Tað er ikki bert stertur, og tað, ið svimja kann, sum í hesum døgum verður flutt úr føroyskum øki til fremmandar marknaðir at gera seg galdandi fyri eini áskoðarafjøld, ið er nógv størri enn okkara.
- Tveir spennandi túrar út í Lítlu Dímun í juni og september í 2014 saman við Hans Peturi Hansen vóru ikki til fánýtis, sigur Uni Arge um filmin "Lítla Dímun - gimsteinurin í sjónum".
- Katrin Streymoy, sum arbeiðir á Mentanardeildini í Kringvarpinum og haðani skundar undir eitt dokumentariskt umbýti, spurdi einaferð, um hon kundi bjóða filmin um Lítlu Dímun út til hini norðurlondini, sigur Uni.
Saman skrivaðu tey eina eksotiska sølulýsing av filminum, og SVT tók av. Í morgin klokkan 17:45 verður føroyski filmurin vístur á Sveriges Television 2 undir heitinum "Lítla Dímun - en juvel i havet". Tey senda filmin aftur 2. og 7. januar.
- Stuttligt er, tá tílíkt eydnast. Kringvarpið býtir um sendingar gjøgnum Nordvision. Svenska sjónvarpið, SVT, valdi eitt árið hendan filmin, og nú kom hann so á skrá. Heri Eysturlíð hevur hjálpt teimum at týða hann til svenskt, sigur Uni og nevnir enn eina sending.
- Sendingina um ta valdsmiklu tøknina, sum vit báðir Jógvan Eli Dam gjørdu í fjør, hevur íslendska kringvarpið, RÚV, vist tikið og ætlar at senda, sigur Uni.
Hann er fegin um tað stóra arbeiðið, tey í Kringvarpssavninum gera, tá tey hvørt ár í februar bjóða føroyskar sendingar út til hini norðurlondini at vísa.
- Sum eg skilji, er meira enn so avsetningur av føroyskum tilfari, samstundis sum annað norðurlendskt tilfar kemur hendan vegin, sigur Uni og fegnast um, at vit hava ein føroyskan public service-stovn, ið sær til, at dokumentariskt tilfar eisini verður flutt út.
Katrin Streymoy greiðir frá, hvussu Kringvarpið saman við Danmarks Radio er við í norðurlendska Nordvisións-samarbeiðnum.
- Tveir ella tríggir fakta screenings fundir eru um árið, har norðurlendsku public service rásirnar bjóða sendingar út. Á einum fundi var sendingin um Lítlu Dímun við, og SVT ynskti at vísa hesa sendingina, sigur Katrin og leggur afturat, at fleiri føroyskar sendingar eru vístar á norðurlendsku rásunum, eins og vit í Føroyum eisini vísa fleiri sendingar og røðir frá norðurlendsku rásunum.
Minnist til at heilsa svenskum vinfólkum, at tað er í morgin, at føroyski gimsteinurin fer at glampa í Svøriki.