Maria Tórgarð vann báðar virðislønirnar fyri stuttfilmin Mammuskepilsið.
Leygarkvøldið var eitt Geytakvøld av teim heilt góðu, sum í gomlum døgum, eftir at Niels Halm uppfann kvøldið, sum í samráð við familjuna
Geyti fekk legendariska navnið, ið allir føroyingar við áhuga fyri filmi hava
tikið til sín í rætta andanum, soleiðis, at øll eiga Geytan, ið hvørki er
registrerað vørumerkið ella ogn hjá nøkrum stovni ella fyritøku. Fólkið eigur
Geytan.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum eisini er ein av
mest trúføstu Geytafjepparum, bjóðaði vælkomin og byrjaði kvøldið við ikki bara
góðum men til høvið bestu orðum. Eftir átjan árum sum tingkvinna, hevði hon
dagin fyri boðað frá, at nú tók hon seg úr politikki og stillaði ikki upp aftur.
Maria Tórgarð vann í ár bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina
fyri framúr hybrid filmin Mammuskepilsið, sum nam og rørdi øll í salinum.
Eisini vertin, sum mátti fara frá og fáa samskiparan, Turið, at lesa.
Borgarstjórarnir, Tórbjørn Jacobsen í Runavík og Elsa Berg í Havn, fóru heilt fram til handanina at kappast um virðið á Geytanum og Áskoðaravirðislønini, ið helst er lívsseigasta brand á mentanarøkinum, Geytin. Filmsframleiðarin Jón Hammer fekk eisini ársins Andøvsfisk frá Filmsfelagnum. Norðurlandahúsið skipaði fyri kvøldinum og endaði við at bjóða øllum vælkomnum til Geytan í 2027. Samskipari er Turið Johannesen, sum hevði Bárð Højgaard við liðina, so alt gekk akkurát so framúr, sum fyrr. Geytin er komin aftur!
Átjan filmar komu inn og endaliga vóru sjey stuttfilmar valdir at kappast um ársins Geyta og Áskoðaravirðisløn.
Áskoðararnir í salinum vóru samdir í, at Mammuskepilsið var besti filmurin; tí
tá atkvøðast skuldi fyri, hvør skuldi vinna áskoðaravirðislønina, fall valið
eisini á henda film. Atkvøtt var digitalt frá einum korti við QR kotu, sum øll
fingu í steðginum.
- Vinnarafilmurin í kvøld er ein makaleyst fortald lagnusøga. Stuttfilmurin
grípur hyggjaran frá byrjan, og við kønari hond verða vit boðin innar at vitja
undir umstøðum, sum allan vegin kennast eins ektaðar og virðiligar, sum tær
kunnu vera uppskakandi. Við hegni og dirvi leiðir leikstjórin okkum innar, har
óviðkomandi ikki vanliga hava atgongd. Hesin heimildarfilmur er ein samansett
perla sum virðiliga, hjartaliga og inniliga ber seg allan vegin á mál, segði
ein samd dómsnevnd, sum varð sett saman av limum úr Filmshúsinum, Filmsfelagnum,
Felagnum Føroysk Filmsfólk, Kringvarpi Føroya og Klippfisk.
Fyri Filmsfelagið handaði Jana Mortensen Andøvsfiskin.
- Móttakarin av Andøvsfiskinum 2026 hevur av sonnum hildið
føroyskari filmsgerð á fiskimiðinum, og í nógv ár prógvað, at filmsgerð fer um
landamørk og krevur nógvar førleikar. Móttakarin hevur eisini prógvað, at hann
ótroyttiligur kann smíða sambond, og bæði vil og dugir hamrandi væl at
samskifta. Hesi kjarnuvirði gera, at øll kenna seg aftur sum partar í
filmsgerð, útiliggjandi ella ikki. Hetta er týdningarmikið, tí vinnugreinin er
nýggj og krevur førleikar at sláa, og viðhvørt hamra nógvar seymir í, so vit
kenna okkum, sum vóru vit sjálvi við á settinum. Og so er hann partur av
vinnandi toyminum, sum fekk fyrstu norðurlendsku filmsvirðisløn til Føroya. Tað
stendur hamrandi fast, at Andøvsfiskin 2026, fær framleiðarin Jón Hammer.
Filmsfelagið heiðrar við millumbilum filmslistafólk við einum prísi, sum vit nevna Andøvsfiskurin. Her síggja vit andøvsfiskin smíðaðan á myndaplátuna við seymi - eitt slag av mynd, har bond kunnu bindast millum hvønn seymin.
Runavíkar kommuna hevur latið peningaupphæddina til Geytavirðislønina, ið er 55.000 krónur, og Tórshavnar kommuna hevur latið peningaupphæddina til áskoðaravirðislønina, ið er 50.000 krónur.
- Lúr meg, um hetta ikki verður eitt kappingarmoment hjá
Tobba og Elsu, helt verturin fyri og bæði niikkaðu á fremstu røð.
Dómsnevndin vildi millum annað vera við, at filmarnir í ár eru í hágóðsku og
eru ein góð blanding av fiktión og heimildarfilmi. Nevndin dugir veruliga at
síggja, at tað er komin ordiligur niveaumunur á. Tað finnst meir og meir eitt
A-lið av dugnaligum føroyskum filmskaparum. Nevndin sær fyri sær, at tað fer at
gerast alsamt meira vanligt, at tey mugu velja fínar filmar frá til Geytan, filmar
sum kanska bara mangla nakrar royndir. Kanska átti at komið ein talentprísur
ella virðisløn fyri spírar eisini, segði Turið við støði í samskipandi
arbeiðinum í Norðurlandahúsinum við Geytanum fram til væleydnaða tiltakið í
gjár.
Til lukku!






Comments