Skip to main content

Posts

Øll vilja síggja film

Øll vilja síggja film, kendan og miðsavnaðan frá ógvusliga stórum stroymingartænastum, sum bjóða serliga børnum tað nýggjasta av tí nýggjasta, ikki so nógv við fólkaupplýsing, sum við egnum vinningi fyri eyga. Tíðin við fólksligari upplýsing av publicservic-slagnum í lokala skúlanum, mentanarhúsinum ella bókasavninuum er farin. Rákið er beint øvugt av tí individualistiska, sum er frammi allastaðni, har tað verður billað okkum inn, at við at velja í okkara egnu stovu, so eru vit harrar yvir allari tilgongd av undirhaldi, tíðindum og informatión. Halda vit, tí útbjóðarin sigur tað vera so. Tað løgna í tíðini er, at samstundis sum alt ber til í kjalarvørrinum av tankanum um at spjaða og demokratisera útbreiðsluna av talgildum miðlum - information wants to be free - er útboðið meira miðsavnað og stýrt av eftirliti og gjaldtænastum enn nakrantíð áður. Nýggjasta er, at í ein ársfjórðing er tað eydnast stroymingarrisanum Disney+ at fáa 28 milliónir haldarar og at gera tað til tíðin

William á loftinum

Hvørt hóskvøld fram til Grækarismessu ber til at lurta eftir skaldsøguni hjá Williami Heinesen Móðir Sjeystjørna . Upplesturin byrjaði tá hildið varð Vetrarljós síðsta vikuskifti og Gunnvá Zachariasen las fyrstu partarnar í intima kjallaranum í søguliga handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har matstova er í dag. Komandi upplestrarnir úr Móðir Sjeystjørnu verða á loftinum hjá Katrinu Christiansen hvørt hóskvøld klokkan átta. Tiltakið, har sjónleikarar fara at lesa, rópast skýmingarløta. - Unni tykkum eina løtu, har tit lurta eftir einari beinleiðis framhaldssøgu eftir føroya fremsta rithøvund William Heinesen, siga upplesararnir, sum umframt Gunvá Zachariasen eru Ria Tórgarð, Búi Dam, Páll Danielsen, Marita Dalsgaard, Anfinnur Heinesen og at enda Jensina Olsen og Gunvá Zachariasen. Tey fara at lesa í nevndu røð og hvør upplestur tekur umleið 40-50 minuttir, og kostar so lítið sum 40 krónur. Innkomni peningurin fer til Williamshús. - Tú, kæri lurtari, kanst ko

Aðalroyndin og grundleggjandi tankin handan Glasir eitt fríggjakvøld

Fyri tíggju árum síðan segði Egon Øregaard, at sangleikurin Jesus Christ Superstar var aðalroyndin, tá hugsað varð um komandi Skúladepilin við Marknagil. Tá sóu 8000 fólk leikin í Norðurlandahúsinum. Á heimavølli í dag sigur rektarin, Steinbjørn Hardlei, at sangleikurin Cabaret ítøkiliga vísir, hvør grundleggjandi tankin handan Glasir er. Fríggjakvøldið sá eg leikin Cabaret við støði í handritinum hjá Joe Masteroff (1919-2018) og sangunum hjá kendu samstarvsfeløgunum John Kander (f.1927) og Fred Ebb (1928-2004), sum eisini gjørdu eyðkennissangin til Scorsesefilmin New York, New York , ið aftur bleiv signatursangur hjá Frank Sinatra. Eftir at hava keypt atgongumerki á netinum og fingið nágreiniligar instruksir um at skriva atgongumerkið út í A4 stødd og hvussu kotan verður lisin við hurðina, komu eini so innbjóðandi og tænastusinnaði afturboð, sum eg aldrin havi sæð áður í sambandi við eina keypta mentanaruppliving. Hetta er marknaðarføring, sum varpar ítøkiligt ljós á eina up

Meira pengar til spælistøð, sum longu eru skattafíggjað!

Nú árið er byrjað, er tað ivaleyst gingið upp fyri fleiri, at forsetaval verður í USA. Hetta minna miðlarnir okkum á hvønn dag, tí Donald Trump er so íðin at tvitra við tí avmarkaða orðatilfari, sum har er. Men samstundis munnu fólk hava varnast, at tað eisini er farið at prutla undir kommunalu grýtulokunum í føroyska heimakøkinum, tí eina viku eftir amerikanska forsetavalið sleppa vit á kommunuval í Føroyum. Hesa vikuna eru trý kommunalpolitisk viðurskifti sett á breddan í høvuðsstaðnum, sum er lokomotivið, ið dregur tjóðina út í heim, so segði hann, Heðin kongur á sinni. Og eg eri ikki ósamdur. Havnin er og fer altíð at vera lokomotivið, sum dregur tjóðina fram á leið. Men hvørji eru tey trí viðurskiftini, sum longu nú eru sett á skrá í høvuðsstaðnum í kommunala valárinum? Hóast Havnin skríggjar eftir íbúðum og klondike-øki hjá íbúðahávum stinga seg upp, bara ein grønur blettur er - eitt sokallað grønt fjarhitafelag grópar allan býin upp fyri tvungnan limapening, so ikki e

Krígsfotografar í Føroyum

Henrik Bohn Ipsen, fotografur, fremst fyri, og Boris Benjamin Bertram, leikstjóri, aftanfyri, avmyndaðir í gongini í Havnar Bio, har Filmsfelagið sýndi heimildarfilmin Krigsfotografen , har teir fylgja og lýsa ein av heimsins bestu av slagnum, Jan Grarup. Filmsfelagið tók stig til vitjanina, sum Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, fíggjaði. Í morgin, hósdag 30. januar, hava teir báðir master class í Filmshúsinum og fríggjadagin fara teir avstað aftur. Filmshúsið hevur júst kunngjørt ein drúgva og spennandi skrá, sum røkkur heilt framm til filmstevnuna í Cannes í mai, har ætlanini er at vera við. Tað er fyrstu ferð at Boris er her, men Henrik hevur verið her rættuliga ofta og hevur m.a. fotograferað fyri Katrin Ottarsdóttir. Ole Wich innleiddi sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið við høvuðsdenti á foto og at fotografera ein fotograf, sum aftur fotograferar á hermótinum - alt samalt til ein film. Fotobólkurin Fokus, sum letur framsýning upp í Lítluvík í næstu viku, v

Andrias vann Robert virðislønina

Við filminum Ikki illa meint (2019), sum helst er einasta føroyska søga, ið tekur støði í Facebook, vann Andrias Høgenni í kvøld donsku Robert-virðislønina fyri besta stuttfilm. Virðislønin er nevnd eftir kenda og sjálvlærda danska listamanninum Robert Jacobsen (1912-1993), sum eisini gjørd standmyndina, ið vigar ikki minni enn 940 gramm og hvørt ár verður gjørd í sama stoypiformi á Holbæk Jernstøberi. Undirvísingarportalurin Snar hevur keypt rættindini til at brúka Ikki illa meint  og aðrar filmar hjá Andriasi og øðrum føroyskum filmslistafólkum til skúlabrúks. Í sambandi við uppgávur um filmin, verður sagt soleiðis um Ikki illa meint : Føroysku vinkonurnar Marita og Elinborg møtast í einum donskum handli. Tær búgva báðar á Oyrasunds-kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Vit skilja, at tær kennast væl, men nú er nakað fráliðið síðan tær hittust. Marita og Elinborg royna at práta vinarliga, men greitt er, at okkurt er hent á Facebook, ið hevur órógvað vinarlagið, nú tær m

Tá veruleikin yvirhálar fiktiónina

Í gjár varð heimildarfilmurin Into the Deep frumsýndur á Sundance filmstevnuni, sum Robert Redford fór undir í Salt Lake City í 1978. Stevnan er hin størsta av independent slagnum í USA. Into the Deep er fyrsti filmur, sum avstralska Emma Sullivan hevur gjørt. Hon arbeiðir í Berlin og Melbourne og hevur gjørt avtalu við Netflix bæði at gera og at vísa skakandi heimildarfilmin, sum á okkara leiðum ivaleyst fer at yvirhála alla uppspunna fiktion á løriftinum í ár. Eitt ár innan danski Peter Madsen drap svensku Kim Wall umborð á kavbátinum Nautilus og sundurlimaði hana sum var hon eitt dýr, hevur Emma Sullivan fylgt og filmað mannin, ið nú er kendur sum kavbátadrápsmaðurin. Í 2015 fekk hon mentanarstuðul frá Aarhus, sum var evropeiskur mentabýur, at gera stuttfilmar, sum lýstu Danmark, og vórðu vístir á Big Little Film Festival í 2017 og á Noordelijk Film Festival í 2018. Meðan hon filmaði í Danmark, møtti hon uppfinnaranum Peter Madsen og filmaði rúmdarætlanina hjá honum, ið

Wikipedia við 6 milliónum greinum

Onkuntíð brúka vit frámerkið vitanarsamfelagið, sum um vitan er eitt nýtt samfelagsligt fyribrigdi og ikki var til fyrr, vitanin. Wikipedia fekk meg at venda hesum tanka eina ferð eyka í morgun. Orsøkin er, at nú eru ikki færri enn 6 milliónir greinar at finna á ensku Wikipedia. Tað var í gjár, at høvundurin Rosiestep skrivaði eina grein um eina kanadiska lærarinnu í 19. øld, sum eg einki visti um. Tað var grein nummar 6 millión. Hvat er vitan? Hvør nytta er í henni, vitanini, og hvat gagn hevur tú sum brúkari av vitanini um eitt ávíst evni til eitt ávíst høvið? Og er vitan eitt definitivt fyribrigdi, sum ikki er til diskussión, men bara er dosering niður í høvdið á næminginum, um hon yvirhøvur er atkomulig, vitanin? Ella er hon innilæst í einum okkultum munkakleystri fyri vaksin, har bara tey skriftlærdu, ið hava rætta lykilin, sleppa inn at lesa og ogna sær vitanina? Og krevur hon hald fyri at verða umsetilig, vitanin, eitt peningaligt hald, ið føðir eina merkantila algorit

Staðleysa tjóðleikhúsið

“Hví skulu vit hava eitt nýtt tjóðleikhús”, spyr útvarpsmaðurin verandi stjóran á Tjóðpallinum í høvuðsstaðnum í gjár. Stjórin svarar, men útvarpsmaðurin er ikki nøgdur og spyr lurtarans vegna uppaftur: “Hvat er tað, vit skulu hava?” Um tað er so, at eg eri ein av lurtarunum í huganum hjá útvarpsmanninum, so umhugsi eg at skifta navn til Rindal. Landstýrismaðurin við mentamálum verður í somu sending eisini spurdur um ein tjóðpall. Og eg má siga, at í hesum føri havi eg ikki hoyrt betri funderaðan og lurtaravinarligari politikara á mentaøkinum enn tað sama. Men útvarpsmaðurin, mín talsmaður, er spurin og spyr, um tað skal vera í Havn. Aftur her er landstýrismaðurin fyrimyndarliga væl ílætin at svara. Men so koppar tað líkasum á, kanska tí at útvarpsmaðurin ikki er nøgdur við harmoniska svarið. Her má ruskast í onkrum. Hann rennir seg á kav í tíðindasavninum í egna útvarpinum, tí sum er av head line brátíðindaslagnum, har ein runavíkingur og ein sjónleikari, sum eg ikki ha

Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel?

Mikukvøldið 22. januar vísti Filmsfelagið fyri fulsettari biohøll Aretha Franklin - Amazing Grace (Sidney Pollack, Alan Elliot 2019 87 min). Knút Háberg Eysturstein innleiddi sýningina við hesum orðum: Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel?  Gospel merkir “evangelium” ella “gleðiboðskapur”. Enski tónleikarin Mark Hollis var sangari í navnframa tónleikabólkinum Talk Talk, men livdi annars eina rættiliga gátuføra tilveru inntil hann andaðist fyri einum ári síðani í januar 2019. Hollis segði einaferð um tað at syngja, at tað snúði seg í grundini um dygd (“virtue”) og persónleika (“character”). Hann kundi ikki syngja ein tekst, uttan so at hann kendi at hann trúði tí, sum sungið var um. Hetta hevði samband við gospel. “Eg sigi ikki at allir tekstir mugu snúgva seg um átrúna, men tað tingið má vera við í tí”, legði hann afturat. Omma mín, Sunneva F. Háberg (1917-2007), kundi verið lýst sum ein gospel sangarinna. Kanska ikki av líka lívligum slag sum

Tríggir filmar um Holocaust

Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust , har føroyingar siga frá. Kendi Útvarpsverturin, Petur Rouch, greiðir frá um ferð, sum hann og konan, Birgit, gjørdu til týska býin München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk. Trýst á filmin og tú sært hann. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind í Nazitýsklandi undir krígnum. - Í dag kundi tað verið eg og tú, sigur Tóra í eina stuttfilminum. Trýst á filmin og tú sært hann. - Visti tú av, at føroyingar bjargaðu jødum undir seinna heimsbardaga, spyr Maigun Solmunde í eina filminum á temasíðuni um Holocaust . Trýst á filmin og tú sært hann. Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun frá, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum. Árni Øregaard, margmiðlasmiður, hevur filmað, klipt og sett saman.

Góður betri bestur

Einki er sum ein góður filmur. Men uppaftur betri eru fleiri góðir filmar á rað. Tað er best. Nú er mikudagsskráin í Filmsfelagnum aftur dagførd við tí mesta áhugaverda á biografmarknaðin beint nú. Tað sigur profilurin á Facebook og heimasíðan hjá Havnar Bio . Her eru besta gospelkonsertin nakrantíð (hon er 48 ára gomul), lívið hjá kendasta danska krígsfotografinum á hermótinum og heima við master class í Filmshúsinum, suðurkoreanski Oscarfavoritturin Parasite um æviga stættarsamfelagið, norski Disco, sum við vakra ungdómsleiðaranum førir okkum inn í eina fríkirkjumeinigheit, franskt portrett av eini kvinnu í flammum í Bretagne í 1760, eysturríkski militernoktarin Franz Jägerstätter, sum 36 ára gamal varð tikin av døgum í 1943, tí hann ikki vildi drepa fyri Hitler, men heldur vildi liva eitt stillislig lív, tað slapp hann ikki, um kvinnuliga læknan Amani, sum arbeiðir undir jørð í krígsherjaða Sýra - og at enda danska Krúttunnan , sum varð heimsókt av yvirgangsmanninum Omar st

James Bond var her

James Bond var her, tað sigur Jógvan Joensen, festari á Kallsgarði á Trøllanesi. Hetta hevur verið dult sum mansmorð, men orðini fullu í práti við Hall av Rana um ferðavinnu á útoyggj í sendingini Breddin í Útvarpinum í gjár. Víðari sigur bersøgni bóndin í Kalsoynni, at einki uttan kvalir hava staðist av ferðavinnuni. Men tá James Bond kom úr London og vitjaði her úti í fjør heyst, kendu tey allar mannagongdir um at ganga í náttúrini, til forskel frá øllum øðrum, sum gera tað sama. Øll loyvi vóru fingin, og James Bond og tey løgdu meira eftir seg, enn øll ferðavinnan hevur givið síðan hon tók seg upp fyri nøkrum árum síðan. Soleiðis segði festarin á Kallsgarði, Jógvan Joensen, í sendingini Breddin í Útvarpinum í gjár. So er tað sambært Kringvarpi Føroya alment staðfest, at James Bond hevur verið í Føroyum og heilt nágreiniliga á Trøllanesi í Kallsoynni. Havnar Bio vísir nýggja James Bond filmin No Time To Die hósdagin 2. apríl í ár.

Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag

Til vinstru sæst Herminia Daeden, attaché fyri franskt mál á Institut Français í Keypmannahavn, og til høgru Hanna Jensen, sum er franskur konsul í Føroyum, miðnámsskúlalærari á Kambsdali og fyrrverandi landstýrskvinna við skúlamálum. Herminia, sum er her í sambandi við skeiðsvirksemi hjá fransktlærarum í Føroyum, ynskir samstarv við Filmsfelagið um nýggjan franskan film. Tær báðar vóru millum áskoðararnar í Filmsfelagnum í kvøld, har Holocaust-satiran "Jojo Rabbit" varð sýnd. Vanligt er í Filmsfelagnum at mikukvøld innleiðir ein vælvaldur persónur sýningina. Hanna Jensen helt hesa røðu innan filmurin "Jojo Rabbit" varð sýndur: Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag! Kæru filmsgestir, eg havi glett meg nógv til hesa sýningina, og eg eri glað fyri at sleppa at siga nøkur orð, áðrenn vit fara inn í hendan heimin, sum Taika Waititi úr New Zealandi hevur skapt um Nazi-Týskland, um Holocaust, bygdur á skaldsøguna, Caging Skies, eftir Christine L

Áttanda Geytakvøldið kunngjørt

Leygarkvøldið 15. februar verða Geytavirðislønin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu latnar bestu føroysku stuttfilmunum í Norðurlandahúsinum. Til áttandu filmskappingina eru komnir 20 filmar. Úr innkomnu rúgvuni hevur dómsnevndin valt 8 filmar, sum verða karmurin um Geytakvøldið í ár. Eyðkennið fyri innkomnu filmarnar er dirvi, fjølbroytni og hugurin at ganga nýggjar eksperimenterandi leiðir. Talan er um ymisk filmsløg, sum hvør í sínum lagi tala til ymsar málbólkar. Harumframt royna innkomnu filmarnir at náa ymisk støði í stíli, og størri dentur verður nú lagdur á sjónleikin og leikstjórnanina, eins og filmiska frásøgusnildin verður brúkt elegantari enn fyrr. Tekniskt er góðskan eisini blivin betri, og søgurar eru týðuligari, mest tí at nú verður oftari skorið inn á bein. Úr filmsrúgvuni kann nevnast: Animatiónsfilmar, sum royna nýggj og bersøgin útrykk, eini heimildarfilmurin brúkar nýggjan frásøgumáta, fyri børnum skapa tveir vertir ein øðrvísi heim og í ár er ein sa

Dagsins bók

Dagsins bók, er hon, sum Jóan Pauli Joensen greiddi frá um í almannavarpinum í morgun . Hann skal ritstjórna eini føroyskari útgávu, sum skal gevast út á føroyskum, donskum og enskum og í talgildum líki. Síðan eg rendi meg í hana á einum antikvariati á Vesturbrúgv í Keypmannahavn, hevur hon staðið komplett á bókahillini sum eitt møbilstykki, Trap Danmark, í útgávu frá 1930, tá Gunnar Knudsen í Charlottenlund og E. Weitemeyer, høvdu brúkt 11 ár til ritstjórnararbeiði av hesum níggjunda bindi av tilsamans tíggju. Tað siga teir í fororðunum. Eisini verður sagt at Færø Amt parturin, sum er í hesum bindi, í bókstavarøð fekk stuðul frá Gunnar Dam, Anton Degn, Geodætisk Institut, M.A. Jacobsen, Ejnar Knudsen, Alfred Larsen, Poul Nørlund, D.P. Otzen, Hj. Ringberg, A.C.A. Strubberg og Vandbygningsvæsenet. Sagt verður ikki hvør hevur bundið inn. 90 ár seinni haldi eg at tað er flottasta avrikið. Tað sigur nokkso nógv um fyribrigdi bók, ikki minst leksikon, og so um netstøð sum Wikiped

Krígsfotografurin - filmur og masterclass

Mikudagin 29. januar kl 20:00 vísir Filmsfelagið danska filmin Krígsfotografurin . Filmshúsið hevur boðið leikstjarnum, Boris Benjamin Bertram, og fotografinum, Henrik Bohn Ipsen, til Føroya í hesum sambandi. Eftir sýningina fara teir báðir at tosa um filmin og at svara spurningum í Havnar Bio, har Filmsfelagið vísir film hvørt mikukvøld. Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer at stýra prátinum, og Ole Wich fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum. Í seks ár hava Boris og Henrik fylgt kenda krígsfotografinum Jan Grarup til arbeiðis í lívshættisligum krígsøkjum úti í verðini og so heima við hús í Danmark. Dagin eftir filmsýningina fer Tina at skipa fyri masterclass í Filmshúsinum við Boris og Henrik frá klokkan 14:00 til 17:00. - Vi vil fokusere på samarbejdet mellem fotograf og instruktør, samarbejdet med hovedpersonen Jan Grarup, og vi skal tale om hvordan man planlægger optagelser i farlige områder, om research, om æstetik og etik og om filmens narrativ. Vi