Skip to main content

Innstilling nummar túsund

Hósdagin fóru upptøkurnar við krimirøðini Trom um eitt søguligt túsundamark. Filmsupptøkurnar verða gjørdar í Sjóvinnuhúsinum á Vestarubryggju, har Faroe Seafood var fyrr. Har er løgrelustøðin og alt upptøkuliðið.

- Helst er hetta ein spurningur fyri Málteigin, tí vit samskifta á enskum og siga slate, fyri instilling, siga Rannvá og Jón. 

- Vit í bransjuni eru bara fyri okkum sjálvi, so eingin rættar okkum málsliga. Vit samskifta á enskum. Men til ber at siga, at innstilling er ein vinkul. Senan verður býtt upp í innstillingar og kameravinklar. Vit noyðast at tosa internationalt, siga tey, tá eg spyrji, hví sjampanjupropparnir nú hoyrast úti í køkinum. 

- Tað er tí at nú náddu vit innstilling nummar túsund!

Eg takki fyri frágreiðingina í nýggjastu listagreinini í Føroyum, filmslistini, nú hon fór um hetta søguliga túsundahvarv.

Til lukku og góða eydnu!