Eg fari ikki á fólkatingsval. Grundgevingarnar fyri at velja fólkatingið frá eru, at tey umboð, sum verða vald úr Føroyum, taka fokus frá føroyska samfelagnum og hvussu tað verður rikið. Fólkatingslimirnir skapa órógv við at yvirbjóða hvør annan og onnur við, tá umræður at fáa stuðul til átøk í Føroyum, sum langt síðan eru yvirtikin, og eru í tryggum føroyskum hondum. Teir báðir føroysku fólkatingssessirnir ávirka tann føroyska gerandisdegin á greitt neiligan hátt. Vit hava frítt rennandi tíðindi í Kringvarpinum beint úr danska Fólkatinginum, meðan vit ongan journalist hava í Løgtinginum. Tað er tann øvuta verð, sum her verður uppbygd eftir eini strammari skipan um public service. Taka vit av teir báðar føroysku fólkatingssessirnar, nærkast vit eini tjóðarbyggjandi semju um egið parlament og egið kjak um egin viðurskifti í egnum landi - uttan at verða yvirrulað av uttanífrákomandi boðum, uppskotum og møguleikum. Hetta, ikki fyri at avbyrgja seg, men at byggja nakað egið upp, sum hevu