Tá tú hjá okkum kemur til bygda, er navnaskeltið tað fyrsta, tú sært. Í øðrum londum seta tey eisini fólkatalið á bygdaskeltið. Hetta hevur skapt hugtøk og sangir sum “Population One” og “Population Me” og sett einsemi í perspektiv mótvegis ovfólkaðum metropolum.
Her er bara tú.
Nú er høvið at verða hesin einasti eini, sum fult og heilt myndar fólkið og talið á staðnum, um tú tekur av.
Orsøkin er korona. Men eisini filmur.
Pláss er til ein áskoðara í einum stóli, nú Göteborg Film Festival fer av bakkastokki fríggjadagin hin 29. januar og heldur á í eina fysiska stólaviku. Bara tú, havið og 60 filmar. Eingin telefon, eingin familja, eingir vinir. Fullkomið filmssóttarhald.
Einkarplássið, sum verður boðið út, er í 153 ára gamla vitapassarahúsunum á Pater Noster ytst í vestara svenska skergarðinum, längst ut i havsbandet, sum sviar siga, har bara slepst í báti frá Marstrand.
Húsini vóru karmur um lívið hjá komandi og farandi vitapassarum frá 1868 og heilt til 1977, tá vitin varð sløktur. Tretivu ár seinni varð vitin settur aftur á skerið, sum enn ber Faðir Vár heitið Pater Noster, men nú sum fundar- og ferðafólkastaður av eksotiska slagnum, ið øll vilja vitja.
- Tí fær staðurin nógva fjølmiðlaumrøðu, sigur Guðrið Højgaard, sum er stjóri í Visit Faroe Islands.
- Er tað nakað, ið svenskarar duga, so er tað at byggja gistingarhús, ið taka støði í teirra egna DNA og eru eitt ferðamál í sær sjálvum, umframt ”bara” at vera eitt gistingarhús, sigur Guðrið, sum hevur búð og arbeitt í Svøríki í mong ár.
- Pater Noster er nýggjasta dømið um hetta. Onnur dømi eru Icehotel í Jukkasjärvi, ið er heimsins elsta íshotell, og síðan er kopierað alla møguliga staðni; Tree Hotels, sum síðan eisini er kopierað nógvastaðni - tað eru smá gistingarstøð uppi í trøunum - og Arctic Bath, sum eisini er nýtt, og er heilt fantastiskt. Tað er eitt flótandi hotell, ið er bygt av timburstokkum, og tekur útgangsstøði í, at júst her vórðu timburstokkar, viðarbular, fluttir fyrr í tíðini. Hesi dømini byggja á og taka støðið í tí, sum tey hava, teirra DNA. Ísi, skerum, trøum, vatni, havi og timbri. Nýggja gistingarhúsið Pater Noster er heilt har úti í havsbrúnni, og hevur fingið miðlaumrøðu um allan heimin, síðani tað opnaði, sigur Guðrið og leggur afturat:
- Hetta var kanska nakað fyri teg, at melda teg til? Tú vart í øllum førum tann fyrsti, sum rann mær til hugs, tá eg sá hetta, segði Guðrið við meg á Messenger í morgun.
Eg takkaði fyri vinarliga morguntankan og hugfarsligu filmsboðini. Hevði eg bara verið í Göteborg, so skuldi eg tekna meg at møta filmunum í havsbrúnni. Í koronustongsli er neyvan nakað sum filmur. Klikk á myndina niðanfyri og tekna teg, um tú ert í Svøríki!