Sara Johnsen, niðast, hevur leikstjórnað norska filmin, Upperdog, sum kappast við fýra aðrar um norðurlendsku filmsvirðislønina 2010 (pressufoto og plakat)
Á sjónvarpsrásini Canal+ eydnaðist mær í kvøld at síggja filmin Upperdog, sum er norska boðið uppá besta filmin í Norðanlondum beint nú.
Mentanarpolitiskt er tað áhugavert, at ein handilslig sjónvaprsrás sýnir filmin fyri øllum Norðanlondum og ikki lokali biografurin, ella norðurlendski stovnurin Norðurlandahúsið. Heldur ikki norðurlendski vinnarin í fjør, Antichrist, er enn sýndur herheima. Og eingi tekin eru um at stórsta áskoðaramagnet í Danmark beint nú, Hævnen, verður sýndur herheima. Løgið, at bestu boð uppá aktuellan norðurlendskan film hava so trupult at náa føroyskar áskoðarar. Tykist, sum um filmur er vorðin ein sjálvforvaltandi mentanarpolitikkur og at áhugaði mugu taka til takka við skránni hjá Canal+, sum lukkutíð hevur Upperdog á skránni beint nú.
Hóast norskur og kaleidoskopiskur í frásøguhátti, er hann allment viðkomandi og kundi verður pallsettur hvar sum helst. Í byrjanini er talan um fýra tableau, sum einki hava hvørt við annað at gera. Nakað sum í Atlantic Rapsody. Men so verða søgurnar seymaðar saman so snildisliga, at tú varnast ikki seymin og at hetta vóru fýra fjarir lutir, ið nú renna saman í eini altjóða, nemandi søgu, ið kundi verið søgd hvar sum helst. Og jú, í Noregi hava heimligir journalistar pilkað í nalvanum fyri at sleppa at siga, at filmurin er ov lítið norskur. Rætt hava teir. Filmurin er lítið norskur og júst har liggur spírin til altjóða avrik. Tí er hann eitt gott dømi um framúr filmslist í norðanlondum beint nú. Men um hann er hin besti í ár, veit eg ikki, tí eg havi ikki sæð hinar fýra.
Kappingarneytar hjá Upperdog um norðurlendsku filmsvirðislønina eru danski Submarino (Thomas Vinterberg), finski Nakni maðurin (Joonas Berhäll og Mika Hotakainen), íslendski Hitt góða hjartað (Dagur Kári) og svenski Metropia (Tarik Saleh). Virðislønin er 350.000 krónur, sum fara til leikstjóra, handritahøvund og framleiðara. Filmurin skal vera 'forankret i den nordiske kultur', sum sagt verður.
Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober, og virðislønin verður handa í Reykjavík 2. november. Í september verða tilnevndu filmarnir sýndir í norðanlondum, t.d. í Oslo 25. og 26. september. Eins og undanfarin ár fáa føroyskir áskoðarar ikki høvið at síggja nýggju norðurlendsku filmarnar, men mugu dúva uppá Canal+, ella aðrar sýningarmøguleikar, sum helst eru ólógligir.
Eftir at hava sæð frálíka norska íkastið, Upperdog, eri eg komin eftir at Noreg aldri hevur fingið fremstu filmsvirðisløn á okkara leiðum. Danski Lars von Trier fekk virðislønina í fjør fyri filmin Antichrist, og undan honum hava vinnandi filmarnir verið hin finski um Mannin uttan minni (2002), danski filmurin um Drápið (2005), svenski Zozo (2006), danski At duga at gráta í kóri (2007) og hin svenski filmurin Tú livandi (2008).