Skip to main content

Grannar í Havn mótmæla enn einaferð

Farna býráðssamgonga samtykti at geva byggiloyvi til nýggjan bygning í fýra hæddum frammfyri Gamla Danmark í tronganum millum Vágsbotn og Skálatrøð. Søguligu húsini verða kallað so, tí tey eru bygd úr tilfari frá gomlu Amtmanshúsunum.

Bloggur um fyrra mótmælið, Fýra hæddir upp fyri Gamla Danmark, kann lesast her.

Nú mótmæla grannarnir á øðrum sinni, tí tey ikki halda seg verða hoyrd í nóg stóran mun. 

- Bústaðarviðurskiftini eru góð her, og eiga framhaldandi at verða tað, til frama fyri ikki bara okkum, sum búgva her, menn øll onnur í kommununi. At tað er gott at búgva í bynum, gevur øðrum eisini nakað virðismikið, siga tey, sum skriva mótmælið.

Níðanfyri er mótmælisskrivið:

Til Tórshavnar kommunu 14. januar 2024

Hoyringarskriv í sambandi við ætlanina um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið millum Vágsbotn og Skálatrøð

Í august mótmæltu grannar í Tróndargøtu ætlanina um at gera trappu frá kaiøkinum niðan á Gríms Kambansgøtu, og somuleiðis ætlanina um at gera uppihaldsumstøður í Gríms Kambansgøtu, sum sannlíkt koma at økja um ófriðin í nærumhvørvinum. 

Vit fegnast um, at ætlanin at gera uppihaldstrappuna er slept. Men vit mugu endurtaka mótmæli um at gera uppihaldsumstøður í Gríms Kambansgøtu.  Tað er púra víst, at tað fer at órógva serliga nærmastu grannarnar, men eisini grannalagið omanfyri, sum er bústaðarøki burturav. 

Í dag er Gríms Kambansgøta ein friðarlig gøta, og hetta er gull vert fyri býin. Gamaní kann hon gerðast vakrari og fjálgari. Men ætlaða uppihaldsøkið kann væl koma at taka frá hugnaligu upplivingini  tá ið gingið verður framvið Jomfrúbakkanum. 

Vit endurtaka óttan fyri at ætlaða økið fer at skapa meira órógv um næturnar. Vit óttast at uppihaldsøkið verður eitt savningarstað við tí avleiðing,  at Tróndargøta verður brúkt enn meira sum gonguleið millum býin,  Gríms Kambansgøtu og Vágsbotn.

Útvent virksemi niðri í býðnum merkir í stóran mun skeinkistøð. Í Gríms Kambansgøtu eru longu skeinkistøð í báðum endum. Niðanfyri á kaiini krevur kommunan, at tað eisini er útvent virksemi, og á tekningunum sæst, at hugsað verður um virksemi, sum hevur borð og stólar uttanfyri og tí sannlíkt eisini skeinkistøð. Økið, sum talan er um, verður tí fylt upp við skeinkistøðum, og tað er ógvuliga nærliggjandi, at tað sum frálíðir eisini verða skeinkistøð yvirav Jomfrúbakkanum, og í Gl. Danmark. 

Tey sum merkja størsta sviðjan av hesum eru sjálvandi næstu grannarnir, og tað tykist púra burturvið og ógvuliga óumhugsað at gera eitt alment uppihaldsøki, ið væntandi verður til eitt skeinkistað, beint við sethúsaøki.

Alt grannalagið fer at merkja neiligu ávirkanina av, at náttarlívið verður savnað beint undir okkum. 

Hetta mótmæli er tí eisini ein roynd at fáa býráðið at skilja, at tað búgva fólk í býnum. Her eru stór og smá bústaðarøki, har fólk enn búgva og trívast.  Men trivnaðurin er við at verða merktur av, at náttarlívið verður flutt nærri og nærri bústaðarøkjunum. Samstundis síggja vit, at alsamt fleiri hús í býnum verða keypt upp og burturav nýtt til stutttíðarleigu til ferðafólk, eitt nú Jómfrúbakkin. Skulu fólk trívast í býnum, er tað av størsta týdningi, at menningin av býarrúminum tekur hædd fyri og verjir bústaðarøkini í býnum. 

Hetta er ikki eitt ynski um at isolera okkum frá býnum. Tankin hjá byggiumsitingini um at gera portur fyri at verja grannalagið fyri órfriði og fullum fólki kann bara vera ein absolutt neyðloysn. 

Tí verður við hesum staðiliga heitt á býráðið um at skipa býarrúmið soleiðis, at tað er hugnaligt, trygt og gott hjá bæði íbúgvum og øðrum at ferðast í - allar vikudagar og tíðir á døgninum. 

Við vón um at kommunan tekur viðmerkingar og ynski okkara til eftirtektar.