Skip to main content

Vitlíki og journalistikkur

Við leysgangandi missilum, sum samstundis eru ríkastu oligarkar í heiminum, er tað ivaleyst ein ræðumynd hjá teim flestu, at hugsa tankan um eina samanrenning millum vitlíki og journalistikk. Tí hvørjum skal eg tá trúgva? Ella skal eg bara viðurkenna, at nú stendur allur journalistikkur fyri falli? At alt er til fals, bara tú eigur pengar?

Tað er ikki bara eitt fjart stríð millum amerikansku pengamennirnar Elon Musk, 53, ið nú er ein av næstu monnum Trumps, og fremsta vitlíkismennara, Sam Altman, 39, sum er forstjóri í OpenAI og dropout frá Stanford.

VG veit at siga, at í norska grannalandinum hevur privata amerikanska OpenAI gjørt avtalu við partafelagið Schibsted Media AS, sum umframt VG eisini eigur Aftenposten, Bergens Tidende, Stavanger Aftenblad, Aftonbladet, Svenska Dagbladet, E24, Shifter, podkastpallin Podme og tíðindatænastuna Omni. Norska partafelagið eigur eisini í gomlu kendu norsku og svensku tíðindastovunum, NTB og TT, umframt partafelagnum Lokalavisene og Polaris. Og í síðsta enda er tað Stiftelsen Tinius, ið eigur heilgarderaða norska partafelagið.

Samstarvsavtalan við OpenAI sigur sambært VG, at allar blaðgreinar og alt miðlatilfar frá Schibsted Media skulu integrerast, fella inn, í vitlíkisskipanina ChatGPT. Hetta er av strategiskum ávum, verður sagt í VG, sum vísir til tíðindaskriv frá móðurfelagnum Schibsted.

Avtalan førir við sær, at í sannari tíð, real-time, kunnu úrvaldar greinar og tilfar frá veitarum hjá Schibsted fella inn í virksemið hjá OpenAI. Greinarnar verða brúktar til at geva lesarum eitt dagført tíðindayvirlit, sum altíð fer at hava greiða kelduávísing.

Vit hava leingi hoyrt um blaðdeyðan, og meðan tað er ein ósvitaligur sannleiki, at færri og færri lesa tíðindamiðlar, hevur ChatGPT ikki færri enn 300 milliónir brúkarar. - Tí er hetta eitt strategiskt átak at fáa hesar brúklarar at fáa dagførda kunning úr Norðurlondum. Tað sigur norska Siv Juvik Tveitnes, stjóri í Schibsted Media. 

- Hetta samstarv er partur av yvirskipaðu ætlanini hjá Schibsted Media, har vit fella vitlíki in í mátar og arbeiðsgongdir, sum stuðla og styrkja journnalistikkin, sigur hon við VG.

- Eru vit tíðliga úti, so seta vit okkum í eina støðu, betri at skilja og ávirka, hvussu kvalitetsjournalistikkur kann spjaðast, finna inntøkukeldur og verða við í eini vitlíkisdrivnari miðlaverð, sigur Siv Juvik Tveitnes.

Blaðhús, miðlafyritøkur og forløg eru, ið longu hava sett vitlíkistænastur í verk, so sum kjattbottar, ið kunnu lagast til at skriva tekst og tíðindi eftir einum ávísum lesti, vilja ella ætlan. Til dømis hevur onkur í Føroyum ment ein kjattbott, ið kann fáast at skriva sum hesin bloggur, tú nú lesur.