Skip to main content

Týdningarmesta grein í Dimmu

Undir yvirskriftini Neyv søgufrøði ella halgisøga svarar Hanus Kamban í dag aftur teim viðmerkingum, hann hevur fingið fyri greinina Glíðibreytin í Dimmu hin 12. februar. 

Sjálvur var eg millum tey mongu, ið góvu til kennar, at upprunagreinin var serstakliga týdningarmikil at lesa í einum føroyskum miðili í dag. 

At greinin nevnir ein føroying sum dømi, helt eg ikki taka nakað frá henni, soleiðis sum eg lesi og fati hana, greinina, sum vil vísa á, at ekstrem hvít høgraradikalisma er sum aldri áður tvunnin saman við evangeliskt religiøsum fríkirkjuaktiviteti, serliga sjónligur í USA undir Trump, og samstundis her heima við eini javnfjarari og beint fram samtykkjandi rørslu í okkara tíð, fyri ikki at siga beint nú.


Greinskrivarin mælir í greinini í dag til, at vit sleppa nútíðar pyntisjúku og í staðin hyggja beint í andlitið á tríatiárunum. Júst tað ger greinskrivarin sjálvur, og miðvísur, sum hann altíð er, finnur hann - umframt eina staðfesting av, at umrøddi føroyingur las Mein Kampf og var hugtikin av Hitleri - eisini hjá Rólvi í Minnisriti Studentafelagsins í 1935 samtíðarorðið baptista-nazistar, sum vit líka lata standa eina løtu. Polariseringin hevur verið stór og ikki sørt spennandi, skulu vit hugsa samtíðina í føroysku tríatiárunum á einum enn ófilmaðum filmi.

Móti endanum í greinini í Dimmu í dag hevur Hanus eisini tey námsfrøðiligu ørindi, at minna alt skúlaverkið á, at árliga tiltakið um Holocaust og onnur fólkadráp verður víðkað soleiðis, at “lagt verður afturat okkara vitan um hetta fyribrigdi, so at vit sleppa undan endurtøkum.” 

Júst tað er grundsjónarmiðið og støðið, hetta tiltak byggir á. Ongantíð aftur. Nie wieder. 

Vit koma ikki víðari fyrr enn vit grípa í egnan barm. Rætt hevur Hanus og tøkk fái hann og Dimma fyri eina væl undirbygda grein um okkara kollektivu nýggjaru søgu, sum lítið er granskað í til skúlabrúks.

Hetta fari eg sjálvur at leggja mær í geyma til næsta Holocaust tiltak.