Her er mín amerikanski fotovinur í meir enn tíggju ár, Bill Schwab, sum podkastarin Matthew Workman av fyrstan tíð setti meg í samband við. Á fráfaringarsamkomu á Hotel Føroyum í gjár gav Bill mær eitt signerað prent á Hahnemüle papír, twice gum over platinum, sum hann sigur, at fáa ein ávísan lit av Múlafossi og Gásadali, ið er eitt av støðunum og føroysku myndaevnunum, sum hann øll hesi árini hevur sett skeiðslutakararnar at arbeiða við.
Hvørt kvøld í skeiðsvikuni møtast tey og ganga gjøgnum dagsins myndir. Umframt at perspektivera og tosa um lokalitetir, helt eg tað mest áhugaverda vera, tá hann metti um, hvat leiðir eygað, og um tað er í tráð við upprunaynskið hjá fotografinum í tankanum um grundkompositiónina, har kenslulødda landslagið verður lýst smooth við opnari linsu á ein friðfullan hátt - known for his emotionally charged yet peaceful urban and natural landscapes, sum Wikipedia skrivar um fotoarbeiðið hjá Bill.
Í morgun fór Bill heim aftur við skeiðsluttakarum, sum hava fotograferð kring landið í besta veðri og støðugt skiftandi ljósi, sum hugtók øll níggju hesa farnu vikuna. Nú var tað kavi, so var eingin kavi, men sól, so vórðu allir litir mettaðir, hóast flestu dámdu at arbeiða monokromt og infrareytt.
Við tilsamans 70 skeiðsluttakarum hevur Bill vitjað í Føroyum í meir enn tíggju ár og havt intensiv fotoskeið, har tey hava arbeitt við landsløgum og støðum, summi afturvendandi, so sum Gásadalur, Bøur, Vestmanna, Saksun, Tjørnuvík og Viðareiði.
Nýggjasta uppliving var í gjárkvøldið at hoyra Christian Matras í spontanari umseting afturvið myndum, ið undir yvirskriftunum Á hellu eg stóð og Sigl oyggj fram úr mjørka, kundu parast við myndirnar og víðka um fatanina av teimum. Og tað uttan at vit vistu av tí, men tó kundu uppliva tað sama, sum Bill segði um føroyska yrkjaran.
- Nú spyrja folk, hví eg so ofta komi aftur higar, sigur Bill og greiðir frá, hvussu hugtikin hann er av Føroyum sum myndaevni, og hvussu skjótt og gott tað er at koma aftur og fram millum støðini, og so flyta seg, tí skiftandi veðrið eisini er so lokalt. Og so eru gistingarmøguleikarnir og allir fasilitetir á Hotel Føroyum perfektir hjá okkum.
- Tað, sum hevur fangað meg í Føroyum hesi árini er the jetty, sum er í hvørjari bygd, lendingin, og hvussu hon er byrjað sum ein bátadráttur, og so bygd út við sementi og stendur eftir sum ein skulpturur í betong. Við rætta baksýni, kanska Eiðiskolli og Risanum og Kellingini, og einum smoot havi og sjógangi, tí linsan hevur staðið opin so leingi, verður eitt tílíkt myndaveni so dragandi, at eg eri heilt bitin av tí.
Bitin av jetties, hevur Bill hug at takka fyri gestablídnið, hann hevur upplivað í Føroyum hetta tíggjuáraskeiðið, og vil bera nakað aftur til forvitna føroyingin, sum kanska eisini fotograferar.
- Sleppi eg at sýna mínar myndir av føroyskum lendingum fram, eg havi eygað á einum hølum, sum eg elski, so komi eg heilt skjótt aftur við eini fotoframsýning, sum kann verða prentað og rammað inn her.
Bill Schwab er føddur í Detroit í 1959 og tók í 1983 BA prógv í fine art á Central Michigan University. Í útvið hálva øld hevur hann fotograferað landsløg og kend tónleikfólk, sum Patti Smith og Jerry Garcia, skipað fyri North Light Photographic Workshops djúpt í skógini har norðuri í Michigan, stovnað North Light Press, og verið vertur fyri árligu framsýningini Photostock Festival, har skeiðsluttakarar frá ferðunum í Føroyum, Íslandi og Svalbard meir enn so eru við. Og so er hann ein góður lærari, sum skeiðsluttakararnir forvissa meg um.
Góða heimferð - vit síggjast!