Meðan koronastongsil er, hevur bretska tíðarritið TimeOut, sum byrjaði í London í 1968, og nú er um allan heim, kosið 50 teir vakrastu biografarnar í heiminum.
Nummar 26 á listanum er biografurin Mareel í Lerwick í Hetlandi. Umframt at vera hin norðasti í Bretlandi, er Mareel eisini næstur okkum, tá talan er um vakrastu biografar í verðini, sambært TimeOut.
Mareel er eitt fleirfunktionelt mentanarhús, sum læt upp á havnarlagnum í Lerwick í 2012. Íleggjarar vóru Shetland Islands Council, European Regional Development Fund, Scottish Arts Council lottery fund, Highlands and Islands Enterprise, Shetland Development Trust og the Gannochy Trust.
Gamli biografurin í Hetlandi, The North Star, læt aftur í 1989, men helt fram sum tónleikastaður.
Einasti norðurlendski biografurin á listanum hjá TimeOut yvir teir vakrastu í heiminum, er danski Grand biografurin í Mikkel Bryggersgade mitt í Keypmannahavn. Hesin klassiski biografur, sum er frá 1913 og harvið javngamal við The North Star, rekur eisini Camera Film, ið leigar arthouse filmar til biografar, millum annað Filmsfelagið í Havn. Undir koronastongsilinum hevur Grand biografurin sett ferð á stroymingartænastuna Grand Hjemmebio, ið bjóðar fleiri av filmunum, sum Filmsfelagið fyrr hevur víst.
Føroyar eru millum fáu londini, har fólk sleppa at ganga í biograf, treytað av at almennu tilmælini verða fylgd. Fríhildnir sessir eru lagdir inn í atgongumerkjaskipanina hjá Havnar Bio, so fremmand fólk ikki sita saman.
Men verri er at fáa fatur á nýggjum filmum, sum til dømis James Bond, ið støðugt verður útsettur, til marknaðurin aftur er normalur. Tað merkir, at allir filmsútleigarar hava latið aftur, so eingin filmur fæst á vanligan hátt.
Tí hevur Filmsfelagið saman við Havnar Bio roynt at fingið fatur á gomlum klassikarum, sum The Shining hjá Stanley Kubrick. Hóast filmurin er frá 1980 varð útselt til sýningina, sum Sámal Soll innleiddi.
Nú fer Filmsfelagið at frumsýna nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni Ferðin inn í tað ókenda, sum Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava gjørt, og sum Kringvarp Føroya aftaná fer at vísa í tveimum pørtum.
Meðan aktuella koronastøðan er galdandi, fara Filmsfelagið og Havnar Bio at finna spennandi filmsklassikarar at vísa føroyskum biografgangarum, sum eru ein kræsin, men trúfastur skari av filmshugaðum fólki, ið felagið roynir at hjúkla um.