Undir yvirskriftini Nú skal miðbýarkjarnan skipast skrivar Heðin Mortensen, 76, at hann í høvuðsheitum hevur ikki annað, enn ”tómar gøtur og eina lívleysa miðbýarkjarnu” uppá hondina í høvuðsstaðnum.
Um orsøkina til miserablu miðbýarstøðuna í Havn, sigur Heðin, at tað er ”keyp á alnótini, sum hevur gjørt tað gjørligt at fáa sínar vørur flýggjaðar til dyrnar, umframt at kappingin frá handilsmiðstøðum er økt. Býarkjarnan hevur tørv á at fóta sær og livna upp aftur.”
Býarbørnini hava svikið handilslívið, sigur javnaðarkempan, ið hevur savnað so nógvar atkvøður sum aldri áður fyri sosialdemokratisku hugsjónini.
Hetta kann ikki merkja annað, enn at arbeiðarin í Havn er farin í sópandi lokalan hernað móti fjarkapitalistiska internetinum, ið skal steingjast, sløkkjast og leggjast niður, tí tað, saman við kapitalistiska SMS uppi á Trapputrøðni, er orsøkin til at miðbýurin, virksemið og handilslívið alt samalt nú verður lýst deytt at vera.
Og tað er júst tað, sum skal vekjast upp aftur, deyða handilslívið niðri í miðbýnum í Havn.
Við frælsi, javnaði og brøðralagi í skildrinum, hevur hann enntá resonera seg fram til, at Havnin er ein vetrarbýur, sum síðan internetið kom til, hevur lagt seg í dvala.
Nú várar, og leys av algoritmum skal Havnin gerast urtagarðsbýur.
Fyrstu bygningarnir, ið verða nevndir í ætlanini eru Føroya Banki, Ebenezer, Sparikassin, Býráðið, Margarinfabrikkin/Tjóðpallurin.
Um hetta er nýggjasti sølulisti hjá javnaðarflokkinum í Havn verður ikki upplýst, nú vit eru miðskeiðis í kommunala valskeiðnum og skulu implementera 5G.
Interessant, at vit hava ein so vælskrivandi spíðsborgara, sum eins og leiðandi menn í øðrum londum, nokkso langt frá okkum, megna at proklamera, at teir vilja steingja internetið, til tess at hjúkla um og verja býarbørn, mentan, land og fólk, akkurát har tey eru í egnum skrumpehorisont, sum Keypmannahavnar biskupur segði í 50 ára heilsan til drotningina sunnudagin.
Úr medborgarasjónarhorni kann tað ikki sigast at vera annað enn mikið heiðurligt og betryggjandi, her mitt millum valanna á Vaglinum.