Skip to main content

Tá tú verður boðin at biðja

 


Nú eru trýogfjøruti dagar til bønartiltakið, eg varð boðin til, byrjar. Á hotelli saman við øðrum úr nógvum londum. Prísurin er nítjanhundrað og fimmhálvfems krónur. Tú kanst innkvartera teg við eini promokotu og so kanst tú eisini donera. Hugsi eina løtu um nýru og gøgn á altjóða marknaðinum, men skilji, at tað eru pengar, eg kann donera.

Fái at vita, at hetta er eitt týdningarmikið átak við atliti á at menna sambond og samstarv millum jødar og kristin. Mín luttøka hevur týdning, tí hon kann vera við til at styrkja sambandið við bæði Ísrael og vinir Ísraels í einum avgerandi tíðarskeiði í søgu Ísraels.

Tað eru fólk úr somu ættarbygd, sum eg, ið vísa mær á tiltakið. Kanska átti eg at fari, nú tíðin er til tað. Tað var jú her, at fakfelagsrørslan byrjaði, hond í hond við átrúnað, vinnulív og besta tónleik. Víkin er opin fyri bøn.

Men hetta er ikki júst templið, mær varð forkynnað úr Nýggja Testamenti, heldur fakfelagsráðgevin, sum undir mínari lið vísir á sosialistisku karmarnar í nýggjara partinum í Bíbilsøguni, sum kirkjan gav út til øll børn at lesa. 163 føroysk bíbliuheiti eru í savninum, sigur hann turrisliga. Hetta er einki annað enn borgarlig emblematisering, sigur hon við hina liðina og avdúkar orðfeingi, eg ikki havi hoyrt í nýggjari tíð.

Má nikka í bekennilsi og avlýsa ætlanina at biðja saman við øllum heiminum fyri heilaga staðnum og nýggja templinum, ófreistaður við Oyggjarvegin.

Halgabók styðjar okkum út gjøgnum dyrnar, sum uttan ákallan opna av sær sjálvum, tríogfjøruti dagar fyri fyrning.

- Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.


 

Comments