Skip to main content

Trom í Havnar Bio

Sunnudagin 13. februar klokkan 18:30 verða allir seks partarnir í nýggju krimirøðini TROM at síggja í Havnar Bio. 

Umframt at hava poppkorn og kola við inn í biografin til drúgvu maratonsýningina, ber til at keypa ein tilboðsburgara í grannahølunum hjá Haps við einari góðari føroyskari bjór afturvið innan søguliga drúgvu sýningina.

Krimirøðin, sum er í seks pørtum, er hin fyrsta, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum. Í høvðusleiklutunum síggjast Ulrich Thomsen, Maria Rich og Olaf Johannessen.

Tað er Torfinnur Jákupsson, sum við støði í metsølubókunum hjá Jógvani Isaksen um Hannis Martinsson, hevur skapt sjónvarpsrøðina. Donna Sharpe hevur skrivað søguna til film saman við Torfinni.

Hvør partur er 40 minuttir. Fyrra umfar varir sostatt um 2 tímar. So er ein steðgur í 40 minuttir, innan hildið verður á aftur í tveir tímar afturat.

Longu sum 16 ára gamal gjørdi Torfinnur, ið vit kenna sum tónleikara í Gestir, sær tankar um at gera film til sjónvarp úr Føroyum.

Í tíðindaskrivi frá Viaplay verður hin blíða, men eisini karráa náttúran hálovað sum baksýnið fyri nýskapandi krimisøguna úr Føroyum.

Í TROM fylgja vit Hannis Martinsson (Ulrich Thomsen), sum fær eini óvæntaði boð frá aktivistinum, Sonju á Heyggi. Hon sigur seg vera dóttir hansara, og at fólk liggja henni eftir lívinum, tí hon heldur við útlendskum djóraverndarfelagsskapum, sum eru ímóti føroyskum grindadrápi. Tá Hannis kemur fram er hon deyð í einum grindadrápi.

Hannis kemur upp at toppast við løgregluna og fløkist í lygnum og loynidómum, sum hann setur sær fyri at rekja upp og loysa. Men hvussu langt vil hann fara fyri at avdúka sannleikan og rætta samanhangin?

Upptøkurnar við TROM vórðu gjørdar í fjør vár og summar. Hetta er fyrstu ferð at stjørnuleikarin Ulric Thomsen er í Føroyum, og hann nýtti eisini høvið at vísa føroyingum egna filmin ”Gutterbee”, sum hann sjálvur gjørdi í USA.

Aðrir leikarar í filminum eru Helena Heðinsdóttir, Mariann Hansen, Hans Tórgarð, Gunnvá Zachariasen, Búi Dam og Sissal Drew Hjaltalin.

Leikstjórar eru danski Kasper Barfoed, vit kenna frá ”Dicte”, og íslendski Davíd Óskar Ólafsson, sum gjørdi ”The Valhalla Murders”. Framleiðarar eru REinvent Studios í samstarvi við Kyk Myndir, True North og ZDF/ARTE. Nýskapandi krimirøðin hevur fingið stuðul frá Nordisk Film og TV Fond, Filmshúsinum og Creative Europe Media Programme of the European Union. Fyri altjóða søluni standa REinvent International Sales.