Í 60 ár spældi Charlton Heston (1923-2008) í hundrað Hollywoodfilmum, kendastur í bíbilskum leiklutum sum Móses í The Ten Commandments (1956). Árini 1998-2003 varð hann formaður í amerikanska byrsufelagnum, The National Rifle Assiciation , ið er sterkasti trýstbólkur í amerikanskari søgu. Nú stendur felagsskapurin fyri falli, rýmur hann ikki úr New York. Hvussu ber tað til, at amerikanskur tjóðskapur er so knýttur at vápnum, at fimm milliónir savnast um eitt byrsufelag, ið hevur djúpastu politisku røtur við 150 árum á baki? Ein persónlig forsøga er, at í 1984 var Listafólkastevna í Fuglafirði. Listafólkasambandið, sum tá hevði hesi frálíku tiltøk í skiftandi støðum, einaferð um árið, hevði boðið Filmsfelagnum at útvega og innleiða nýggja heimildarfilmin Fugl Fønix hjá danska Jon Bang Carlsen (f.1950). Filmurin var um ein amerikanskan vjetnamhermann, James Jarrett, ið varð rýmdur úr býnum, tí har var løggan ikki longur at stóla uppá. Nú galt um at verja familjuna og sova við revolva