24.2.10

Søgurnar vella úr føroyskum filmstólum

Filmurin "Aldur" eftir Heiðriki av Heygum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum týskvøldið

Fyri nærum fullsettari høll sýndi Norðurlandahúsið týskvøldið 23. februar 2010 tríggjar nýggjar føroyskar filmar. Í førinum hjá Heiðriki av Heygum var talan um frumsýning, tá hann vísti filmin um Aldur, ið er ein persónligur filmur um ommuna, sum svimur á vánni í Vestmanna.

Um Aldur

Frá fyrstu løtu skapa poetiski tónleikurin og svørthvítu myndirnar ein heilt serligan dám. Men skjóta skiftið til litir órógvar meg eitt sindur. Eg hevði væntað eina meiri stiliseraða framseting, sum nettupp bygdi á hitt kornuta og svarthvíta, ið aftur bendir á minnismyndir, sum við sjóvarmálan seta hin einstaka móti tí almáttuga. Her er tað havið og aldurnar, um aldur og ævir. Filmsheitið gevur góða meining og spælir við í allari søguni.

Søgan er so sjáldsom og einastandandi at hon ber øllum, hóast frásagnarpersónurin er orðaríkari enn eg brýggi meg um. Íð hvussu er á stuttfilmi. Søgan flytur meg inn í ein dokumentarfilm, sum eg ikki hevði væntað at sæð við hetta høvið. Hinvegin skapar filmurin samstundis eitt spenni millum stiliseraðu tøgnina og streymandi orðini, har omman leitar út yvir havið og gevur tí, havinum, guddómliga og lekjandi kraft.

Havið fyllir nógv og hevur stóran týdning í føroyskari list. Hvørki her, ella úti í heimi, havi eg sæð eitt so einfalt og samstundis sterkt knýti millum hin einstaka og markleysa havið, sum hetta. Helst minnast øll Carsten Jensen, ið vitjaði her fyri stuttum. Tá segði hann at havið var psykopatiskt og hevði eina øgiliga, smildrandi ávirkan. Beint øvugt vísir hesin filmur havið sum hin lekjandi fylgisveinin.

Hvønn dag gongur frásagnarpersónurin fram fyri havið. Hetta repeterandi einfeldni minnir meg á Offrið (1986) hjá Tarkovskij, har undursøgan er um plantuna, sum veksur í steinoyðuni.

Allir liðir í filminum eru føroyskir og Heiðrikur av Heygum hevur fingið stuðul frá fleiri veitarum at gera filmin. Meir um stuðul til film niðanfyri.

Úr Skopun til Noregs

Sakaris Stórá hevur áður fingið lovorð fyri stuttfilmin, sum enn ber norska heitið Passasjeren. Eg skal bara siga, at hetta er besti filmur eg havi sæð. Alt síðani eg sá hann, er høvdið fult av hesum filmi og tí, sum hann letur upp fyri.

Til sýningina í Norðurlandahúsinum hevði Sakaris sett føroyskan undirtekst til norsku taluna í filminum, sum tók seg væl út á stóra løriftinum og serliga væl í teim mongu hátalarunum. Undirspælda fylgispælið hjá Rasmussi Rasmussen var ein fragd at hoyra og tú legði til merkis smálutir sum bilmotorin, ið ikki skal hoyrast starta, hóast lykilin verður snaraður.

Sjálvfylgiligheitir verða kliptar burtur og skapt verður ein talandi tøgn, ið sum frá líður gerst hóttandi klaustrofobisk.

Sakaris Stóra gjørdi filmin á skúla í Noregi í fjør. Uttan skúla, undirvísing og ta útgerð, sum skúlin hevur ræði á, var filmurin neyvan gjørdur. Íð hvussu er ikki á so høgum tekniskum stigi.

Filmin havi eg ummælt á mínum bloggi 5. september 2009.

Katrin Ottarsdóttir x 3

Tá Katrin Ottarsdóttir fyri trimum árum síðani fekk trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, hevði hon longu eina greiða ætlan. Einsamøll og við egnum kamera vildi hon lýsa trý føroysk listafólk. Trý ár eru liðin og uppgávan er lokin.

Føroyska umhvørvið er vorðið hópin ríkari við Katrinsa lýsingum av Hans Paula Olsen, Tóroddi Poulsen og Jóanesi Nielsen.

Hesin síðst nevndi varð sýndur í Norðurlandahúsinum. Stuttligt var at síggja at biip-sensur-ljóðini vórðu býtt um og plaserað betur, enn tá ið filmurin var frumsýndur fyri jól.

Sporini vaksa úr orðum haldi eg vera hin mest nærverandi filmin í hesi trýpartarøð. Ja, kanska yvirhøvur, tá ið vit hugsa um allar filmarnar hjá Katrini. Hon spælir sær, er leikandi løtt, og ikki minst í endanum, tá hon og Jóanes raka við ein kalkungarð onkustaðni við Sandá, dygst við kirkjugarðin.

Myndin av Jóanesi, sum hevur etið eitt grasstrá av grøvini hjá pápanum, stendur klár innan í eygnalokunum, meðan Katrin letur upp fyri innibyrgdum kalkunum. Jóanes sker í skellilátur og samanber sjálvuppgjørdu fuglarnar, ið ikki kunnu flúgva, við Carl Jóhan Jensen og Tórodd Poulsen.

Ein filmsleikstjóri, sum lokar ein film við kólandi kalkunum hevur alla virðing uppiborna. Tí er hetta hin best hugsandi endin á eini trýpartasøgu um samtíðarmentan í Havn. Vágið, men væleydnað.

Í frásøguligum stíli flytur Katrin seg nógv hesi trý árini. Frá tí eitt sindur stívt konstrueraðu lýsingini av Hans Paula, umvegis hin útilagna Tórodd, ið langtar heim eins og Regin Dahl undan honum, til hin leikandi lætta Jóanes, sum ikki bara er á heimavølli, men er vorðin heimaklettur í brimi, kenst ringurin hjá Katrini um tríggjar listamenn úr Havn á okkara døgum fullkomin.

Filmurin varð ummældur í útvarpssendingini hjá Suna Merkistein og Rúna Jákupson Studio 2 4. desember 2009.

Sporini vaksa úr stuðlinum

Allir tríggir filmar hjá Katrini Ottarsdóttir eru úrslit av almennum mentanarpolitikki. Vit kunnu halda fram og siga at allir teir tríggir nýggju filmarnir, sum sýndir vórðu í Norðurlandahúsinum týskvøldið, eisini byggja á tað sindrið av stuðli, sum er tøkt í hvørjum føri.

Nýggju filmarnir eru sjónlig prógv um at innan spírandi føroyska filmsgerð kemur hvør króna til sættis og sæst fleirfald aftur. Sjálvsagt skal høvið at sýna og síggja filmarnar eisini vera til staðar. Tí er at vóna, at ein árlig føroysk stuttfilmsstevna verður skipað, kanska kryddað við útlendskum filmum eisini.

Játtandi myndugleikar hava tøkk uppiborna fyri tann stuðul, sum higartil er latin føroyskum filmi. Men haldast má fram við enn dyggari átøkum innan film, sum er nýggjasta og veikasta listagreinin, og sum bara hevur fáar sýnisgluggar.

Fyri minni enn hálva millión kunnu landsins myndugleikar longu nú fylgja høvuðsstaðarkommununi og hennara stuðli til verkætlanina Klippfisk. Tað hevði verið ein góður løgasteinur, meðan vit bíða eftir einum føroyskum filmsgrunni.

Um dagarnar sýndu grønlendingar ein spælifilm á Sundance stevnuni hjá Robert Redford í Utah. Har savnast allir undirstreymar í heimsins filmsgerð. Think big – og lat tað so kava!

Nú søgurnar vella úr føroysku filmstólunum, er hann ikki langt burtur, hin føroyski filmsgrunnurin.

22.2.10

Ein diva við x-faktor í Tórsgøtu




Anna Nygaard syngur Havnarløg saman við Tórshavnar Stórbandi í Tórsgøtu fyri ólavsøku 2009 (Myndir: Birgir Kruse)

Sunnudagin fyri ólavsøku í fjør sang X-Faktor aktuella Anna Nygaard úr Runavík við Tórshavnar Stórbandi í Tórsgøtu. Á skránni vóru Havnarløg í útsetingum hjá Magnusi Johannessen. Tað var 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu sum hevði bílagt konsertina, sum var almenn og ókeypis undir opnum himni. Anna skaraði framúr við eini livandi swing framførslu av Havnarløgum. Umframt Onnu, sungu Sólvá Ford, Finnur Jensen og James Olsen. Orkesturleiðari var Eirikur Skála, sum saman við Ólavi Olsen hevði fyriskipað tiltakið.

The Reverends inn um skúlagátt


Fløgan When You're Done hjá The Reverends kom í fjør heyst. Nú er ein sangur teirra sloppin inn um skúlagátt (Myndir: Birgir Kruse og Tutl)

Síðani fyrstu ferð eg hoyrdi Niclas Thorsteinsson syngja rokk við einum dismi av Americana, hevur mær dámt hann. Fyrstu ferð mundi verða, tá Náttarravnssendingin fór í luftina ein vetur fyri tjúgu árum síðani. Tað var ein egin kúrekasangur, helst kveiktur av Kansasheiðin, har Niclas hevði verið skiftisstudentur árið fyri. Eftir lærarabókini fekk hann 13 fyri avrikið. Síðani komu Mold og nú eru tað so Reverends. Nýggju fløgu teirra When You’re Done ummældi eg her á blogginum 24. August 2009 undir heitinum My Heart is the Open Sky, sum er ein regla úr einum av sangunum.

Í ummælinum peiki eg á sangin Jim, Jack and Bud sum hin besta. Nú er hesin sangur sloppin inn um skúlagátt. Á almenna og opna undirvísingarpotalinum SNAR eru uppgávur lagdar út um júst henda sang. Sagt verður soleiðis:

10 uppgávur í enskum á miðnámi

Uppgávurnar kunnu brúkast á miðnámi og í elstu flokkum fólkaskúlans í enskum og møguliga eisini tónleiki og greining av yrkingum og sangum á føroyskum og øðrum málum. Fyrst er at lurta eftir sanginum og lesa tekstin afturvið. Í uppgávuni er leinkja til sangin á heimasíðuni hjá The Reverends.

The Reverends: Jim, Jack and Bud

Well, I came home one morning
I'd spent some quality time with my friends
We'd said our goodbyes
But I already miss them again.

I kissed the porch for a while
then I dragged myself inside
You'd gone to work
But you'd left me a nice note this time

Well, it's something that someone warned sometime yesterday
your life will turn to dust if you don't change your ways
but I ain't worried, cause when trouble shows up
I'll just call my friends, Jim, Jack and Bud

Now we have been through a lot
my buddies and I
at the first sign of trouble
they've always stood me by.

My wife, she never approved
I guess she wanted me all to herself
but don't try to keep your man down
cause he's bound to find new friends

Well it's something...

Now there comes a time in every man's life
When he has to walk through the desert alone
and he has to decide whether to
drink from the oasis or from the cacti
What am I saying? I really don't know.

Well, it's something...

Lyrics by Niclas Thorsteinsson and Jens Virgar Jakobsen

Sangurin á fløgu: Sangurin er á fløguni When you’re Done (HJF190), sum Tutl gav út í 2009.

Sangurin á netinum: Sangurin er eisini at hoyra á heimasíðuni hjá The Reverends http://www.thereverends.com/

10 uppgávur um sangin:

1. Hvør er frásøgupersónurin?

2. Hvar hevur hesin verið í fyrsta ørindi?

3. Hvør er støðan hjá frásagnarpersóninum í øðrum ørindi?

4. Hvat verður sagt í niðurlagnum? Hvønn týdning hevur niðurlagið í sanginum?

5. First sign of trouble verður nevnt í triða ørindi. Greið frá hvat sipað verður til!

6. My buddies verða fyrstu ferð nevndir í triða ørðindi. Hvørjir eru teir, the buddies, og hví eru teir so trúfastir, sum sagt verður?

7. Frásagnarpersónurin, sum helst er ein maður, hevur eina konu. Hvussu verður hon, og viðurskiftini millum mann og kvinnu yvirhøvur, lýst í fjórða ørindi?

8. Seinasta ørindi verður framborið á ein serligan hátt. Í tekstinum verða tveir valmøguleikar settir fram. Greiði frá hesum. Samanber framburin í hesum ørindi við frásagnarmannin The Stranger í filminum ’The Big Lebowski’ (1998).

9. Finn á netinum tekstin til hesar sangir og ger innihaldsligar samanberingar við sangin Jim, Jack and Bud: What Made Milwaukee Famous Made a Loser out of Me, Tonight the Bottle let Me Down, There’s a Tear in My Beer, Sunday Morning Coming Down, Piano Man, Bartender’s Blues, God Loves a Drunk.

10. Greið frá tónleikastílinum hjá The Reverends og taka støðu til, hvar søgan fer fram.

Jákup, Birgir og Jógvan

Jógvan á Dul tók myndina av Jákupi og mær uttanfyri Akkuleya. Jákup er vertur í sendingini In Mente (Mynd: Jógvan á Dul)

Omanfyri sæst Jákup Magnussen við útvarpsmikrofon í Niels Finsensgøtu, uttanfyri blómubúðina Akkuleya. Jákup er vertur í útvarpssendingini In Mente, sum verður send mikudagar. Jógvan á Dul tók myndina og legði hana straks á Facebook. Myndatólið hevur Jógvan altíð við sær. Er onkur úti í heimi, sum vil hava at vita, hvussu eini gomul hús í Havn síggja út í dag, so er Jógvan skjótur at avmynda og leggja út á Facebook, sum er vorðin ein uppslagsbók og talva, ið er púra markleys. Og nú vit tosa um Jógvan og Facebook, so varð um dagarnar stovnaður ein bólkur fyri allar Jógvanar í Verðini. Stovnarin sigur: ‘Í hesum bólkinum er ætlanin at finnað útav hvussu nógvir Jógvanar eru í heila tikið...eitur tú Jógvan, so er tú vælkomin í hendan bólk’ sigur stovnarin, sum ikki eitir Jógvan, men Eyðbjørn.

17.2.10

Hitapumpan ger kulda til 85 hitastig

Bjarnvarður í Dali, sum býr í Tórsbyrgi og arbeiðir hjá Hita, vísir okkum hitapumpuna hjá soninum Boða í Heygsgerði 17D í Havn. Til ber at klikkja á myndirnar og fáa tær størri. So sæst skilliga at kuldin í túninum verður til 85 hitastig og hitar øll húsini (Myndir: Birgir Kruse)

Henda hitapumpan, sum sæst ovast, stendur í túninum hjá Karini og Boða í Heygsgerði 17D í Havn. Tað var um frostmarkið hetta kvøldið, vit vitjaðu. Tað er ein trivnaðarbólkur á Tórsbyrgi, sum hvørt mikukvøld savnast at tosa um orku og hita. Pumpan hjá Boða, sum gongur við luft og vætu, orkaði at gera vetrarkuldan til 85 hitastig. Tað staðfesti hitavekslarin inni við ketilin í kjallaranum. Bjarnvarður í Dali, pápi Boða, heldur um rørini, ið føra hitan úr pumpuni í túninum og inni í ketilin í kjallaranum. Síðani vísir hann á sjuntin, sum er omaná ketlinum, og avgerð hitan, ið verður sendur uppá. Sum sæst, førir hitavekslarin 26 hitastig uppá. Eingin radiatorur er í húsunum. Hiti er lagdur í gólvini, sum øll eru úr træi. Tað kenst fjálgt og gott at ganga á. Bara har, ið flísar liggja á gólvinum, tykist hitin ikki røkka. Termostatur er í hvørjum rúmi. Hetta eru tvíhús, sum bæði hava hitapumpu. Hinumegin hava tey radiatorar, sigur Boði. Men nýtslan er hin sama í báðum húsum, sigur hann og upplýsir at øll útgerðin kostaði honum um 80.000 kr. Men so er samlaða mánaðargjaldið hjá Boða fyri el og allan hita 1500 kr. Tá er eingin olja at gjalda. Umframt hitapumpu, ber eisini til at føra sól- og vindorku inn í ketilin.

Grýlur vitja

Grýlur í Tórsbyrgi. Fýra langaføstur, sum ganga langaføstu. Longst til høgru ein mjólkapakki (Myndir: Birgir Kruse)

So er grýlukvøld, ella langaføsta, sum tey siga á Eiði og inni í Eysturoynni. Tað er tann parturin, sum er av Skálfjørðinum og inn til Gøturnar, kanska longur. Eins nøkur onnur orð, giti eg at hetta orðið, langaføsta, er komið úr Íslandi fyrst í 60'unum, tá føroyingar róðu út har. Á sama hátt giti eg at heitið gamlaárskvøld er komið higar. Bæði orðini, langaføsta og gamlaárskvøld, liva á mannamunni á hesum leiðum. Men nú mundi eg gloymt tað - hesar fittu grýlurnar komu á gátt í Tórsbyrgi í kvøld. Tær fingu slikkipinn og vampýrgummibomm.

15.2.10

Grafikkfelagið Steinbrá stovnað


Bárður Jákupsson hevur teknað búmerkið í nýggja grafikkfelagnum Steinbrá. Niðri undir sæst nevndin í Steinbrá: Bárður Jákupsson, skrivari, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, kassameistari og Birgir Kruse, formaður (Myndir: Jan Andersson)

Sunnudagin 14. februar 2010 varð stovnandi aðalfundur í grafikkfelagnum Steinbrá. Fundurin varð hildin í Steinprenti, Grafiska Verkstaði Føroya, sum heldur til í søguligum hølum á Skálatrøð í Havn.

Steinbrá er sjálvstøðugt áhugafelag, men endamálið er at stuðla virkseminum í Steinprenti, har spennandi framsýningar standa fyri durum.

Grafisk prent fyri limaskap

Einstaklingar, virki og fyritøkur kunnu tekna limaskap í Steinbrá. Árliga limagjaldi varð sett til 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Fyri limagjaldið fáast nógv grafisk prent, sum eru gjørd í Steinprenti og innbjóðingar til framsýningar, fyrilestrar og onnur tiltøk.

Á stovnandi aðalfundinum í Steinbrá var trímannanevnd vald, sum eftir fundin skipaði seg soleiðis: Birgir Kruse, formaður, Bárður Jákupsson, skrivari og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, kassameistari. Eykalimur er Kinna Poulsen. Grannskoðarar eru Heri Mørkøre og Kjartan Kristiansen.

Fleiri enn hálvthundrað einstaklingar hava longu teknað seg sum lim í Steinbrá. Fyrsti stovnur at tekna limaskap í Steinbrá er Norðurlandahúsið. Til ber at tekna seg her: hjalmarsdottir.didriksen@gmail.com

Viðtøkur fyri Steinbrá:

Endamál felagsins er at stuðla virkseminum í STEINPRENTI - Grafiska Verkstaði Føroya. Steinbrá er tó sjálvstøðugt áhugafelag, leyst av verkstaðnum Steinprenti.

Inntøkur felagsins koma av limagjaldi, ið ásett verður á árligum aðalfundi. Felagið kann eisini arbeiða við øðrum inntøkumøguleikum – eitt nú umsóknum um stuðul frá grunnum og fyritøkum.

Fyri ta peningaupphædd, ið limagjaldið umboðar, hevur felagslimur á hvørjum ári rætt til at kjósa sær grafikk, ið framleiddur er á verkstaðnum. Viðkomandi velur sjálv(ur), hvønn grafikk hon/hann vil hava fyri limagjald sítt, tó kann tað í serstøkum førum koma fyri, at okkurt upplag er undantikið hesi reglu.

Limir fáa innbjóðingar til framsýningar og onnur tiltøk á verkstaðnum.Í sambandi við árligu grafikkframsýningina “Myndaódnina” fáa limirnir eitt prent sum gávu.

Felagið verður umsitið av trímannanevnd: formanni, skrivara og kassameistara. Á stovnandi aðalfundi verða 3 nevndarlimir valdir, umframt 1 eykalimur og 2 grannskoðarar. Á fylgjandi aðalfundum stendur 1 nevndarlimur fyri vali, somuleiðis eykalimurin og annar grannskoðarin. Nevndin skipar seg sjálv.

Árligi aðalfundurin verður hildin á STEINPRENTI ímillum Mortansmessu og Niklasarmessu. Limirnir fáa boð í telduposti, telefon ella brævi við í mesta lagi 14 daga og í minsta lagi 1 viku freist. Á aðalfundinum skal verkstaðsleiðarin vera hjástaddur.

Fundarskrá:

1. Frágreiðing frá formanni felagsins um virksemi í farna ári og ætlan fyri komandi tíð.
2. Kunning frá leiðara verkstaðsins um virksemi í árinum, rakstur og fíggjarumstøður.
3. Innkomin uppskot frá nevndini ella limum og onnur mál verða viðgjørd.
4. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur.
5. Limagjald verður ásett.
6. Nevndarval.
7. Ymiskt.

Viðv. 3: Øll mál kunnu viðgerast á aðalfundinum, men týðandi uppskot til samtyktar skulu vera nevndini í hendi eina viku fyri aðalfundin. Mál løgd fram á aðalfundi av øðrum enn nevndini kunnu ikki koma undir atkvøðugreiðslu ella avgerð, um nevndin mælir ímóti. Er talan um atkvøðugreiðslu, ræður vanligur meiriluti.Viðtøkur felagsins kunnu einans verða broyttar á aðalfundi, ið er fráboðaður limunum við tilskilan av uppskoti til viðtøkubroytingar. Á tílíkum aðalfundi ræður vanligur meiriluti.

Felagið verður bundið við undirskrift av nevndarformanni saman við einum nevndarlimi aftrat.Møgulig avtøka av felagnum skal samtykkjast á aðalfundi, ið er fráboðaður við tí endamáli. Á tílíkum fundi krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins greiða atkvøðu fyri avtøku. Greiða 2/3 av møttum limum fyri avtøku av felagnum, men umboða ikki 2/3 av øllum limunum, verður boðað til nýggjan aðalfund, somuleiðis við avtøku felagsins á skránni, og á tí fundinum kunnu 2/3 av møttum limum samtykkja at avtaka felagið, sama hvussu nógvir eru møttir.

Í sambandi við avtøku skal aðalfundurin taka støðu til, hvussu møguligur ágóði kann latast sum stuðul til STEINPRENT ella annað gott endamál, føroyskari grafiskari myndlist at frama.

12.2.10

Várharrasa farvelada



Úr gráum og í purpur í Suðurstreymi í hesum døgum (Myndir: Birgir Kruse)

Sum dagarnir ganga, billi eg mær inn at eg skilji Steffan Danielsen. Betur og betur. Hvønn morgun síggi eg Nólsoynna og skiftandi litspælið. Hansara heimpall og heimliga himmal. Hesar báðar fyrstu mánaðirnar í nýggja árinum hevur litspælið kring Nólsoynna verið hugtakandi. Óbeskriviliga hugtakandi. Og ikki minni skiftandi. Og seinrapartar er gráur himmal yvir Norðradali, við Trøllhøvda í havsbrúnni, har blýggj úr havi og himni møtast. Vatnlitakassi hins almáttuga. Nei, eg sigi heldur Várharrasa farvelada. Vit liva mitt í henni. Farveladuni. Hon dregur upp og hon dregur niður. Perpetuum mobile.

7.2.10

Floksfelagar møtast í fjósi




Saman við Poul Müller í felagsfjósinum í Havnardali. Nirði undir eitt einnað fjós, tað við motorsúkklunum hjá Hans á Norðasta horni (Myndir: Páll Djóni á Steinum og Birgir Kruse)

Leygardagin høvdu vit gomlu floksfelagar sett hvør øðrum stevnu. Vit møttust í fjósinum hjá Poul Müller og teimum í Havnardali klokkan 15. So gingu vit heim til Hans á Norðasta horni og royndu okkum við sanginum hjá Harlan Howard, sum Charley Pride sang Busted. Føroyska heitið bleiv til Rabundus. Hans og Martin eru góðir gittaristar, serliga tá talan er um gamlar svingarar hjá Shadows og Hank Marvin á akkustiskan gittar. Í garasjuni hjá Hans er ein rúgva av motorsúkklum, teirra millum er eisini ein Zündapp knallert, keypt frá Thomas Dam í 1973. Hon var serliga góð, tá toppskykkið varð fílað, stemplið hækka og luftfiltri tikið burtur. Eftir henda steðg, gingu vit heim til Jóhan Petur at kokkast og hita upp til Grand Prix kappingina um kvøldið. Jens Marni kláraði seg væl, men fjøldin vil, sum altíð, hoyra nakað annað. Eftir leskiligan døgurða við neytakjøti og ísi omaná, var spurnarkapping um gamlan danskan film og tónleik. Í heila tiki var alt, sum er gamalt danskt ovarlaga á skránni henda frágera leygardag millum Horna.

Modernaður bóndi




Poul sigur frá um hanan, sum MBM setur slanguna á. Hann er undir svørtu hettuni niðast, mitt fyri í ovastu myndini. Síðani tvær myndir úr kontrollrúminum millum mjólkirobottarnar í fjósinum. Niðast greiðir Poul frá um fjósið og hvussu tað er bygt (Myndir: Birgir Kruse)

Poul Müller er ein av teim fýra, sum reka felagsfjósið í Havnardali. Leygardagin vitjaðu vit Poul og hoyrdu um fjósið og hvussu tað virkar. Vit gingu allir í sama flokki í brúna skúla, ella elementskúlanum í Fríðrik Petersens gøtu, sum hann eisini varð nevndur.

Raksturin byggir á mjólk, sum MBM heintar og kvittar fyri í durinum. Alt er automatiserð og verður alla tíðina skrásett. Tað krevst av einum modernaðum bónda, sigur Poul, sum fyrr hevur arbeitt í Sparikassanum.

– Í dag er neyðugt at leggja neyva fíggjarætlan og hava tætt samband við bankan og alla tíðina ansa eftir at einki teknisk óhapp hendir, sigur Poul. Hann hevur snøgga skrivstovu, við bað og wc í næsta rúmi og fyri endanum á gongini er rúmlig uppihaldsstova við køki.

Í sjálvum fjósinum eru tveir robottar, sum mjólka neytunum. Millum robottarnar er eitt kontrollrúm, sum vísir mjølkiúrslitini on-line. Í næsta rúmi er fóðurblandari. Tá neytini hava tænt sítt, verða tey slaktaði og seld. Og kjøtið er gott. Mortan í Hamrabyrgi gav herfyri neytakjøtinum hjá Poul hægsta stigatal í samanberandi smakkiroyndum.

Robot venter på ko


Robotturin sigur 'Venter på ko'. Niðri undir sæst Poul við annan robottin í fjósinum og niðast sæst vælnøgda kúgvin (Myndir: Birgir Kruse)

Robotturin hjá bóndunum í Havnardali tosar danskt. Støðan hjá honum er í løtuni, at hann sóknast eftir eini kúgv ‘robot søger ko’, sigur hann á skíggjanum. Men tað er ikki leingi. Robotturin tekur í slangurnar og setur tær á júgrini. – Tað skal vera eitt positivt upplivilsi at koma inn á básin og verða mjólkað, sigur Poul. Neytini hava so góðan hug at verða mjólkað, at tey troka seg fram at robottinum á hesum nútímans bási í Havnardali.

5.2.10

Kvæði á fartelefon




Rói Joensen smílist meðan hann fotograferar útgávuna Føroya Kvæði, sum hevur ligið órørd á goymslu síðani hon kom út í 1951. Fartelefonin hjá Róa er ein HTC, sum hevur stóran og sjónligan skíggja. Í baksýni hómast kaffikrússið frá Google (Myndir: Birgir Kruse)

- Nú kanst tú læra teg kvæði í fartelefonini, sigur Rói Joensen og smílist, meðan hann blaðar í Føroya Kvæði I-IV á Føroya Skúlabókagrunni. Hóast útgávan hjá Christiani Matras frá 1941-51 kallast I-IV telur stórverkið tólv bind. Øll liggja tey á borðinum hjá Róa, sum er ritstjóri á Snar.

Saman við Hans Jákupi av Skarði, sum er bókbindari á Landsbókasavninum, fer hann at skera upp allar kvæðabøkurnar, loysa tær í rygginum og ljóslesa tær síðu fyri síðu, so tær kunnu talgildast og lesast á undirvísingarportalinum Snar.

Hevur fartelefonin so stóran skíggja, sum hon hjá Róa, so er laga manni at lesa on line tekstin beint úr lógvanum - og kvøða. Rói roynir seg við Brestis kvæði, sum longu er á Snar.

Spennandi verður at síggja um kvøðarar á midnátt á ólavsøku munnu fara at lesa úr bleiktrandi fartelefonum, eins og Obama og aðrir góðir upplesarar, ið brúka telepromtara. Tøknin ger tað møguligt, og nú far tøknin eisini eitt innihald.

2.2.10

Mannaminni, norðan Hórisgøtu


Í mannaminni hava tey hvørki hoyrt um ella sæð tílíka standmynd, sum hesa við rundkoyringina í Kollafirði í morgun. Greitt er nú, at kollfirðingar, eftir kommunusamanleggingina, eisini hava fingið teirra Kongaminni. Tað er eitt mannaminni. Ein landbúnaðarkønur helt fyri, at nú tað varð bannað at lýsa við handilsligum skeltum við almennan farveg, kundi tað meiri enn so hugsast at hetta var ein subversiv lýsing við duldum boðskapi frá BYB hjá Hans Fróða Hansen. Hvussu er og ikki - nú lata vit hasa standa eina løtu!