Møtti fronsku Bruno og Brigitte Mulac á spartanska kampingplássinum í Elduvík í gjár. Tey eru úr býnum Troyes, har eysturi í Fraklandi góðar hundrað kilometur suður úr kenda býnum Reimes, upplýsur Bruno, sum á brúnni spyr meg um myndatólið, linsuna og ljósviðurskifti. Tey komu við Norrönu sunnukvøldið og fara víðari til Íslands mikudagin. - Vit ætla at koyra Ringin, vegin runt alt Ísland, og síggja bygdina Vík á Suðurlandinum, har sjónvarpsrøðin Katla júst er tikin, sigur hann og greiðir frá um bilin, ein eitt ára gamal Nissan Navara, ið er innrættaður sum húsvognur. - Hann er lutfalsliga lítil og perfektur til føroysku vegirnar. Men hesin týski, sum beint nú koyrir avstað, er ein fínur bilur til sama endamál, men hann er alt ov stórur til føroysku vegirnar, heldur vandni franski ferðamaðurin, ið hevur verið pensionistur í níggju ár. Eg kann ikki annað enn verða samdur við franska ferðamanninum, sum vil hava at vita, hvussu bláu parkeringsskeltini á føroysku landsvegunum skulu skilja