Nú styttist til nýggjárs. Og hetta við at styttast og at stytta tað, sum styttast kann, hevur fingið so mikið av ferð, at dagsins orð hjá Sprotanum er hálarumpa, sum eg fyri vist helt betýða at glíða og blíva við at glíða. Ein hálarumpa. Men nei, tað er eitt annað orð fyri brosmu. DF, dekanfari, sum er MLV, miðalvarping, men eisini kann verða FRÍÐK, sum er eitt fríðkanarorð. DF.
Í hesum jólaferiudøgum stendur útvarpið frá alla tíðina. Útvarpið hjá Kringvarpinum, ella ÚF hjá KVF, altíð á FM. Tað er líkasum baktjaldið fyri øllum, skiftandi veðri og skiftandi ljósi, skiftandi drekkamunni og so breyði, sum eftir hondini er TES, ein turkaður endaskálkur. Soleiðis verður skorið burtur av øllum, til einki er eftir. AVD, alt verður decimerað til einki er eftir, skamtað burtur í einki. SBE.
Veit ikki um tónleikasendingarnar í ÚF eru minni umhyggiligar enn orðaríkt uppbyggiligu talusendingarnar, tá umræður styttingar at stytta sær um stundir við, nú alt styttist og ber mót endanum.
Í eini tónleikasending í dag kom prestur á gátt og talaði um LS. Eftir drúgt vertsprát um LS kennir tilkallaði presturin á sær, at hann lurtarans vegna má útgreina hetta dulda kotumál við LS, so lurtarin ikki heldur teir tosa um ein nýkomnan variant av turvelvandi drøggi. So P, tað er prestur, og ikki V, tað er vertur, upplýsir okkum um, at tað er Landssjukrahúsið, ið hevur leiklutin sum LS, og ikki er danskt, og tí ikki eitir LSD. At halda skil á øllum, LS TN, LS KG og LS TG, hava tey eina THS deild, eins og skúlin hevur eina AKT deild, meðan FK handlar selja eitt FDB blað, sum tú fært í Keypsuni.
Nú styttist. Tað er gott. Tí einaferð fer at leingjast. Tað søgdu tey í TSVS í morgun. Tað er so vist og sætt.