Norska oyggin Frøya hevur vunnið virðisløn sum besti staður at gera film í Evropa. Tað kunngerð Nordisk TV og Filmfond í Berlin, har filmstevna er í hesum døgum. Norska oyggin hevur verið karmur um Netflixrøðina Milliardærøya, sum norska felagið Rubicon hevur gjørt. Enska heitið á sjónvarpsrøðini er Billionaire Island.
Fimm evropeisk filmsstøð vórðu endaliga tilnevnd, og Frøya vann Lokatiónsvirðislønina við støði í Milliardærøya.
Evropeiska filmsamstarvið, European Film Commissions Network, letur í ár á fyrsta sinni hesa staðbundnu virðisløn, sum ivaleyst eisini kundi verið áhugaverd fyri Føroyar. Men kappingin er hørð, skal ein gerast áhugaverdur staður at gera film.
Hini fýra filmstøðini í kappingini vóru Mdina á Malta, sum sást í stórfilminum Napoleon hjá Ridley Scott við Joaquin Phoenix sum Napoleon Bonaparte, Schönbrunn Palatz í Eysturríki, har Kate Winslet sæst búgva í HBO røðini The Regime, sum Stephen Frears og Jessica Hobbs hava leikstjørnað, Staatsoper Stuttgart í Týsklandi, har balettfilmurin hjá Joachim A. Lang, Cranko, um samnevnda balettdansaran, varð tikin, og á fimta plássi er gosfjallið Tajogaite á kanarisku oynni La Palma, sum er í filminum La hojarasca hjá Macu Machin.
Fimm altjóða viðurkendir dómsnevndarlimir mettu um tilnevndu støðini út frá hesum virðum: hvussu staðsetingin ávirkaði filmsframleiðsluna, strembanina og strategiina hjá staðnum at hýsa filmsmanningini og samlaða filmsvinarligheitin.
Anne Bjørnstad og Eilif Skodvin hava skapt norsku røðina at vísa á Netflix. Í august til septembur 2023 arbeiddu tey í fimm vikur á oynni, har 5400 fólk búgva.
Frøya fekk heiðurin fyri sjónligu náttúruna í dramarøðini og fyri royndirnar at lokka filmsframleiðslur til oynna. Oyggjakommunan og Midgard Film Commission hava síðan 2019 arbeitt miðvíst og skipað fyri at raðfesta Frøya sum eitt sokallað filmsvinarligt stað.
"Vit eru ótrúliga stolt av at fáa hesa virðislønina! Tað er heilt fantastiskt, at Frøya er útnevnd til mest lokkandi filmsstað í Evropa. Kappingin var hørð, og kriteriini vóru strong. At vinna hesa virðislønina er sanniliga rørandi," sigur Solveig Sigmond Ræstad, stjóri í Midgard Film Commission í Trøndelag.
Bretski dómsnevndarlimurin, Caroline Greville-Morris, segði um norsku oynna: “Frøya stood out as a character in itself in the production. It wasn’t pretending to be anywhere else, and its rugged beauty, combined with the determination of its inhabitants, cast a spell on me.”
"Dómsnevndarvirðislønin er ein sigur fyri øll á Frøya, sum hava arbeitt hart fyri at gera okkara oyggj til eitt lokkandi stað til filmsframleiðslu. Hetta varpar ljós á týdningin av at seta á stovn eina betri og enn meira filmseggjandi skipan," sigur borgarstjórin á oynni Frøya, Kristin Furunes Strømskag.
Petra Sestak, ferðavinnustjóri í Trøndelag, segði: "Tað er ein stórur heiður, at Frøya er fyrsta norska staðsetingin, sum hevur vunnið hesa virðisløn. Henda viðurkenningin er eitt prógv um dedikatiónina hjá øllum teimum evnaríku fólkunum á Frøya, sum hava verið við. Tað varpar eisini ljós á, hvussu væl skipaði og samstravandi átøk, at gerast ein filmsvinarligar staður, kunnu føra til eydnu,” og segði forloysandi orðini á enskum, sum føroyingar eisini eiga at leggja sær í geyma: “There is significant potential in film tourism, and Trøndelag will continue to invest in this field."