Skip to main content

Krígsfotografar í Føroyum


Henrik Bohn Ipsen, fotografur, fremst fyri, og Boris Benjamin Bertram, leikstjóri, aftanfyri, avmyndaðir í gongini í Havnar Bio, har Filmsfelagið sýndi heimildarfilmin Krigsfotografen, har teir fylgja og lýsa ein av heimsins bestu av slagnum, Jan Grarup.

Filmsfelagið tók stig til vitjanina, sum Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, fíggjaði. Í morgin, hósdag 30. januar, hava teir báðir master class í Filmshúsinum og fríggjadagin fara teir avstað aftur.

Filmshúsið hevur júst kunngjørt ein drúgva og spennandi skrá, sum røkkur heilt framm til filmstevnuna í Cannes í mai, har ætlanini er at vera við.

Tað er fyrstu ferð at Boris er her, men Henrik hevur verið her rættuliga ofta og hevur m.a. fotograferað fyri Katrin Ottarsdóttir.

Ole Wich innleiddi sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið við høvuðsdenti á foto og at fotografera ein fotograf, sum aftur fotograferar á hermótinum - alt samalt til ein film.

Fotobólkurin Fokus, sum letur framsýning upp í Lítluvík í næstu viku, var millum tey fotohugaðu, sum møttu í Filmsfelagnum mikukvøldið. Ole tók myndirnar niðanfyri av Boris og Henrik við senukantin í Filmsfelagnum.

Næsti filmur í Filmsfelagnum er hin suðurkoreanski Oscarfavoritturin Parasite, sum Gudmund Helmsdal fer at innleiða.