Meðan Havnin á kommunalum pláni útmerkar seg við at spendera nýtt slitlag á Tórsbreyt, ja sanniliga, er sami mentanarligi greiddleiki ikki at síggja sum manifesterað støðutakan á landspláni, nú val er í hondum. Mentanin, listin, tjóðpallur, filmur, mentanargrunnur og øll hin ríka rúgvan av útinnandi mentan, sum enn ikki er farin á savn, sæst ikki hjá valevnum, uppsløgum og flokkum, sum ganga okkara millum og hoyrast í miðlunum. Bara í einum føri, hjá Rakul úr Vestmanna á listanum hjá Tjóðveldi, havi eg sæð nøkur fá orð um mentan. Annars er øskukalt, hvat mentan viðvíkur til hetta valið. Uppsløgini og valplakatirnar minna mest um meklarar og húsaseljarar, sum uppá teirra glatta andlit selja eitthvørt og navnið stendur á plakatini, vilt tú flyta og keypa nýggjan bústað. Politiska valið er blivið eitt persónfikserað visittkort púra uttan politiska dýpd, perspektiv og ætlan, sum tað var fyrr í gongugøtuni í Havn, har fólk savnaðust at lesa og kjakast um útsøgnirnar í...