir á sólber og koriander við blóðappelsin omaná. Kokkteylurin fylgir fyrsta rætti, sum er ein brellbiti við harusúltu, løgd í romm og kryddað við koriander, chartreuse og mirin, borðreidd við nógvum og sterkum karsa úr Kvívík. So kemur forrætturin, sum longu nú, helst, er óvæntaða hæd...