Skip to main content

Charley Pride í Føroyum


Í november 2009 var Charley Pride (1934-2020) við orkestri í Føroyum. Allan Samuelsen skipaði fyri og hann spurdi, soleiðis uttan varsil, um eg hevði hug at koma við til Dublin í einum leiguflogfari hjá Atlantsflogi at heinta hann. 

Jú, tað vildi eg fegin, men ikki uttan at eg slapp at práta við hann, og hava ein sjónvarpsmann við at filma tað heila. Tað var gaman í og Jógvan Eli Dam kom við. 

Við í ferðalagnum var eisini Hallur Joensen. 

Vit byrjaðu at filma umborð á flogfarinum, hildu fram í komuhøllini, har Charley møtir Rannvá og lærir seg navnið, og so aftur í bussinum, sum koyrir okkum til Havnar. Men í Sandavági er so gott ljós, at eg spyrji Charley, um vit kunnu steðga við kirkjuna og gera eitt prát um gospelsangir. Tað er gamaní. Hann heftir seg við navnið á einum smádrongi, sum vitjar eina grøv, og sær sama drong og minnist navnið á honum, frammanfyri senuni í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá konsert er hin 22. november. 

Komin til Havnar halda vit fram við prátinum á Hotel Hafnia, yvir morgunmati og á Parnassinum. 

Sjey tímar av upptøkum og klippingin vardi 43 tímar. 

Ein stuttligur persónur at møta og sleppa at práta við, tí so nógvir føroyingar eru upptiknir av hansara sangum og tónleiki. 

Starvsfelagin Karina, sum longu tá hevði eina YouTube konto, goymdi sendingina, sum systkinabarnið Sissel í Noregi legði út á Facebook í kvøld, og eg tí fann uppá at goyma á blogginum. Fleiri enn 40.000 hava hugt eftir sendingini á YouTube og fleiri viðmerkingar eru. 

So er bara at trýsta á play og njóta sendingina, sum varir 40 minuttir.


.