Skip to main content

Amy Liptrot um edrúskap í The Outrun

Lat rithøvundan Amy Liptrot og bylgjurnar úr The Outrun føra teg á eina ógloymandi ferð við Filmsfelagnum, Forlagnum Eksil og nýggja føroyska Bókmentafestivalinum, sum er í Havn frá 26. februar til 1. mars.

The Outrun byggir á heimskendu skaldsøguna hjá skotska høvundanum Amy Liptrot. Søgan fer fram í Orknoyggjum, og er ein ferð til grøðandi máttin í náttúruni og havinum. 

Við stórsligna landslagnum í Orknoyggjum sum bakgrund, sigur The Outrun søguna um, hvussu Liptrot eftir stríð við rúsdrekka flytir til London, og vendir aftur til heimstaðin. Við eini siping til søgnina um kópakonuna fangar filmurin vøkru náttúruna og transformativu leiðina, at finna sambandið við náttúruna og seg sjálva aftur.

Vit eru ovurfegin at kunna kunngera, at Amy Liptrot sjálv fer at innleiða sýningina mikukvøldið og fer at deila persónligar upplivingar og hugleiða um gongdina til edrúskap, ið hevur ført til hesa metsølubók, sum nú eisini er gjørd til film.

Sum endin á filminum bendir á, hevur Amy Liprot eisini skrivað bók um tara, seaweed.

Leikstjórin, Nora Fingscheidt, hevur fyrr gjørt filmin Systemsprenger (2019), sum Filmsfelagið eisini hevur sýnt.

Filmsfelagið sýnir The Outrun í Havnar Bio týsdag og mikudag í originalari enskari versión, uttan undirtekst.

25/2 kl 19:30 og 26/2 kl 20:00 The Outrun (Nora Fingscheidt, Bretland 2024 116 min)