Í gjár varð heimildarfilmurin Into the Deep frumsýndur á Sundance filmstevnuni, sum Robert Redford fór undir í Salt Lake City í 1978. Stevnan er hin størsta av independent slagnum í USA.
Into the Deep er fyrsti filmur, sum avstralska Emma Sullivan hevur gjørt. Hon arbeiðir í Berlin og Melbourne og hevur gjørt avtalu við Netflix bæði at gera og at vísa skakandi heimildarfilmin, sum á okkara leiðum ivaleyst fer at yvirhála alla uppspunna fiktion á løriftinum í ár.
Eitt ár innan danski Peter Madsen drap svensku Kim Wall umborð á kavbátinum Nautilus og sundurlimaði hana sum var hon eitt dýr, hevur Emma Sullivan fylgt og filmað mannin, ið nú er kendur sum kavbátadrápsmaðurin.
Í 2015 fekk hon mentanarstuðul frá Aarhus, sum var evropeiskur mentabýur, at gera stuttfilmar, sum lýstu Danmark, og vórðu vístir á Big Little Film Festival í 2017 og á Noordelijk Film Festival í 2018. Meðan hon filmaði í Danmark, møtti hon uppfinnaranum Peter Madsen og filmaði rúmdarætlanina hjá honum, ið var sum klipt úr eini skúlavendari undirvísingarætlan í náttúru og tøkni.
Hin 10. august í 2017 broyttist myndin av tølandi danska uppfinnaranum. Tað var tá tað kom fram, at Peter Madsen á barbariskan hátt fyrst drap og síðan sundurlimaði svenska journalistin Kim Wall umborð á kavbátinum, sum hann sjálvur hevði bygt.
Eitt ár undan var Emma Sullivan farin at filma Peter Madsen, hansara ætlan at verða fyrsti rúmdarmaður í einum heimagjørdum rúmdarfari, og so manngarðin av øllum teimum, sum stuðlaðu og hjálptu hesum framúr íverksetara, ið var so kveikjandi, at hann eisini slapp í barnasendingar hjá DR.
Dagsskráin fyri Sundance filmstevnuna í gjár sigur um filmin: “Through this shocking sequence of events and astonishing filmmaking by Sullivan, the horrible truth of what happened to Wall can be told as never before.”
Heimildarfilmurin hjá Emmu Sullivan fer aftur og fram í tíð, og sigur at “Madsen’s seemingly affable and charismatic personality concealed a dark side. As Madsen’s workers are left grappling with who exactly he was and their own possible complicity in what happened, their own memories and Sullivan’s footage become part of the evidence against him. Terrifying in only the way reality can be, Into the Deep shows you a human monster hiding in plain sight.”
Filmin hjá Lars von Trier um hópdrápsmannin The House That Jack Built valdi eg frá at síggja, hóast Atlantis Bio vísti hann í Klaksvík. Gamaní taki eg undir við uppáhaldinum hjá júst Lars von Trier, at ein góður filmur er altíð sum at hava fingið ein stein í skógvin, og kortini halda fram at ganga, við gnaddandi steininum í. Júst soleiðis skal ein góður filmur kennast. Sum ein steinur í skónum.
Men tað skal valdast, hvat tú velur at síggja. Haldi, at eg fari at lata henda film fara framvið. Hann er ov óunnuligur. Tá tað er greitt, at vit fylgja einum drápsmanni, sum eingin steðgaði, einum manni, sum er fongdur við markleysum stórlætisørskapi, tá verður ein dokumentatión so óhugnalig, at eg haldi at eg fari at lata hann verða ósæddan.
Ummælarin hjá fremsta danska filmstíðarritinum, Ekko, Niels Jakob Kyhl Jørgensen, hevur sæð filmin í gjár og skrivar í yvirskriftini: ”Grum dokumentar kommer helt tæt på ubådsmorderen Peter Madsens storhedsvanvid og personlighedskult med en intentsitet, der sætter dybe spor. Så tæt har jeg aldrig været på noget så grufuldt.”
Hvørki Filmsfelagið ella biografarnir hava ætlanir at vísa Into the Deep, tí Netflix fer at vísa hann í summar.
Niðanfyri sæst avstralska Emma Sullivan, sum hevði kamera við sær, og helst tí slapp við lívinum. Myndirnar eru úr skránni fyri Sundance filmstevnuna, sum er í hesum døgum.