Skip to main content

Kongurin úr Memphis og beistið úr Breda

Avstralski Baz Luhrmann, gjørdi fyri fýra árum síðan ultimativu søguna um Elvis úr Memphis við Austin Butler í høvuðsleiklutinum, og Tom Hanks sum hansara nemisis, Colonel Parker, Andreas Cornelis van Kuijko, úr Breda í Niðurlondum, staddur í USA, uttan pass og møguleika at fara í onnur lond, hvørki hann ella Elvis.

Var hetta forðingin hjá Elvis?

Ein sena í nýggja heimildarfilminum EPiC (2026), sum stendur fyri Elvis Presley in Concert, letur the Colonel ganga framvið og verða samrøðuevni, meðan ljóðið spakuliga verður skrúvað upp fyri Elvis, sum syngur Devil in Disguise í 1963. Fjaldi Djevulin. Ein feit og lítið subtil viðmerking, men við undirhaldinum í topp, mest sum ein posthumur kjaftfiskur frá Luhrmann til mannin, ið hann ivaleyst heldur forðaði fyrimyndarliga fitta Elvis vegin fram til heimsins pallar, Evropa og Japan, og kanska oyðilegði hann í berum innistongsili við vánaligum Hollywood filmum, og sum fráleið alt ov nógvum einstáttaðum Las Vegas konsertum. Ein lítil men sterk kjarnusena.

Nýggi filmurin er fyltur við konsertupptøkum frá 1970-tíðini, sum í ljóði og myndum eru reinsaði til dagsins røttu uppliving, uttan á nakran hátt at hava verið viðgjørd við vitlíki. Tað eru bara tær analogu upptøkurnar, sum eru funnar í einum saltnámi í Kansas og reinsaðar, og tí eru sum ein ultimativ konsertsamrøða við hin ektaða Elvis, hansar tætta samband við mammuna, og tá hann syngur How Great Thou Art og Oh Happy Day við basssangaranum J.D.Sumner og teimum. Vit hoyra Elvis siga frá, sum aldri áður, og syngja perlur sum Never Been to Spain hjá Hoyt Axton - soni Mae Axton, ið skrivaði Heartbreak Hotel - sum Three Dog Night eisini sungu, tjóðskaparliga American Trilogy, sum Mickey Newbury setti saman, genuina klassikarin In The Ghetto, so eg fari at sakna If I Can Dream, sum eg ikki hoyri, men so koma Walk a Mile in my Shoes og Suspicious Minds og kurera saknin. Elvis er orkesturleiðari, karatedansari og kvinnudárari, sum í heilum fær mussir meðan konsertin er. Ótrúligt samband við áhoyrarar, sum eisini verður vent, snarað og kommenterað. Bara hann og Mick Jagger kunnu arbeiða á henda hátt við áskoðarum, verður sagt. Tá liðugt er, hevur tú fingið so nógva fleirmettaða rútmusýru niðurum, at myndin og upplivingin er fullkomin. Tú ynskir at fara ein túr aftur til Graceland og sýggja hví TCB stendura á brillum og ringum og øllum, sum glitrar hjá Elvis. Stavirnir standa fyri teimum, sum hava til uppgávu at Taking Care of Business.

Sá spælifilmin hjá Baz Luhrmann um Elvis í summarhitanum í París 2022, og skrivaði tá hetta ummæli:

- Nýggi filmurin um Elvis, sum avstralski rockvideo intruktørurin, Baz Luhrman, hevur gjørt í drúgva tíð, varð frumsýndur meðan vit vóru í París. Valið at seta seg inn í myrka biografin í franska summarhitanum vísti seg at verða rætt og gott, her eingin gøta er uttan maktmanifesterandi kirkjubygningar. Komin út aftur stendur klárari fyri tær, hvør avbjóðing Elvis var í samtíðini, tá hann av fyrstan tíð kom fram. Vit síggja forvitna hvíta drongin, sum lúrir inn í ein ússaligan hjall úr rukkublikki, har tvey svørt, ein maður og ein kvinna, lurta eftir blues og dyrka sex. Tað er ikki óinteressant hjá lítla hvíta dronginum. Síðan fer kamera yvir í eitt tjaldmøti á somu fløtu, har svørt í ekstasu dyrka ein livandi gud, so sannførandi, at drongurin er mest sum klárur at fara til forbøn og alt, sum har til hoyrir. Uttan at vita av tí, hevur Elvis av lægstu samfelagsligu rók ikki bara lagt seg út við amerikanska apartheidssamfelagið, men eisini knýtt saman tær báðar sterkastu samfelagsligu kreftirnar - religión og sex. Elvis verður ein fyrimynd, sum hvíta afturhaldið til fánýtis roynir at steðga. Og so er tað pengaspælarin uttan ríkisborgararætt hjá nøkrum uttan Mammon, Colonel Parker, sum er ein heilur kapittul fyri seg. Ein knallperla av einum filmi, sum enn sæst í Føroyum!

Nú er at fara í Havnar Bio og síggj EPiC meðan hann enn gongur. Filmurin skal síggjast á stóra løriftinum í stóra salinum við ljóðinum hart frá.

That’s the Way It Is!

Comments