Undir yvirskriftini Neyv søgufrøði ella halgisøga svarar Hanus Kamban í dag aftur teim viðmerkingum, hann hevur fingið fyri greinina Glíðibreytin í Dimmu hin 12. februar. Sjálvur var eg millum tey mongu, ið góvu til kennar, at upprunagreinin var serstakliga týdningarmikil at lesa í einum føroyskum miðili í dag. At greinin nevnir ein føroying sum dømi, helt eg ikki taka nakað frá henni, soleiðis sum eg lesi og fati hana, greinina, sum vil vísa á, at ekstrem hvít høgraradikalisma er sum aldri áður tvunnin saman við evangeliskt religiøsum fríkirkjuaktiviteti, serliga sjónligur í USA undir Trump, og samstundis her heima við eini javnfjarari og beint fram samtykkjandi rørslu í okkara tíð, fyri ikki at siga beint nú. Greinskrivarin mælir í greinini í dag til, at vit sleppa nútíðar pyntisjúku og í staðin hyggja beint í andlitið á tríatiárunum. Júst tað ger greinskrivarin sjálvur, og miðvísur, sum hann altíð er, finnur hann - umframt eina staðfesting av, at umrøddi føroyingur las Mein Kamp