Skip to main content

Livandi orðið givið upp til skutil

Í dag hoyrdist, at einasta blaðpressa í landinum ber seg ikki, og fer at snara lykilin um á ólavsøku. So er slætt borð, einki blað verður prentað og einki útistandi er. Frá at vera heimsins mest avíslesandi fólk eru vit endaði í null. Hinvegin, tað er eisini endamálið við ein projekti. At enda í null. 

Góða innleggið, sum fyrr var í Dimmu, er langt síðan hildið uppat, Sosialurin roynir seg enn við einum vikuskiftisinnleggi, luftborna Pressan í Útvarpinum kom ikki afturíaftur, og mest sum bara aftureftirlítandi sendingar eru í tí miðilinum, sum eg altíð havi hildið vera hin fremsta og einasta tjóðarbyggjandi í landinum. Tað haldi eg enn. Men lesa fá, so lurtar eingin. Bara tey á mínum aldri og nógv eldri, sigst. 

Tá eg skilti, at Útvarpið verður betraktað sum ein óljóðskassi í einstaklingasamfelagnum, royndi eg meg um dagarnar við einum poddi, sum tey siga, skal bjarga gamla útvarpsmiðlinum. Gjørdi hann saman við Árna, men annars púra fyri meg sjálvan á einum stuttligum skeiði, eg slapp á. Út um egnar kantar og gyrðingar fer tann poddurin neyvan, tí hann er ikki til at taka á nøkrum sjónligum palli, meðan presumptivir lurtarar dustsúgva ella renna í fjøllunum, púra burtur í sær sjálvum. Ikki tí hann kundi gjørt eitthvørt konvergerandi krumspring, men eingin lurtar eftir felags keldum longur. Alt er atomiserað og eingin er faðir at nøkrum, heldur ikki teim fronsku horuungunum, sum prentarar hava hildið upp fyri okkum í øldir. Nú eru eisini teir, føroya mest marginaliseraði minniluti, fronsku horuungarnir í pressuni, givnir upp til skutil. Eingin prentar bløð meir.

Orðið, sum ikki kann verða livandi, uttan tað er borið á lógvum og munnum, spinnur nú í einum klønum tráð, skulu vit verða felags um tað yvirhøvur, livandi orðið.

Tá prentsmiðjur steðga og orðini doyggja, larma tey ikki. Eingin hoyrir tey. Sjálvt grasið leggur ikki í tað. Tað sigur fremsta poppskaldið, Neil Diamond, í summarsanginum And the grass won’t pay no mind. Sjálvt grasið leggur ikki í tað.