Meðan tað á hásumri verður arbeitt av grimd í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Páll einaferð stóð, og út eftir smala kantinum undir Bryggjubakka, er Skinnarasker byrgt av - tí ternurnar eiga. Tað má vera besta burturbragd, avleiðingsmanøvra, í Havnar søgu. Ikki tí, átakið er framúr, og er ikki sæð fyrr. Í so máta má mann siga, at allur bati bøtur, hóast skeltingin er nakað improviserað. Men borgarstjórin skal eiga, at hann enn er sami action maður sum fyrr. Framúr fyri Havnina, tí eingin annar arbeiðir fyri hana, Havnina, sum øll elska at hata og eingin verjir, uttan hann. Men tankin um at verja ternuna, sum reiðrast á ytsta tanga, beint uttanfyri elsta bryggjukantin í býnum, er nú gróðursettur og má førast víðari. Eitt nú við at seta okkum sjálvi, havnarborgaran, í ternunnar stað, so vit verða vard fyri bilum. Heilt av Skinnaraskeri, inn í Vágsbotn og út á Skáltrøð. Hugsa tær, at borgarin varð vardur fyri bilum á hesi miðhavnsku farleið við kaffistovum, bátum, sølufólkum vi