Skip to main content

Posts

Tæt på danskerne

Í kvøld sá eg nýggjastu sending frá Jonathan Spang, sum nýliga fekk heiðursløn frá donskum skúlalærarum í samfelagsfaki. Veit ikki um eg skal grína ella gráta um brúna grønlendska ísin hjá danskaranum, og í so fall um hvat av hesum báðum eg skal velja at grína ella gráta yvir, heiðurslønina, ella avrikið hjá Jonathan í danska almannamiðilinum, Danmarks Radio.  Eitt faktum er tó, at filmiskt er Danmark ein pressað tjóð, skulu vit hyggja eftir úrvalinum, Slavenation Danmark, sum ikki bara er í umfari í fleiri pørtum beint nú, og hin DR røðin Slave af Danmark, sum nú byrjar, men eisini er virðislønt fyri ein spælifilm av øllum Norðurlondum, Viften.  Eg skilj væl at tað pínur í sjálvsfatanini, tá tú verður konfronteraður av og um tína egnu tjóðskaparsøgu, og alt lívið – helst – hevur hildið teg verið óangrípiligan, tí tú hevur det Danske mindretal i syd, Det centrale Mellemdanmark í Føroyum og det arktiske Norðurdanmark, sum er inngongdin til Norðurkollin, og vanliga er kent sum G...

Báðir farnir

Nú John Mikkelsen andaðist, 50 ára gamal, er tað bara ein vika síðan vit mintust Jógvan Steingrím Rasmussen í Hoyvíkar kirkju. Hann bleiv 42 ára gamal. Meðan deyðin savnar og fær okkum at steðga á og minnast, er løtan altíð merkt av, at høvuðspersónurin er burtur, tikin úr tíðini, so sum vit kenna hana. Umframt at vera størsta sorg fyri tey, ið eftir sita, er hetta ein sjáldsama svárur missur og hvøkkur fyri matstovuvinnuna í Havn. Báðir í besta blóma, høgt virdir fyri fremstu tænastu, John í mong ár við tiltikna bankatoskinum og tí, sum havið gav, fruits de mer, og aðrar tíðir úr haga, altíð boðreitt við gestinum í avgjørda miðdeplinum, so upplivingin flutti teg úr staðnum og tók teg úr tíðini, ta løtu borðreiðingin vardi. Nú ert tú sjálvur farin. Vit skilja ikki, men syrgja við teim syrgjandi. Takk fyri minnini.

Frøya er besta oyggj til film

Norska oyggin Frøya hevur vunnið virðisløn sum besti staður at gera film í Evropa. Tað kunngerð Nordisk TV og Filmfond í Berlin, har filmstevna er í hesum døgum. Norska oyggin hevur verið karmur um Netflixrøðina Milliardærøya , sum norska felagið Rubicon hevur gjørt. Enska heitið á sjónvarpsrøðini er Billionaire Island . Fimm evropeisk filmsstøð vórðu endaliga tilnevnd, og Frøya vann Lokatiónsvirðislønina við støði í Milliardærøya . Evropeiska filmsamstarvið, European Film Commissions Network, letur í ár á fyrsta sinni hesa staðbundnu virðisløn, sum ivaleyst eisini kundi verið áhugaverd fyri Føroyar. Men kappingin er hørð, skal ein gerast áhugaverdur staður at gera film. Hini fýra filmstøðini í kappingini vóru Mdina á Malta, sum sást í stórfilminum Napoleon hjá Ridley Scott við Joaquin Phoenix sum Napoleon Bonaparte, Schönbrunn Palatz í Eysturríki, har Kate Winslet sæst búgva í HBO røðini The Regime , sum Stephen Frears og Jessica Hobbs hava leikstjørnað, Staatsoper Stuttgart í Týskla...

Amy Liptrot um edrúskap í The Outrun

Lat rithøvundan Amy Liptrot og bylgjurnar úr The Outrun føra teg á eina ógloymandi ferð við Filmsfelagnum, Forlagnum Eksil og nýggja føroyska Bókmentafestivalinum , sum er í Havn frá 26. februar til 1. mars. The Outrun byggir á heimskendu skaldsøguna hjá skotska høvundanum Amy Liptrot. Søgan fer fram í Orknoyggjum, og er ein ferð til grøðandi máttin í náttúruni og havinum.  Við stórsligna landslagnum í Orknoyggjum sum bakgrund, sigur The Outrun søguna um, hvussu Liptrot eftir stríð við rúsdrekka flytir til London, og vendir aftur til heimstaðin. Við eini siping til søgnina um kópakonuna fangar filmurin vøkru náttúruna og transformativu leiðina, at finna sambandið við náttúruna og seg sjálva aftur. Vit eru ovurfegin at kunna kunngera, at Amy Liptrot sjálv fer at innleiða sýningina mikukvøldið og fer at deila persónligar upplivingar og hugleiða um gongdina til edrúskap, ið hevur ført til hesa metsølubók, sum nú eisini er gjørd til film. Sum endin á filminum bendir á, hevur Amy Li...

Fyrimunir við fyrstu filmstevnu

Í gjár byrjaði stóra filmstevnan í Berlin, sum nú hevur 75 ár á plakatini. Stevnan varir í tíggju dagar.  Av teim stóru evropisku filmstevnunum, Cannes, Berlin og Venezia, er hendan í Berlin tann yngsta.  Í mai verður stevnan í Cannes hildin á 78. sinni, og í heyst verður filmstevan í Venezia hildin á 82. sinni.  Elsta tiltak at heiðra filmi, The Academy Awards, hon við øllum Oscarvirðislønunum, verður á 97. sinni náttina millum 2. og 3. mars okkara tíð.  Í 23 bólkum verður kappast um Oscarvirislønina.  Haldi sjálvur, at mest áhugaverdi Oscar kappingarbólkur, er hann við altjóða filmum. Vænti og vóni, at iranski filmurin á farsi máli, sum týskarar skjóta upp, tí útlagni leikstjórin býr har,  Fræið av heilaga fikutrænum hjá Mohammad Rasoulof, sum Filmsfelagið vísti fyri fullum sali í Havnar Bio mikukvøldið, fer at vinna. Hann er bæði góður og neyðugur. Ikki tí, har er eisini danska uppskotið, Pigen med nålen , í sama bólki. Hon, Gentan við Nálini, hevur eis...

Vitlíki og journalistikkur

Við leysgangandi missilum, sum samstundis eru ríkastu oligarkar í heiminum, er tað ivaleyst ein ræðumynd hjá teim flestu, at hugsa tankan um eina samanrenning millum vitlíki og journalistikk. Tí hvørjum skal eg tá trúgva? Ella skal eg bara viðurkenna, at nú stendur allur journalistikkur fyri falli? At alt er til fals, bara tú eigur pengar? Tað er ikki bara eitt fjart stríð millum amerikansku pengamennirnar Elon Musk, 53, ið nú er ein av næstu monnum Trumps, og fremsta vitlíkismennara, Sam Altman, 39, sum er forstjóri í OpenAI og dropout frá Stanford. VG veit at siga , at í norska grannalandinum hevur privata amerikanska OpenAI gjørt avtalu við partafelagið Schibsted Media AS, sum umframt VG eisini eigur Aftenposten, Bergens Tidende, Stavanger Aftenblad, Aftonbladet, Svenska Dagbladet, E24, Shifter, podkastpallin Podme og tíðindatænastuna Omni. Norska partafelagið eigur eisini í gomlu kendu norsku og svensku tíðindastovunum, NTB og TT, umframt partafelagnum Lokalavisene og Polaris. Og í...

Vit vunnu Geytan!

Durita Dahl Andreassen, kvinnuligi høvuðsleikarin, og Rógvi Rasmussen, framleiðari, ringja til leikstjóran, Mariu Winther Olsen, sum er í Danmark. Meðan øll í fullsetta salinum lurta, siga tey henni, at teirra filmur, “Halt um meg”, vann Geytan 2025. Mannligi høvuðsleikarin, Búi Egason Dam, var í Meksiko.  Sirið Stenberg, landstýriskvinna við almanna- og mentamálum, setti Geytan við eini góðari røðu, har hon greiddi frá um almenna stuðulin til film og hvussu hann nú verður umsitin.  Runavíkar kommuna stuðlar Geytavirðislønini, sum umframt standmyndina og heiðurin er 40.000 krónur, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handaði tí vinnaravirðislønina við eini góðari og vælupplagdari talu. Dómsnevndin, Birgir Thor Møller, Jan Berg Jørgensen, Karen Kristianna Hildardóttir Gram, Gudmund Helmsdal og Ole Wich, grundgav soleiðis fyri valinum: Vinnarafilmurin í kvøld er ein framúrskarandi leikstjórnaður og eins framúr væl spældur filmur, sum dómsnevndin hevur hesa grundgeving, at peika á...

Til minnis um Stóra Jógvan

Í Áarstovu í dag møttust starvsfelagar, familja og vinfólk hjá Jógvani Steingrími Rasmussen, sum andaðist týsdagin, bara 42 ára gamal. Minnisløtan, ið varð leidd av Hanusi á Gørðum, sjúkrahúspresti, lýsti í fullsettu hølunum, hvussu væl lýddur, kreativur og dugnaligur høvuðskokkur Jógvan var í hesum køkinum og í matstovuyrkinum yvirhøvur. Hugsi neyvan, at nakað arbeiðspláss í landinum undir hesum umstøðum hevði kunnað mynstrað eina so hjartanemandi og gevandi løtu, sum henda seinrapart. Takk fyri tað. Matummælarar vórðu eisini bodnir við at minnast avrikini hjá Jógvani saman við kokkunum í køkinum og servitrisunum, sum javnt og samt borðreiddu í Áarstovu. Til minnis um Jógvan seti eg nakrar myndir úr matummælum niðanfyri. Ærað veri minnið um Jógvan, sum vaks upp í mínum egna grannalagi. Takk fyri minnini og upplivilsisríku máltíðirnar, og alla samkenslu til tykkum, ið eftir sita hesa sváru tíð.