Birgar Johannessen við trimum bókum um Havnina framman fyri sær. Niðri undir sæst Birgar við savnslutum í sambandi við framsýning í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku. Niðast eru nakrir av savnslutunum hjá Birgari. Eisini sæst 100 ára flaggið hjá Tórshavnar kommunu (Myndir: Birgir Kruse) Samrøða í Jólablaðnum hjá B36, desember 2009 Birgir Kruse Birgar Johannessen er 63 ára gamal, arbeiðsmaður, giftur og búsettur á Norðasta Horni. - Einasta felag eg havi verið limur í er Havnar Arbeiðsmannafelag. So tað er nokk á einari leið at kalla meg arbeiðsmann, sigur Birgar. - Síðst eg var í starvi hjá øðrum enn mær sjálvum, var sum bókhaldari á Smyril Line í tjúgu ár. Tá nýggja Norrøna kom inn um Molan, rýmdi eg. Tá var eg so smátt byrjaður at sita á Landsbókasavninum um kvøldarnar og lesa í gomlum bløðum og skjølum. Stuðul skapar tvístøðu Í fimm ár hevur Birgar sitið á Landsbókasavninum og lisið um gomlu Havnina. So fekk hann fyrsta peningaliga stuðulin frá Tórshavnar býráð. - Lutfalsliga stóra upp...