28.8.19

Bille August er ársins Svend


Í suðurfjónska høvuðsstaðnum, Svendborg, er 70 ára gamli Bille August dagsins maður. Fyrr hevur hann vunnið ein Oscar, ein Golden Globe og Gyltu Pálmarnar í Cannes. Nú er hann kosin Årets Svend og fær í dag fólksligu virðislønina Svend - Hele Danmarks Filmpris á fimtandu filmstevnuni, sum ber fynduga heitið Svend og savnar biografgangarar, starvsfólk í filmsvinnuni, filmstjørnur og politikarar, lokalar og úr øllum landinum. Myndin er tikin í gjár, tá víðagitni leikstjórin hevði master class og læt upp eina framsýning á SAK listasavninum við still myndum frá flestu av filmunum, sum 73 ára gamli Rolf Konow hevur tikið. - Tað er mest sum alt mítt lív, ið hann hevur avmyndað, og sum nú sæst á vegginum her, segði Bille August um fotografin Konow, sum var møttur í stráhatti og t-shirt frá filminum Pelle Erobreren frá 1987. Konow hevur júst verið í Føroyum og minti meg á, hvussu sjónligar Føroyar og føroyingar eru her á Suðurfjóni. Hann hevur eini heilt serligi evni at skapa eygnabrá og síðan at fanga sjónarlinjur millum fólk, sum hann avmyndar. Ósjónligar, men tó púra greiðar á innrammaða fotopappírinum eins og á markleysa løriftinum. Akkurát sum heiðraði filmsleikstjórin.


Anja Mia Haas, sum sæst til vinstru, er eventchef og stendur fyri árligu filmstevnuni í Svendborg. Bersøgin sigur hon, at "den danske filmscene har ikke ligget på den lade side. Året har budt på biografrekorder, episke fortællinger, kontroversielle dramaer, nervepirrende thrillere og meget, meget mere. Vi tror på, at film skal ses på det store lærred, for film binder os sammen. De forener, de fordyber og de skildrer de ting vi alle kender, men som kan være svære at sætte ord på. Følelser, forhold, erfaringer og overgange. Derfor har vi i år valgt at give årets hæderspris til Bille
August, der om nogen er en mester ud i kunsten at skildre menneskelige relationer og overgangen fra barn til voksen."


Her sæst Bille August í práti við Klaus Hansen, sum er stjóri í FilmFyn. Hann er limur í nevndini fyri filmstevnuni, sum eisini telur Mads Nedergaard, formaður í FAFID, ið er samskipanin av øllum filmsútleigarum í Danmark, Rikke Bekker, sum er blaðkvinna á Fyns Amts Avis, Mads Graves, ið umboðar vinnulívið, Louise Dyre, sum er stjóri í lokala biografinum Scala, Julie Lindegaard, ið er marknaðarleiðari á Odense Teater og Desiree Ulrich, sum umboðar filmsframleiðslufelagið Bandit Productions.


Svend virðislønin, sum er í fleiri bólkum, er heilt serlig, tí hon er størsta áskoðaravirðislønin í Danmark. "Det er udelukkende publikum, der bestemmer hvem der skal løbe afsted med årets priser. Svend er dog meget mere end en prisuddeling og ledsages af næsten en hel uges filmfest, der i år byder på On Location-visninger, Sail In-Movie, et spritnyt filmlaboratorium, filmkoncerter, Kulturnat, Børnelørdag og meget, meget mere," sigur Anja.


Niðanfyri sæst ein vælupplagdur Bille August saman við eini limi í lokala listafelagnum, sum stóð fyri still-mynda framsýningini í SAK hølunum í Svendborg. Suðurfjónski seinsummarhitin fekk leikstjóran at leggja jakkan, meðan ein svallig sjampanja varð skonkt aftur við pinnamatinum.