Bestu heimildarfólk á jólum vóru Christoffer Jensen, 66 ár, og Brandon Walters, 11 ár. Hin fyrri, sum Ólavur Rasmussen fekk at fortelja, er úr Klaksvík og hin seinni, sum Baz Luhrmann fekk at fortelja, er úr Avstralia (Myndir: Birgir Kruse og Janie Barrett) Tvær søgur skaraðu framúr á jólum. Heimliga søgan var hon hjá Ólavi Rasmussen um Klaksvíksstríðið eftir kríggið, og útlendska søgan var hon hjá Baz Luhrmann um avstralska upprunafólkið, tíggju ár fyrr. Altso tvær søgur, sum í fortaldari tíð liggja undan og eftir seinna heimsbardaga. Hin fyrra í Kringvarpinum og hin seinna í Havnar Bio. Vit, sum eru so mikið til árs komin og hartil hava blaða so nógv í aldrandi skúlabókum, at vit meta Heðin Brú sum modernaðan, kunnu í báðum førum ivast í søguliga sýninum og søguligu fjarstøðuni. Hvussu nær kann søgan koma? Ella hinvegin, hvussu gomul og fjar skal søgan verða, til tess at fáa viðgerð og skapa kjak í samfelagnum? Og fáa innivist í perspektiverandi lærubókum? Ímeðan gongur tíðin og fólk...