Skip to main content

Posts

Trom er blivin ein fólkarørsla!

Við krimirøðini Trom eru vit flutt inn í nútíðina við eini føroyskari samtíðarsøgu, ein cross road blues og Faroe noir filmur um makt, og hvat tú vilt selja tína sál fyri.  Innihaldið byggir á skaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen Blíð er summarnátt á Føroyalandi (1990), Gráur oktober (1994), Krossmessa (2005) og Norðlýsið (2009). Jógvan hevur skrivað tilsamans átjan krimibøkur, sum eru givnar út á føroyskum. Tólv teirra eru um Hannis Martinsson, seks eru um William Hammer, og ein er um báðar. Tórfinnur Jákupsson hevur skapt krimisjónvarpsrøðina, og skrivað filmshandritið til røðina saman við ensk-týsku Donnu Sharpe. Høvuðspersónur í Trom er Hannis Martinsson, ið leitar heim til Føroya, tí unga kvinnan, Sonja á Heyggi, sum sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda. Røðin er í seks pørtum, og hvør partur varðar góðar 40 minuttir. Hesir seks partarnir eru fyrsta umfar av sjónvarpsrøðini Trom . Eg sá teir í Havnar Bio í gjárkvøldið. Ljóð og ljós var alt til vildar. Ful

Fokus á hin elsta og yngsta í Smiðjuni

Óli Lindenskov og Oddfríður Marni Rasmussen Fríggjadagin klokkan 14:00 letur fotobólkurin Fokus upp hina árligu framsýningina í Smiðjuni í Lítluvík. Sjey limir í Fokusbólkinum hava tikið tilsamans 43 myndir, sum eru komnar upp at hanga, og nakrar er settar fram við vegginum at blaða í, svarthvítar og í litum, flestu í A3 stødd og onkrar størri. Øll Fokusfólkini hava sýnt fram fyrr. - Motivini eru landsløg, portrett og minimalistisk. Eg eri yngstur, og eg haldi, at Óli Lindenskov er elstur, sigur Oddfríður Marni Rasmussen, ið vit eisini kenna sum virknan rithøvund. Óli nikkar og skeinkir kaffi. Haldur Suni Johansen - Vit brúka Canon, Fujifilm og Leica. Vit hava eini seks myndir hvør. Onkur hevur fýra og onkur átta, sigur Óli í Smiðjuni í Líluvík, ella úti í Grind, sum eldri Havnarfólk siga. - Næstu ferð sýna vit fram í maimánað, tí hetta er ov sjaskut, sigur Óli. Hann vísir mær navnalistan: Heri Samuelsen, Jacobina Sigmundsdóttir Niclasen, Jórun á Fløtti Jacobsen, Kristinn Hentze, Haldu

Bestu matstovur í Føroyum

Bent Christensen, sum síðan 1978 hevur givið út Den Danske Spiseguide til danska marknaðin, er nú farin undir Faroe Best , sum í einum lítlum ensk-donskum bóklingi tekur dagar ímillum matstovur í Føroyum. Neyvan hevur nakar havt størri týdning, enn just Bent, at breiða út kunnleikan um føroyska matgerð, tænastustøði og útboð, sæð úr einum altjóða brúkarsjónarhorni. Bent, sum er giftur inn í føroysku Hammershaimb ættina, er farin um tey fýrs, og er sannførdur um, at nýggasta átakið, Faroe Best , heldur fram. - Eg eti enn 150 restauratiónsmáltíðir á hvørjum ári, sigur Bent, sum eg siti til borðs við á Húsagarði, ið er matstovan á Hotel Brandan í Havn. Eins og á grannahotellinum, Hilton, sum kvøldið fyri var karmur um eitt heiðrandi ítróttatilak, var tað bara ein kvinna, ið fekk gastronomiskan heiður. Tað var Karin Visth, sum varð kosin ársins sommelier. Men hon var í Singapor saman við Koks, har tey beint nú hava støkk-upp matstovu. Koks varð annars kosin ársins matstova í kapping við

Charley Pride í Føroyum

Í november 2009 var Charley Pride (1934-2020) við orkestri í Føroyum. Allan Samuelsen skipaði fyri og hann spurdi, soleiðis uttan varsil, um eg hevði hug at koma við til Dublin í einum leiguflogfari hjá Atlantsflogi at heinta hann.  Jú, tað vildi eg fegin, men ikki uttan at eg slapp at práta við hann, og hava ein sjónvarpsmann við at filma tað heila. Tað var gaman í og Jógvan Eli Dam kom við.  Við í ferðalagnum var eisini Hallur Joensen.  Vit byrjaðu at filma umborð á flogfarinum, hildu fram í komuhøllini, har Charley møtir Rannvá og lærir seg navnið, og so aftur í bussinum, sum koyrir okkum til Havnar. Men í Sandavági er so gott ljós, at eg spyrji Charley, um vit kunnu steðga við kirkjuna og gera eitt prát um gospelsangir. Tað er gamaní. Hann heftir seg við navnið á einum smádrongi, sum vitjar eina grøv, og sær sama drong og minnist navnið á honum, frammanfyri senuni í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá konsert er hin 22. november.  Komin til Havnar halda vit fram við prátinum á Hotel Hafnia

Millum Satan og veruleikan

Nú fyllir Útvarpið 65. Tað hevur fylgt mær alt lívið, og 20. juni nái eg, um Gud vil, sama aldur. Eg eri útvarp og eingin annar stovnur hevur myndað meg so nógv sum føroyska Útvarpið. Ja, eg kann enn finna uppá at siga ”í útryðjuni av býnum, har norðuri í landinum”, bara tí at soleiðis segði Útvarpið. Tað skapti ein resonans, sum gekk í eitt við føroysku fólkasálina. Nú eg longu havi nomið við Satan, Gud og sál, er tað serstakliga spennandi, at Hanus Kamban hevur eina tíðargrein í dagsins Dimmu um Útvarpið. Á sama hátt sum Dimma eisini fær Jóanes Nielsen at skriva ógloymandi idigneraðar tíðargreinar, sum glógva í tíðini, greinarnar. Fyrr var Gunnar Hoydal, sáli, ein triði meistari í sama blaði, kanska hin fyrsti, skulu vit gera ein tignarstiga, og so Oddvør Johansen eisini. Grundin til at eg nevni hetta er tann, at tað hvílir ein redaktionell ábyrgd á øllum miðlum. Bert fáir gera nakað við tað. Hanus nevnir í dagsins tíðargrein øll tey væleydnaðu avrik, sum Útvarpið hevur drigið í la

John er ímyndin av matstovuvirksemi

  Sunnudagin fær John Mikkelsen frámerkið ikon í nýggja ensk-danska bóklinginum Faroe Best , sum á 54 blaðsíðum hevur gjørt ein gjøgnumskurð í eini løtumynd av støðuni í føroysku matstovuvinnuni.  Tað er hin royndi Bent Christensen, sum fyri fimtan árum síðan varnaðist tað serføroyska í altjóða matgerð, ella gastronomi, sum kanska nemur meira við list, matgerðarlist, enn tað gerandisliga, sum liggur í hugtakinum matgerð, ið er heitið á mest seldu kókibókini, Matur og matgerð . Fyri Bent Christensen skrivaði eg í 2017 hesa donsku grein um føroyska matstovuvinnu og kokkabókagerð.  Í nýggja bóklinginum Faroe Best kemur navnið John Mikkelsen sjey ferðirnar fyri. John er matstovuleiðari, restaurationschef, í Áarstovu, Barbara Fish House og Ræst. Og so fær hann heiðurin sum ársins matstovuprofilur, restaurantprofile, í 2021 í kapping við Ólav í Búrstovu, í matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan og Mike Uhre í matstovuni Munkastovu umborð á Norrönu. Men stuttligast haldi eg tað vera, at John,

Føroyar eru ein óslípaður gimsteinur

- Føroyar eru so sjáldsamar, at tit eiga at fáa politisku skipanina at seta meira pening av til filmsgerð í Føroyum, at fáa útbúgvið fólk, upptøkufasilitetir og framleiðslufeløg, segði Ulrich Thomsen í Útvarpssendingini Nón í dag. Hann hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson í krimirøðini Trom , sum er hin fyrsta, ið er gjørd í Føroyum.  Ein týðandi orsøk til at Trom gjørdist veruleiki í Føroyum, var helst eykalógin, ið gav fýra milliónir í afturbering av útreiðslunum, sum blivu brúktar til filmsgerð í landinum. Røðin, sum er í seks pørtum, verður send á Viaplay og víst í Havnar Bio sama dag, sunnudagin 13. februar. Útselt varð eftir lítlari løtu til fyrstu biografsýning við øllum teim seks pørtunum henda sunnudag. Filmarnir verða vístir í somu maratonlongd mánadagin og týsdagin eftir. Hósdagin 17. februar byrjar Kringvarpið, sum hevur stuðlað framleiðsluni, at senda Trom , sum byggir á krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen.  Torfinnur Jákupsson hevur skapt sjónvarpsrøðina, og hann he

Trom í Havnar Bio

Sunnudagin 13. februar klokkan 18:30 verða allir seks partarnir í nýggju krimirøðini TROM at síggja í Havnar Bio.  Umframt at hava poppkorn og kola við inn í biografin til drúgvu maratonsýningina, ber til at keypa ein tilboðsburgara í grannahølunum hjá Haps við einari góðari føroyskari bjór afturvið innan søguliga drúgvu sýningina. Krimirøðin, sum er í seks pørtum, er hin fyrsta, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum. Í høvðusleiklutunum síggjast Ulrich Thomsen, Maria Rich og Olaf Johannessen. Tað er Torfinnur Jákupsson, sum við støði í metsølubókunum hjá Jógvani Isaksen um Hannis Martinsson, hevur skapt sjónvarpsrøðina. Donna Sharpe hevur skrivað søguna til film saman við Torfinni. Hvør partur er 40 minuttir. Fyrra umfar varir sostatt um 2 tímar. So er ein steðgur í 40 minuttir, innan hildið verður á aftur í tveir tímar afturat. Longu sum 16 ára gamal gjørdi Torfinnur, ið vit kenna sum tónleikara í Gestir, sær tankar um at gera film til sjónvarp úr Føroyum. Í tíðindaskrivi frá Viaplay ver

Hvat hevði tú gjørt?

Vit hava ikki havt kríggj síðan týskurin legði Danmark undir seg, og sambandið helt uppat. Samstundis vórðu vit hersett av bretum, sum fluttu okkum inn í samtíðina. Hóast ráðini vóru til tað, varð eingin loysing eftir kríggið, tí alt varð sollað burtur til rustikustar. Hvat hevði tú gjørt, um tú hevði ræðið á virðunum og ússaligu keyparunum hesa tíðina? Hvat hevði tú gjørt, um tú vart við, og slapp at sita á fyrstu parkett til samráðingarnar, tá løgmaður í landsins tænastu koma heim aftur við Føroya fyrsta radara, alt fyri pensión, sum kanska kundi brúkast hálva øld seinni? Hvat høvdu tit gjørt, Espersen og Vestergaard? Annar heldur, at teir hava longu goldið alt fyri okkum, so vit skulu bara mukka rætt sum ein nýfunnin flúrur í Norðurhøvum. Hin heldur, at vit hava ongar fíggindar, so tørvurin á at fáa nakran at verja okkum við einum nýbygdum radara móti russarum er absurdur. Russar eru okkara týdningarmestu handilspartnarar. Meðan eg væl skilji fyrra útspælið - tað er vanliga óbarbera

Strikaður maður

Tilgjørt klipp úr Dimmu í dag Hesin maður strikaði 77 nøvn fyri tíggju árum síðan. Tey koma aldrin aftur. Strikaði, eru tey. Nú hevur hann strikað sítt egna navn og byrjar av nýggjum, so sum rættarsamfelagið tryggjar honum. Vit eru jú siviliserað fólk í heimsins ríkasta horni, og sum okkara fremsta skald sigur: Í himni er eitt heilt serligt fat til ávís fólk at vaska sær hendurnar í. Hóast vit ikki hava fyri neyðini at dyrka tílík tjóðskapar-rasistisk übermensch hugtøk, sum inngangspersónurin ger, so vil han verða fríkendur í heimlandinum, tí tey 77 komu á hansara leið og gjørdu hann radikalan.  - Eg eri ofrið, sigur hann, ússaligi vesalamaðurin, so eg veruliga taki synd í honum.  Tá rættarframløgan byrjaði vóru fleiri norskir miðlar, ið sendu beinleiðis, tí einki er sum ein góð konflikt. Hon selur væl. Og henda er grundbreaking eksistentialistisk søluvøra. Men Verdens Gang, VG, steðgaði valdsforherligandi propagandaiini hjá norðmanninum, sum tey tó velja at navngeva, so tíðindaflutni

Hví hata miðlarnir Don’t look up?

Einki er sum satira. Hon er krúnan á verkið. Eins og satira mangan er góð, ja kanska best og ovast á bunkanum, tá vit við ársenda taka saman um miðlaútbóðið í einum framkomnum fólkaræði við skipaðum skattafíggjaðum miðlum, eins himmalrópandi ring er miðlastøðan, tá vit onga satiru hava. Nada.  Men hov, á jólum, nett tá gamla jóla- og skemtihaldið Saturnalia endaði, kundi Netflix vísa heiminum eina stjørnusatiru, Don’t look up , sum beinanvegin festi í og skapti kjak í øllum heiminum.  Í dag er hann næstmest sæddi filmur á Netflix. Bara Netflixfilmurin Red Notice (2021) hevur hægri hyggjaratøl, hóast hann fekk botnummæli í The Guardian , sum gav honum hesu sláturorð: “There’s something so soulless and ineffectual about the aggressively unnecessary Red Notice that it almost plays like a pastiche of a Hollywood blockbuster, like a bot consumed the last 20 years of studio fare and spat out a facsimile as an experiment.” Hóast eg hyggi at nógvum filmum, seti eg meg aldri til rættis uttan a