Skip to main content

Posts

Skapanarsøga Kubrick's

Kamartónleikarastevnan Endurljóð fer mikudagin av vísa filmklassikaran 2001 A Space Odyssey í Filmsfelgnum.  Í okkara tíð við artificial intelligence, vitlíki, sum í skapi av chatGPT er komin inn um skúlagátt, er 55 ára gamli filmurin eitt serliga hugtakandi høvi at síggja apurnar møtast við ein monolitt, sum kanska er ST bygningurin, kasta ein avpiðaðan lærlegg upp á luftina, sum so kemur sveimandi niður aftur sum ein háteknologisk rúmdarstøð við klassiskum tónleiki, og so stýrandi stórteldan, HAL 9000, sum eftir at hava verið menniskjans vinur og tænari, verður sløkt. Mikukvøldið er høvið at síggja klassiska Kubrick-filmin 2001: A Space Odyssey  á stóra løriftinum í Havnar Bio, sum í løtuni er Føroya einasti biografur. Filmurin, ið byggir á skaldsøgu hjá Arthur C. Clark (1917-2008), er mest slóðbrótandi science-fiction filmur, sum eisini hevur eitt øðrvísi og avbjóðandi ljóðspor, og tí er valdur at vísa á fyrstu kamartónleikastevnuni. Leikstjórin, Stanley Kubrick (1928-1999) setti

Altjóða arbeiðaradagur

ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ Heiður og æra til arbeiðið stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk har norðuri í Russlandi, gamla mentalandinum, ið nú verður stemplað sum aggressor á enskum, tað er агрессор á russiskum og агресор á ukrainskum. So lítil er munurin. Nú altjóða arbeiðaradagur er, Russland er farið fyri bakka, eitt nýtt innvinningarár byrjar her hjá okkum, frítíðarløn verður goldin og Marx fyllir 205 fríggjadagin, fann eg gomlu russisku arbeiðaramyndina aftur á blogginum.  Myndin, sum eg tók í Russlandi fyri tjúgu árum síðan, vísir ein dregil, ið hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera framdriftsskrúvur til hernaðarskip hjá despotinum.  Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russiska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir, skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar illa og man neyvan vera gott fyri heilsu og umhvørvi. Í dag s

Fotoskeið í Føroyum í tíggju ár

Her er mín amerikanski fotovinur í meir enn tíggju ár, Bill Schwab, sum podkastarin Matthew Workman av fyrstan tíð setti meg í samband við. Á fráfaringarsamkomu á Hotel Føroyum í gjár gav Bill mær eitt signerað prent á Hahnemüle papír, twice gum over platinum , sum hann sigur, at fáa ein ávísan lit av Múlafossi og Gásadali, ið er eitt av støðunum og føroysku myndaevnunum, sum hann øll hesi árini hevur sett skeiðslutakararnar at arbeiða við.  Hvørt kvøld í skeiðsvikuni møtast tey og ganga gjøgnum dagsins myndir. Umframt at perspektivera og tosa um lokalitetir, helt eg tað mest áhugaverda vera, tá hann metti um, hvat leiðir eygað, og um tað er í tráð við upprunaynskið hjá fotografinum í tankanum um grundkompositiónina, har kenslulødda landslagið verður lýst smooth við opnari linsu á ein friðfullan hátt - known for his emotionally charged yet peaceful urban and natural landscapes, sum Wikipedia skrivar um fotoarbeiðið hjá Bill. Í morgun fór Bill heim aftur við skeiðsluttakarum, sum hav

At seta mørk á Markusarmessu

Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogsprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, helt í dag flaggdagsrøðuna á Vaglinum í Havn, eftir at skótar høvdu marsjerað og Havnar Hornorkestur spælt í Gamla kommunuskúlagarðinum, nú miðbýðurin er at kalla avbyrgdur.  Theodor byrjaði og endaði hugvekjandi røðuna við heitinum á skaldsøguni hjá Hemingway, Hvørjum ringja klokkurnar fyri , ið kom sama ár, sum bretska hersetingarvaldið kravdi og góðkendi eitt føroyskt flagg, Merkið, ið loysti okkum frá tí ríkisrættarligu forðing, sum frammanundan hevði verið løgd í vegin. Ein Deus ex machina, ið tá greip inn og loysti gamla flaggspurningin.  Í einum Evropa, sum aftur er krígsherjað, vísti Theodor til evangelistin Markus, ið gevur degnum navn, Markusarmessa, og minnir okkum, við Merkinum í hond, á at seta mørk og at virða mørk.  Ein sjáldsama nærverandi flaggdagsrøða, sum á virðiligan og varisligan hátt megnaði at nema við russisku fløggini, ið hava somu litir sum okkara, og tó umboða eitt stýri,

Nítjan satsir í Oyndarfirði

Meðan vit spakuliga varnast ein farra av summari og gróðuri, og tí fara at hugsa um summarferiu burturi í øðrum londum, bjóðar Runavíkar kommuna til heimliga Mentanarviku og eina røð av upplivingum, sum eru beint fyri í okkara egna landi. Tilsamans 130 í øllum teim fimtan bygdunum, sigur Urd, sum samskipar. Ein av upplivingunum, sum eg vil viðmæla, er í Oyndarfirði, har tey ikki bara hava sjáldsama Eckersbergmálningin frá 1839 í kirkjuni, men eisini einastandandi Víkhúsini frá 1856, har Niclas Joensen, Linda Klein og Oddbjørg Joensen bjóða Heimablídni í húsunum, sum var tað eitt tónleikaverk, borið fram í nítjan satsum, gjøgnumkomponerað og útsett fyri krýddað ljóðføri, soleiðis at perforerandi poetiska heitið hjá Jóanesi Nielsen Tapet millum øldir stendur upplivingarliga klárt fyri mær, nú dekkað er upp. Í dag er kalt, kavi er í fjøllunum, og niðri á vegnum møti eg einum oyndfirðingi, sum eg sigi frá um ørindini. Tá vit skiljast, skimast hann uppá luftina og sigur reflekterandi, at tá